Vikuætlan
Office 365
Orðabøkur
Matarskipan
Samband
Karlamagnusarbreyt 47
Postboks 3174
110 Tórshavn
30 24 50
Boðklivin

Próvtøkutíðir í 9. flokki í donskum

Framløgur verkætlan 9. fl.

Innbjóðing til jólasølukafé tann 02.12.2016

Felags foreldrafundur verður í flokshølinum mikukvøldið 24. august kl. 19:00-20:30.

 

Kunning til foreldur og næmingar !

Tær komandi tvær vikurnar koma næmingarnir til stutta heilsufremjandi samrøðu og eygnakanning.

                                                                                                                                           Heilsan

                                                                                                                                           Kala Rajani

Kala, Elin og Anja brúktu tveir tímar í flokkinum í dag at tosa við næmingarnar í sambandi við, at Heini er farin. Vit tosaðu um sorg og lutaðu góð minnir um Heina. At enda góðu vit næmingunum møguleikan at skriva niður tankar.  

Bólkaarbeiði í søgu

Síða:         Bólkur:                                      Framløga:

22-23        Finnur, Regin, Hjarnar               05.05.

40-41        Páll, Ata, Ronja                          05.05.

42-43        Rúni Sj., Levi, Andrias               05.05.

66-67        Hanna J., Hans Jákup, Bóas      05.05.

68              Rasmus, Følv, Brandur               05.05.

69              Karolina, Jákup, Karina              12.05.

70-71        Rebekka, Katrin, Rannvá            12.05.

86-87        Rúni Sø., Tóra, Kristian             12.05.

88-91        Bóas, Andrew, Heini, Filip                 12.05.

92-93        Andras, Karin, Hanna L., Fríði   12.05.

94-95        Dánial, Marita, Mattias               19.05.

106-107    Heiðrun, Andrea, Ingibjørg                 19.05.

108-109    Helena, Sunniva, Róar                19.05.

Arbeiðið er skipað so, at bólkarnir arbeiða við evninum á ávísta síðutalinum í søgutímunum 7., 14., 21. og 28. apríl. Á yvirlitinum sæst, nær hvør bólkur leggur fram. Framløgan kann vera við Power Point, ella onkrum øðrum, um tit meta, at tað er betri.

 

Góða eydnu

 

Frank

Góðu næmingar og foreldur!

Í februar og mars mánaði 2016 - 4 fylgjandi mikudagar: 10. feb., 17. feb., 24. feb. og 2. mars - fær 8. fl. vitjan av Listaleypinum. Vitjanin ber heitið: Økislistafólk - ein royndarverkætlan. Økislistafólkið er Maria Winther Olsen, filmslistakvinna, sum hevur lisið á film - og fotoskúlanum í Keypmannahavn, har hon eisini hevur undirvíst á skeiðum. Hon hevur fleiri ferðir verið undirvísari í filmskúlanum Klippfist í Havn. Stevnumiðið við verkætlanini er at slóða fyri skipaðum samstarvi millum lærarar og listafólk og geva næmingunum høvi at uppliva list sum part av frálæruni í skúlanum. Hon fer at geva næmingunum teoretiskar og praktiskar royndir innan filmsgerð, sum eisini kunnu nýtast sum partur av undirvísingargongdunum á skúlanum. 

Í hesum sambandi skulu næmingarnir brúka fartlf. ella teldil. Tí vera teir bidnir um at hava hesi undirvísingaramboð við, um teir eiga tey.

Flokkurin verður býttur í 2 bólkar, og fær hvør bólkur 4x45 min. hvønn mikudag. Bólkur 1 hevur filmsundirvísing frá kl. 8.00-11.20 og vanliga undirvísing frá kl. 11.50-15.00. Bólkur 2 hevur vanliga undirvísing frá kl 8.00-11.20 og filmsundirvísing frá kl. 11.50-15.00. Mikudagin 17. feb. skifta vit um, soleiðis at tey, sum byrjaðu við filmsundirvísing 10. feb., nú byrja við vanligari undirvísing, og soleiðis verður tað skiftivís 24. feb. og 2. mars.

Vit gleða okkum til hesar 4 øðrvísi mikudagar.

Blíðar heilsur

flokslærararnir 

Vegleiðing til Geogebra

Kom i gang med Geogebra

PowerPoint framløga um verkætlan

Foreldraviðtalur í 8.flokki.

Felags foreldrafundur 7. okt. kl. 19.

Góðu næmingar og góðu foreldur.  10.09.2015

 

Í morgun, tá ið protokollin var førd, vantaðu 13 næmingar. Hesir næmingar komu so við og við í skúla og órógvaði hetta nógv. Seinasta hósmorgun vantaðu 18 næmingar kl. 8.

Eg heiti inniliga á tykkum um at bera so í bandi, at tykkara tannáringur møtir áðrenn kl 8, so hann er í floksstovuni, tá ið protokollin verður førd.

Eg møti vanliga ikki hósmorgun kl. 8, ei heldur havi eg tey í enskum, men seinastu 2 vikurnar havi eg verið vikarur fyri Rana, tí havi eg verið til staðar hesar ávísu dagar.

 

Vinarliga

Louisa

 

Hvat er undranarspurningar?

Ætlanin við undranarspurningunum er, at næmingarnir fáa nakað av vitan um eitt evnið, áðrenn vit fara at gjøgnumganga tað í skúlanum. Tey kunnu spyrja foreldur, ommur, abbar, vinfólk ella onnur um spurningarnar ella tey sjálvi finna eitt svar í bókum ella á altnótini.

 

Hetta ger tað lættari og áhugaverdari hjá næminginum at vera við í kjakinum og arbeiða við evninum.

 

Næmingar skulu ikki, men kunnu skriva heilt stutt svar til spurningarnar.