PISA 2018

Skrivað hevur: Rói Jacobsen

Útgivið tann: 12.04.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

So verða vit PISA-kannað aftur

Næmingarnir í 9. flokki í skúlanum við Løgmannabreyt skulu til PISA-kanning týsdagin 17. apríl kl. 8.45 í høllini á Stórheyggi.

Hvat er PISA?

PISA er altjóða kanning av, hvussu tað liggur fyri hjá ungum í ymsum londum at brúka ta vitan, sum tey hava fingið í skúlanum.

OECD stendur fyri kanningunum, sum hava verið triðjahvørt ár síðan í 2000. Føroyar luttóku í PISA á fyrsta sinni í 2006. Tað er Próvstovan, ið vegna Mentamálaráðið skipar fyri PISA-kanningini í Føroyum.

Spurningarnir í PISA-kanningini eru sum so ikki pensum. Fokus er á trý kjarnuøki - lesing, støddfrøði og náttúruvísind. Í hvørjum PISA umfari er fokus á eitt av hesum kjarnuøkjum - í ár er tað lesing.

PISA 2018 er í fleiri pørtum og verður bert framd á teldu. Fyrst er stutt frálæra í skipanini. Síðani kemur sjálv PISA-kanningin, ið er í tveimum eindum. Hvør eind varir 60 minuttir. Eftir stuttan steðg kemur seinasti partur av PISA-kanningini. Í hesum parti skulu næmingar svara spurningum um bakstøðið hjá sær.

Hetta eru spurningar, ið millum annað kunnu vera um útbúgving hjá foreldrum, arbeiðsvanar í skúlahøpi, trivnað og nýtslu av KT.

Kanningin er ein samanhangandi heild, og eru næmingarnir tí í kanningarhølinum alla kanningartíðina og mugu ikki fara úr hølinum teir umleið 4 tímarnar, PISA-kanningin varir (tó sleppur næmingur sjálvandi á vesi).

Tað er týdningarmikið at taka kanningina í álvara og royna at svara spurningunum so væl sum gjørligt, soleiðis at framgongd verður í føroyska úrslitinum.

Umráðandi er at hava fløsku við vatni og onkra frukt við sær. At vera væl svøvntur og at hava etið ein góðan morgunmat, er ikki at undirmeta.

Næmingarnir hava fingið ein faldara heim við, sum lýsir PISA-kanningina nærri.