Nissur úr Hoyvík vitja støð í Havn

Skrivað hevur: Gitte Klein

Útgivið tann: 09.01.2017

Tíðindabólkar: Tíðindi

 

Fittar nissur, sum ganga í Frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt, hava seinastu vikuna vitjað fleiri støð í Havn. Tær hava verið á Landssjúkrahúsinum, á Ráðhúsinum, vitjað Pedagogfelagið og í Løgtinginum við karamellum.

Og Herbergið fekk eisini vitjan, og tá høvdu nissurnar umframt karamellur eisini smyrjibreyð við.

Nissurnar hava hugnað sær, og allastaðni hevur verið tikið væl ímóti børnunum í nisshúgvum.

Til ber at síggja fleiri myndir her