FIFA 11 for health

Skrivað hevur: Birna Gaard

Útgivið tann: 23.06.2017

Tíðindabólkar: Tíðindi

Skúlin við Løgmannabreyt hevur luttikið í eini spennandi verkætlan hjá Fróðskaparsetur Føroya, Fólkaheilsuráðnum, FSF og Syddansk Universitet.

Heiti á verkætlanini var: Àrinini á kropslig evni, sosialan trivna og vitan um heilsu eftir 11 vikum við fótbóltsvenjing saman við undirvísing í heilsu í skúlahøpi.

Nú kanningin er liðug, kunnu vit staðfesta, at næmingarnir í 5. flokki, hava verið úti og spælt fótbólt í stórt sæð øllum veðri. FIFA-venjingarnar hava ”kostað” nakrar danskt og enskt tímar, men oftast hava tær ligið í ítróttartímunum.

Enn vita vit ikki úrslitið av kanningini, ið verður sent teimum avvarandi, men vit lærarar og næmingar í 5. flokki hava havt 11 spennandi og læruríkar vikur.