Lesi- og rokniskeið

Skrivað hevur: Gitte Klein

Útgivið tann: 24.08.2016

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í ár verður farið undir lesi- og rokniskeið í Skúlanum við Løgmannabreyt. Skeiðið verður boðið teim næmingum, sum toymið metir hava tørv á einum eyka tilboði. Lærararnir, sum fara at hava skeiðini, eru: Brynhild Nolsøe og Eydna Vitalis, ið taka sær av lesiskeiðnum, og Jens Martin Holm og Anna Maria Reinert Jensen ið hava rokniskeiðið. Endamálið við skeiðnum er at lyfta næmingin upp á eitt hægri støði fakliga. Tíðarskeiðið næmingarnir eru á skeiðnum verður merkt av eini størri arbeiðsbyrðu fyri bæði næming og foreldur. Foreldur avgera sjálvi, um næmingurin luttekur á skeiðnum og skulu vátta fyri luttøku. Tilboðið stendur bert teim næmingum í boði, sum toymið metir hava størstan tørvin á skeiðnum.