Norðurlendsk bókasavnsvika

Skrivað hevur: Birna Gaard

Útgivið tann: 13.11.2017

Tíðindabólkar: Tíðindi

13. - 19. nov. 2017

Í lýsingini í morgun byrjaðu vit í Skúlanum við Løgmannabreyt norðurlendsku bókasavnsvikuna, við upplestri úr bókini "Skattaoyggin", sum Mauri Kunnas hevur skrivað.

Høgni Joensen, skúlastjóri, sum eisini er gamal barnaútvarpsvertur, las søguna fyri næmingum úr 1. til 4. flokki. Depilin var upplýstur við kertiljósum og hugna. 


Sí meira kunning um bókasavnsvikuna á heimasíðuni: http://www.bibliotek.org/fo/