Innbjóðing til jólasølukafé fríggjadagin 2. desembur 2016

Skrivað hevur: Gitte Klein

Útgivið tann: 29.11.2016

Tíðindabólkar: Tíðindi

Klokkan 15-17

Góðu foreldur, systkin, ommur, abbar og onnur.

Aftur í ár skipar Skúlin við Løgmannabreyt fyri ein jólasølukafé, har ágóðin fer óskerdur til átakið "Í menniskjum góður tokki". 

Hetta átak snýr seg um barnahendur, saum baka, skapa og geva. Tað snýr seg um at gleða onnur børn í Føroyum, sum oftani hava tað ómetaliga trupult, og tað snýr seg um at rætta eina hjálpandi hond til tey, sum tørva.

Møguleiki verður at keypa kaffi, te, leskidrykk, vaflur, muffins og nógv annað gott. Somuleiðis verður tað møguligt at ogna sær jólaprýði, jóladekoratiónir, bakstur og mangt annað fyri lítið og lætt. Hetta eru lutir, sum børn tykkara hava tilevnað.

Eisini verður søla av lutaseðlum, har tú kanst vinna ein góðan vinning.

Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja okkara jólasølukafé.