21. mars er Altjóða Down Syndrom dagur

Skrivað hevur: Rói Jacobsen

Útgivið tann: 21.03.2017

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í samband við at tað er altjóða Down Syndrom dagur, hava nakrar gentur í 6.flokki innrættað eitt lítið øki í námsfrøðiliga deplinum, har møguleiki er at fáa blátt neglalakk (í fríkorterinum). Aðrastaðni í heiminum fara fólk í litfagrar, óparaðar hosur fyri at gera vart við dagin. Men av tí at veðrið í Føroyum sjáldan loyvir, at føroyingar vísa hosur herheima í mars, er avgjørt, at bláa neglalakkið skal verða brúkt í staðin fyri ella afturat óparaðu hosunum.