9. flokkur fingið prógv

Skrivað hevur: Birna Gaard

Útgivið tann: 23.06.2017

Tíðindabólkar: Tíðindi

Á ársins longsta degi fingu næmingar í 9. flokki prógvini handaði

Hátíðarhaldið byrjaði kl. 16 við felagssangi og Høgni Joensen, skúlastjóri, bar fram røðu. Hýrurin var góður á næmingum, foreldrum og familju. Flokslærarin øll 9. árini Elin Nielsen helt røðu fyri flokkinum, umframt at Jens Martin Holm, sum var flokslærari frá 4. flokki og skúlastýrisformaðurin Regin Hammer eisini søgdu nøkur orð. Hans Jakob Juul bar fram røðu vegna flokkin, og Jens Marni sang og spældi fyri okkum. Ein hugnalig og hátíðarlig løta.