Nú fara næmingarnir at telva

Skrivað hevur: Gitte Klein

Útgivið tann: 23.01.2017

Tíðindabólkar: Tíðindi

Skúlatelving sum støddfrøðilig amboð

Skúlin við Løgmannabreyt hevur gjørt avtalu við Talvsamband Føroya um at tey koma niðan at telva við næmingum í innskúlingini ein støddfrøðitíma um vikuna í eitt ávíst tíðarskeið. Í dag var fyrstu ferð, at telvað varð, og vóru vit so heppin at Helgi Dam Ziska vitjaði okkum og legði næmingunum lag á.

Orsøkin til, at vit eru farin undir hetta samstarvið er, at kanningar vísa, at telving stimbrar støddfrøðiligu evnini hjá næmingunum eins og tað hjálpir teimum at hugsa logiskt. Harumframt stuðlar telving undir innlæringina eins og evnini at hugsavna seg gerast betri.

Í hesum sambandi leitaði Kringvarpið sær niðan í dag.