Hjálm á høvdið

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 31.08.2017

Tíðindabólkar: Tíðindi

Næmingarnir í 1. flokki fingu í dag hvør sín hjálm, eitt tiltak, sum Ferðslutrygd, Betri og Trygd eru saman um. Í hesum sambandið varð tikið fram, hvussu týdningarmikið tað er at vera í hjálmi, tá ið súkklað verður.

SOLEIÐIS SPENNIR TÚ HJÁLMIN
Skal hjálmurin veita bestu verjuna, skal hann hava rætta stødd og sita væl á høvdinum. Hann skal verja pannu, nakka og tinningar. Eisini skal hjálmurin sita fastur á høvdinum, so hann ikki flytur seg.
- Hjálmurin skal sita vatnrættur á høvdinum. Umleið tveir cm skulu vera millum eygnabrýr og framkantin á hjálminum
- Reimarnar skulu vera so strammar, at hjálmurin situr fastur, men tveir fingrar fáast ímillum
- Síðureimarnar skulu samlast við síðuspennunum beint undir oyralippunum og ikki við høkuna
- Hjálp barninum at seta hjálmin rætt
Hevur hjálmurin fingið harðan stoyt, er hann ikki tryggur, men má skiftast út. Eisini hóast einki sæst á honum.
Børn skulu hava nýggjan hjálm, tá tann gamli er vorðin ov lítil.
Tað kann vera vandamikið at klintra ella spæla í súkkluhjálmi, tí hann kann verða fastur. Tí skal hjálmurin takast av, tá liðugt er at súkkla. (Kelda: RFF)