Gloymd klæði

Skrivað hevur: Gitte Klein

Útgivið tann: 17.06.2016

Tíðindabólkar: Tíðindi

Gloymd klæði liggja frammi til fríggjadagin 24. juln 2016

Hetta er tíðin, tá ið vit rudda upp í klæðum, ið eru gloymd eftir í skúlanum, og sum altíð, so er tí verri væl av klæðum, sum hópa seg upp - alt frá svimjibuksum og ítróttaklæðum til troyggjur og jakkar.

Klæðini liggja á borðtennisborðinum í kantinuni til fríggjadagin 24. juli 2016. Gott hevði verið, um tit, ið sakna okkurt klædnaplagg, koma í skúlan at hyggja.

Ikki heintað klæði, verða latin góðgerandi felagsskapi at gera gott við.

Blíðar heilsanir

Skúlin við Løgmannabreyt