Lesivika

Skrivað hevur: Gitte Klein

Útgivið tann: 03.02.2017

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í døgunum 6. februar til 10. februar verður lesivika í Skúlanum við Løgmannabreyt, har allur skúlin lesur frá kl. 9.00 til kl. 9.30. Hvør einstakur næmingur finnur sær eina bók í samráð við læraran. Heitt verður á næmingarnar eisini at lesa heima í 15. minuttir í bókunum, tey lesa í lesivikuni. Hvør lesur? Øll – næmingar og starvsfólk – lesa. Hvar verður lisið? Í flokshølinum ella í Námsfrøðiliga deplinum. Einasta treytin er, at tað verður lisið, og at tað er kvirt. Hvørja