Vit hava havt trupulleikar av, at fleiri fara oman í Bónus at keypa í fríkorterunum. Vit hava tosað fleiri ferðir um, at tey hava ikki loyvi at fara út um skúlans øki í skúlatíðini. Atlíkavæl eru tey sædd niðri í Bónus aftaná tað.
Talan er bert um nakrar næmingar, men gott hevði verið, um tit tosaðu við tykkara børn um hetta.
Tá tey koma 8. flokk kunnu foreldrini geva loyvi til, at tey sleppa út úr skúlans øki í fríkorterunum.