Rennidagurin verður 7. oktobur

Skrivað hevur: Gitte Klein

Útgivið tann: 29.09.2016

Tíðindabólkar: Tíðindi

Árliga skúlarenningin, ið ikki varð fríggjadagin, verður ístaðin komandi fríggjadag 7. oktober. Veðurforsøgnin er góð, og tá liðugt er at renna, fara vit í heystfrí.

Dagurin verður skipaður soleiðis, at næmingarnir møta sum vanligt kl. 8.00, og fáa teir frí kl. 11.20. Tó fara 1. og 2. fl. í frítíðarskúla sum ein vanligan fríggjadag.

Innskúling
Kl. 8.15 fara 1., 2. og 3. fl. til gongu oman á Tórsbreyt at renna. Gongutúrurin oman, ið er uml. 2,5 km., verður brúktur sum upphiting til sjálva renningina og telur við í uppgerðini. Eitt umfar á rennibreytini er 400

Miðdeild og hádeild
Kl. 8.20 verður felags upphiting í skúlagarðinum framman fyri frítíðarskúlan.

Eftir upphitingina byrjar renningin. Runnið verður oman eftir Løgmannabreyt – oman til vegin Langa - yvir til Hoyvíkshøllina, eftir gøtuni niðan til Ólivantsgøtu og til bussskýlið vestan fyri skúlan. Eitt umfar er uml. 3 km. Kort yvir rutuna er viðfest.

Næmingarnir fáa eina striku á armin á posti 1 og á posti 4. Tá tvær strikur eru á arminum, hevur hann/hon runnið 3 km.

Tá ið liðugt er at renna kl. 11, fara næmingar og árgangstoymi í flokshølið at hugna sær og eftirmeta renningina. Skúlin bjóðar frukt og vatn, og skreytbløðini verða handað næmingunum fyri avrikið.