Vikuætlan
Office 365
Orðabøkur
Matarskipan
Samband
Karlamagnusarbreyt 47
Postboks 3174
110 Tórshavn
30 24 50
Boðklivin

Fyrireikingarskeið í støddfrøði á Glasi

Skriv um skrivligu próvtøkurnar. Vit ynskja tykkum bestu eydnu :-)

Góðu foreldur og næmingar, hetta er um bøkur, og tit mugu lesa tað. :-)

Kalendarin fyri mai og juni

Nú er stutt eftir; ein spenandi tíð. Kalendari við synopsunum báðum, sum hoyra til próvtøkurnar og við skrivligum próvtøkum og munnligum próvtøkum er her :-)

Ein heilsan

Undir "støddfrøði", niðast á síðuni, liggur ein mappa við nøkrum greiðslurokningum at venja við til tykkum, sum vilja.

Góða og gevandi starvsvenjing øll somul :-) AMJ

Kalendarin 18-19

https://docs.google.com/spreadsheets/d/1uczS3qOL0wzbVOJ6WqicBlkNuu9_U1OPQhV1cY-iTkg/edit?usp=sharing

Seturskúlin 2019 - at hava við

30. novembur kl. 15-17 verður tiltakið "Børn hjálpa børnum".

Tiltakið hevur verið áður, men hevur nú skift heiti. 

Næmingar fara at gera ymiskt at selja, lutaseðlasøla verður, og øll kunnu keypa sær ein góðan køkubita.

Vit vóna at síggja nógv foreldur, ommur og abbar og onnur eru eisini hjartaliga vælkomin.

 

 

Hey foreldur í 9. flokki

Ein rák er byrjað í flokkinum, og tað er at fara til frisør mitt í skúlatíð. Vit geva ikki frí til tílíkt, tí tað ber væl til at fáa eina tíð týsdagar eftir kl. 13:20 ella eftir kl. 15:00 allar hinar dagarnar.  

Vit fara tí at heita á tykkum foreldur, at tá barn tykkara skal til frisør, so fáa tit eina tíð til hetta eftir skúlatíð.

Vegna toymið

Vh. Louisa

Vælkomin á foreldrafund 6.sept kl 19.00 

 

Skrá komandi vikurnar

Hugnakvøld hjá 8.flokki :-)

Landafrøði ljóðbók: http://snar.fo/landafrodi/landafroedi-2/ljodbok/
Kristni 8 ljóðbók: http://snar.fo/kristni8/ljodbok/

Seđil at velja fyritøku til SvL-samfelagiđ

 
Felags foreldrafundur verður mikukvøldið 27. september 2017 kl. 19.00

Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi mikukvøldið 27. september kl. 19.00

Skráin: 1) Vælkomin
2) Ársfrágreiðing frá skúlastýrinum
3) Fyrilestur
4) Tónleikur

Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur, heldur fyrilestur við heitinum:

"Miðlar og nýtsla av miðlum í barnaverðini, hvørjar eru avleiðingarnar?"

Ein drekkamuður verður at fáa.

Møtið fjølment!

Skúlastýrið fyri skúlan við Løgmannabreyt

Rennidagurin :-)

Vit møta í skúlanum kl 8.00

Kl. 8.10 møtast vit uttanfyri, so øll eru klár til felags upphiting, sum byrjar kl. 8.15 í skúlagarðinum framman fyri frítíðarskúlan.

Barba og Guðrun hava upphitinigina í ár. Vit renna oman eftir Løgmannabreyt – oman til vegin Langa - yvir til Hoyvíkshøllina, eftir gøtuni niðan til Ólivantsgøtu, oman eftir Karlamagnusarbreyt, víðari á Rólantsgøtu til bussskýlið vestan fyri skúlan. Eitt umfar er uml. 3 km. Kort yvir rutuna er viðfest.

Tá ið vit eru liðug at renna kl. 11, fara vit í flokshølið at hugna okkum. Skúlin bjóðar frukt og vatn.

Góðan túr :-)

Foreldraumboð

Nýggju foreldraumboðini eru: 

Edith (mamma Tóru)

Ingrid (mamma Dávid)

Valborg (mamma Bartal)

Eyðgunn (mamma Rannvá)

Vónbjørt (mamma Leu)

 

 

Góðu foreldur.

Vit gleða okkum til foreldrafundin týsdagin 12.09.17 kl 19.

Skráin verður hendan:

- vælkomin og kalendarin hjá flokkinum.

- lærugreinarnar

- tit velja foreldraumboð

- ymiskt

Frundurin endar, men eitt "eykanummar" er  ;-)

- Framløga um verkætlan (teimum, sum hava verið til somu framløgu fyrr, nýtist ikki at vera til framløguna)

vh lærararnir

Kunning: Hetta skriv er komið til skúlan frá kommununi

Góðu næmingar :-)
Takk fyri skúlaárið 2016/2017. Bestu ynski um góða summarfrítíð.
Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur mikudagin 16 august.
vh lærararnir

Myndina hevur Teitur tikið í samb við bólkaarbeiðið hósdagin, tá ið myndirnar skuldu lýsa ymisk hugtøk. Hendan sera viðkomandi myndin lýsir gleði. Bára, Hervør og Elisabet so glaðar :-)

Góðu næmingar og foreldur

Vit gleða okkum at byrja 8.flokk :-)

Eins og undanfarin ár, fara vit at heita á tykkum um at hava 100 kr við til hefti og annað til skúlaárið.

vh lærararnir

 

Viðtalur

Góðu foreldur. Tit, sum vilja hitta okkum til eina viðtalu, mugu siga okkum frá við sms ella telduposti í seinasta lagi mikudagin á middegi.

Tey, sum vit vilja hitta, fáa eina tíð frá okkum í næstum.

vh lærararnir

https://goo.gl/forms/Oy7AKHq7iCaBD3Ti1

Ongar fílur

Føstulávint, lesið her :-)

Eini boð frá presti:

Okkara ætlan er at byrja konfirmantalesturin hjá teimum, sum skulu fermast í heyst, týsmorgunin hin 7. februar. Vónandi er tað í lagi.

Ætlanin er at skipa fyri einum fundi fyri konfirmantum og foreldrum týskvøldið 31. januar kl. 19 í Hoyvíkar Kirkju, har tey kunnu skriva seg inn. Eftir fundin verður sokallað byrjunarguðstænasta við konfirmantum úr øllum Suðurstreymoy.

7. flokkur vitjar tiltakið hjá Apotekinum, Gigni, Amnesty International, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi og Sig frá í viku 6

Hyggið her :-)

 

http://portal.fo/kirkjugongd+i+skulanum+vid+logmannabreyt+i+dag.html

At hava við til jólahaldið

Innbjóðing til jólasølukafé tann 02.12.2016

Evnisvikan hjá 7.flokki okt. 2016

Í 7. arbeiða vit við Havnini 1808. Skip í eygsjón er stamman, og vit arbeiða við søgutráð. Vit lesa upp einar tvær ferðir hvønn dag, men eru komin nokk so langt í bókini, tí vit hava lisið nógv av henni síðani heystferiuna. Lærararnir hava málað og hongt eina Vík upp í stovuni.

Mánadagur:
Í dag hava vit arbeitt við bygdini, upplestur, hugarok og prát, og næmingarnir hava gjørt hús og tað, sum tey halda er í eini bygd.

Í morgin ætla vit at arbeiða við húskjunum og at gera persónarnar. Og at finna navnið til bygdina.

Týsdagur:
Í morgun løgdu næmingarnir húsini fram, tríggir bólkar løgdu fram fyri hvørjum øðrum. Bygdin eitur nú Víkin. Upplestur, hugarok og prát, síðani gjørdu næmingarnir húski til síni hús. Hvør næmingur gjørdi sín persón, summir gjørdu fleiri. Tey skulu heingja húskini upp saman við einum kopii av húsunum, so tað sæst aftur, hvør býr hvar.

Mikudagur:
Byrjaðu við at leggja fram fólkini, alt á datakortunum, og at heingja tey upp. Vit arbeiddu við sjórænaraálopi við upplestri, práti og hugaroki, og næmingarnir hongdu skaðarnar og ófriðarskip upp.

Hósdagur:
Møttu á farstøðini og fóru fyrst at vitja løgmann. Fingu rundvísing og karamellir. Løgmaður hevði stundir at práta við okkum. Síðani túr á Reyni við Mariusi Rein. Køld fóru vit niðan í Pizza 67 at fáa okkum hitan og ein góðan bita. Heim við bussinum.

Fríggjadagur:
Felags morgunmatur og hugni í stovuni. Gleddust um tað, sum sást aftur. Vit endaðu dagin í námsfrøðiliga deplinum við eini hugnaløtu og undirhaldi. Sóu filmar, m.a. tveir sum 8. hevur gjørt í evnisvikuni, sungu(um Havnina, sjálvandi), og ein úr hvørjum flokki vann í lutakasti eina bók.


Takk fyri eina frálíka viku. Tit eru ófør 
Gott vikuskifti
Vh toymið


Góðu foreldur og næmingar


Felagsforeldrafundur fyri øll foreldur í skúlanum verður mikukvøldið 21. sept. kl. 19.00 - 20.30. Vónandi fáa øll verið við til hendan fundin. Tit kunnu lesa um fundin á heimasíðuni hjá skúlanum.

vh Lærararnir

Næmingarnir hava fingið støðuroyndina um prosent aftur við talmet á, sum skal latast inn aftur mikudagin 21.9.16. Tað er ordiliga týdningarmikið at gjøgnumganga royndina saman við barninum. Vit hava gjøgnumgingið royndina í skúlanum. 

Foreldraumboð 2016/2017

Jóna Guttesen (mamma Mildrið) 310911

Lý Niclasen ( mamma Kára) 318524

Jónrit Dalsgaard (mamma Suna) 582000

Herleif Hammer (pápi Hervør) 321668

Djóni Johansen (pápi Leu) 319597

 

Skráin fyri foreldrafundin.

Vælkomin

Kalendarin

Lærugreinar

Skiftið millum 6. og 7.

Velja foreldraumboð

Frá SSP

Góðu foreldur og næmingar í 7.flokki

 

Vælkomin aftur í skúla. Vit eru komin væl frá byrjan, og eru spent upp á árið.

Felags foreldrafundurin verður 12.09.16 kl 19.00. Vit gleða okkum at hitta tykkum.

 

vh toymið, sum hevur flokkin:

Brynhild Nolsøe, Louisa Johnsdóttir, Eyðólv Dimon og Anna Maria Reinert Jensen.

 

 

Góðu næmingar og foreldur!

Mikudagin í seinastu viku vóru ein túr við vinaflokkinum í Gomlu Hoyvík, og var tað sera stuttligt at síggja, hvussu fittir og ábyrgdarfullir okkara næmingar vóru. :D (Sí myndir á heimasíðuni.)  

Hósdagin vóru vit ein hugnaligan túr á Pizza 67. :D Vit nýttu nakað av avlopinum frá seturskúlanum at gjalda fyri máltíðina.

Fríggjadagin vóru vit so ein felagsgongutúr í góðveðrinum. Ein sera væl eydnaður túrur. :)

Vit eru nú farin inn í síðstu skúlavikuna og er alt eitt sindur øðrvísi enn vant. Vit hava ruddað, spælt, arbeitt o.a. Næmingarnir hava eisini fingið at vita, hvør er sloppin á Spæliliðið hjá skúlanum 2016-17. Tað var sera trupult at velja, hvør av teimum skuldi sleppa, av tí at so ómetaliga nógv vóru egnað. :) Vit vóru tó noydd at taka eina avgerð, og komu vit til hesa niðurstøðuna.

Á Spæliliðinum verða: Lea, Fía W.P., Rebekka B., Claire, Katarina, Rói, David, Kári, Jón Rói og Levi.

Minnist til at koma framvið at hyggja eftir gloymdum klæðum! :)

Mikudagin er ítróttardagur í Skúlanum við Løgmannabreyt og er skráin hendan:

8.00 - 9.00    Høllin í skúlanum

9.00-10.00    Fimi

10.00-11.00  Rennibreytin

11.00-12.00  Ovari vøllur

12.30            Frí

Hósdagin skifta vit flokshøli og fáa frí kl. 12.30.

Fríggjadagin er síðsti skúladagur. Vit møta kl. 8.00, og eta morgunmat saman. (Sí 'Ymiskt', um hvør skal hava hvat við.) Kl. 10.00 er felagsløta í miðhøllini og umleið kl. 11 fáa vit frí. :D

Vit ynskja tykkum eina framúr góða summarfrítíð og takka fyri farna skúlaár. :D

Vinaliga

Toymið ;)

 

Góðu næmingar og foreldur

Allar bøkurnar skulu latast inn í seinasta lagi mikudagin, og er tað tí umráðandi at fáa frílesingarbøkurnar lidnar. Um næmingar hava bøkur heima, ið tey eru liðug við, hevði tað verið ein stór hjálp, um tær blivu latnar inn sum skjótast.

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

 

Góðu næmingar og foreldur

Takk fyri ein sera góðan seturskúla. :D Ein serlig tøkk til tykkum, ið bakaðu til túrin. :)

Vit vilja aftur minna á vinabólkarnar. Nógv rós til tann eina bólkin, har øll hava hildið vinabólk. :D Og stóra takk til øll hini við, ið eisini hava havt næmingarnar heima í vinabólki. Vit meta vinabólkarnar at vera ein liður í at skapa trivna og samanhald í flokkinum. :)

Tað er nú ikki long tíð eftir av hesum skúlaárinum, men vit ætla ikki at gevast at arbeiða enn. ;) Vónandi hjálpa tit foreldur okkum við at fáa næmingarnar at dríva á heima eisini eina tíð afturat. :D

Vinaliga 

Toymið :)

 

Nú nærkast útferðin til Nólsoyar, og vit hava bílagt gott veður .... J

Tit verða biðin um at melda tykkum til í tránum TILMELDING NÓLSOY, við at skriva navnið á barninum + hvussu nógv vaksin, -  skjótast til ber, tí vit skulu geva boð um hvussu nógv fólk vit verða við Ternuni!

Vit fara av Havnini við Ternuni fríggjadagin 27 mai kl. 16.20, og ferðaseðlakostnaðin gjalda vit hvør í sínum lagi. Minnist til reiðan pening, tikið verður ikki ímóti korti umborð (vaksin 40kr/børn 20kr).

Komin til Nólsoyar, tendra vit 2 stórar grillir, sum Kunningarstovan lænir okkum. Har kunnu vit grilla teir búffar, pylsur o.a. sum hvør familja tekur við, eftir egnum ynski og tørvi. Foreldraráðið keypir   ketchup, sinnop, dressing, stoktan leyk, reyðkál, súltaðar agurkir, te, kaffi og saft at hava við, og kol til grillirnar.

Tað hevði verið lekkurt við onkrum søtum afturvið einum drekkamunni, so vónandi eru eini 6-8 fólk, sum kunnu bjóða seg til at baka eina skuffukøku at taka við? J

Endamálið við túrinum er samvera og hugni, so vit hava ikki lagt nakra fasta skrá fyri tíðina úti í Nólsoy, og vit vilja leggja upp til at vit øll taka ábyrgd fyri at túrurin verður so væleydnaður sum møguligt. Um veðrið verður gott eru sikkurt nógv ið dáma at spæla, vassa ella sóla sær á Malarenda, har sólargangurin er av tí besta. Takið endiliga glúpar, spannir og sólkrem við J Um veðrið ikki verður super, kunnu vit brúka nøkur høli í skúlanum og skúlagarðin. Annars taka vit hoppiband, bólt og tog til togtogan við og Stratego lána vit frá skúlanum og øll eru sjálvandi vælkomin at taka onnur spøl við.

Nakrar útreiðslur eru í samband við túrin, og tí vera tit biðin um at flyta 50 kr per familju á konto í BankNordik 6460-433.194.1  

Vinarlig heilsan

 

Foreldraráðið 2015/16  (Julia 211467, Beinta 504613, Elsa 582312 og Eyðgunn 213479)

 

 

Góðu næmingar og foreldur!

Seturskúli: Vit fara á seturskúla mikumorgunin 1. juni og verða aftur fríggjadagin 3. juni. :D Vit fara til Runavíkar og fara at búgva í Skótahúsinum við Løkin. Tit fáa meiri kunning seinni. :)

Vinabólkar: Tað eru næmingar, ið nevna, at tey ikki hava verið í vinabólki, av tí at tey ikki høvdu fingið at vita, at hann var. Tað eru ikki øll foreldur, ið nýta Facebook, og hevði tað tí verið gott, um tit á onkran hátt kundu tryggja tykkum, at øll fáa tað við, tá ið vinabólkur er. :)  

Svøvnur: Vit ganga nú veruliga ímóti ljósari tíðum og betri veðrið, og er tað óivað trupult at fáa børnini í song. Vit vilja tó kunna tykkum um, at alt ov nógvir næmingar tíverri eru alt ov troyttir og illa upplagdir til at fáa nakað skilagott burturúr. Tað er órímiligt at vænta, at børnini skulu kunna læra, tá ið tey dagliga fáa ov lítlan svøvn. Eins og heilsusysturin fyrr hevur kunnað um, er tað ymiskt, hvussu nógvan svøvn børn hava tørv á, men í teirra aldri liggur tað ímillum 9 og 11 tímar av svøvni. (Og hóast tey kundu hugsað sær tað, eru tað neyvan øll 50, ið bert hava tørv á 9 tímum. :D)  

Heimaarbeiði: Heimaarbeiðið má eisini gerast hóast veðrið er gott og tað er stuttligari at gera okkurt annað. Tað kemur alt ov ofta fyri at umleið helvtin at flokkinum, ikki hevur gjørt tað heima, ið tey skulu. Hetta órógvar sera nógv, av tí at lærarin hevur tilrættalagt undirvísingina eftir at næmingarnir eru fyrireikaðir.

Nú er ikki leingi til summarfrítíðin byrjar, men latið okkum fáa sum mest burtur úr teimum síðstu vikunum. ;)

Gott langt vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið 

 

 

 

 

Góðu næmingar og foreldur :)

Tað eydnaðist sera væl at sova í skúlanum hóskvøldið, og næmingarnir hugnaðu sær óført saman og vóru eisini sera skilagóðir. :) Stóra takk fyri bollar og køkur. Hetta var við til at gera tað serliga hugnaligt. :D

Mánadagin byrja landsroyndirnar. (Sí skriv niðanfyri) Umráðandi er, at næmingarnir møta úthvíldir og væl fyri til hesar royndirnar. Tað er loyvt at taka gamlar landsroyndir við. Um tit eiga blómu-, fugla-, fiskabøkur o.a. til N/T, eru tit vælkomin at hava hetta við. Bøkur eru tó eisini til taks í royndarhølinum. 

Mikudagin eftir síðstu royndina fáa næmingarnir pitsu. :D Fýra næmingar eru um eina familjupitsu. 

Vit vilja minna á, at tveir vinabólkar ikki rættiliga eru komnir í gongd. Gott hevði verið, um tey, ið eiga at hava vinabólk, koyra tað víðari til tann næsta í røðini, um ikki liggur fyri at hava hann.

Gott vikuskifti :D

Vinaliga 

Toymið

 

 

Sova í skúlanum - umráðandi at lesa!!! :)

8/4 - 16

Góðu næmingar og foreldur!

Foreldraviðtalurnar byrja í komandi viku. Tær fyrstu vera mánadagin 11. apríl. (Sí 'Ymiskt')

Vit hava hesa ferð valt, at næmingarnir vera við til viðtaluna. Tá ið næmingur skal til viðtalu í skúlatíð, fer næmingurin út úr flokkinum (ella høllini) ta løtuna, og fer so inn aftur til undirvísing aftaná. :)

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

 

 

 

 

1/4 - 2016

Góðu næmingar og foreldur

Næmingarnir hava nú fingið nýggj pláss. Hetta hava tey flestu glett seg til. :)

Viðtalurnar vera í viku 15 og 16, og ikki í viku 14 eins og áður nevnt.

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

 

Góðu næmingar og foreldur

Hjartaliga vælafturkomin eftir eina vónandi góða páskafrítíð. :D

Vinaliga

Toymið :)

11/3-16

Góðu foreldur!

Nú verða aftur undanlandsroyndir. (Sí niðanfyri). Umráðandi er, at næmingarnir fyrireika seg til hesar royndir, m.a. við saman við tykkum at hyggja í aðrar landsroyndir, ið teir hava loyst her í skúlanum.

Allir næmingarnir fingu fríggjadagin eitt eftirmetingarskjal við heim, ið teir skulu svara uppá saman við einum foreldri. Vit fara at nýta hetta skjalið til viðtalurnar, ið verða í viku 14. Vit hava hesa ferð valt, at næmingarnir vera við til viðtalurnar.

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

 

4/3 - 2016

Góðu foreldur!

Nýggju vinabólkarnir eru farnir í gongd, og er tað stuttligt at hoyra um bólkar, ið longu hava verið saman tvær - tríggjar ferðir. :) Tit eru ófør. :) Tað er stuttligt at síggja, hvussu glað børnini framvegis eru fyri at verða boðin í vinabólk. :)

Tað gongur tann rætta vegin við at møta til tíðina, og eru vit nú komin niður á eini 8 - 10, ið møta ov seint. Vit vóru uppi á 20-25. :D

Næmingarnir lótu bláu mappuna inn í dag. Í 14 dagar hevur størsti parturin av næmingunum lisið ímillum onga og 35 síður. Góðu tit, lesingin er sera, sera umráðandi. At næmingarnir ikki tíma at lesa, er ikki ein orsøk at lata tey sleppa undan. Eina ferð tímdu tey heldur ikki at busta tenn. ;) Viðhvørt vita vit vaksnu best, og mugu taka avgerðir fyri tey. Um vit ikki gera tað, kann tað hava álvarsamar fylgjur við sær. 

Vinaliga stuðlið okkum í at gera børn tykkara til betri lesarar. :)

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

29/2-16

Góðu foreldur

Minnist til frídagin hósdagin 3. mars. Allir lærarar skúlans eru á skeið hendan dagin.

Vit eru nú byrjaðar at hava næmingasamrøður, og fara síðani undir viðtalurnar áðrenn páskafrítíðina. Tit frætta nærri um hetta. :)

Vinaliga

Toymið

 

19/2 - 16

Góðu foreldur!

Komandi viku verður støddfrøðivika. :D Hetta vil siga, at vit hvønn dag í 3. - 4. tíma fara at rokna. Allir flokkarnir standa fyri 5-7 rokniverkstøðum og næmingarnir sleppa so sjálvir at fara runt til tey ymisku verkstøðini og fylgjast við teimum, ið tey ynskja. Hetta krevur nógv sjálvsagi (selvdisciplin), av tí at vit ikki fáa gingið aftaná hvørjum næmingi og kanna eftir, at hann ger nakað. Gott hevði verið, um tit kundu prátað við barn tykkara um at royna at fáa sum mest burturúr, heldur enn at tímarnir fara til 'fjas'. :)

Gott vikuskifti :)

Vinaliga 

Toymið

 

12/2 - 16

Góðu foreldur

Vinabólkar: Nýggir vinabólkar verða gjørdir í komandi viku, so vónandi fáa tey síðstu hildið vinabólk, áðrenn næsti bólkurin byrjar. :) Liggur ikki fyri, er tað sjálvsagt í lagi. :)

Uppmøting: Hvønn morgun eru tað 15 - 20 næmingar, ið møta ímillum 3 og 20 minuttir ov seint. Vinaliga fáið hetta í rætt lag. Tað eru undantøk, men sum heild eru tað tey somu, ið koma ov seint. Tey vita sjálvi, hvørji tey eru. ;)

Heimaarbeiði: Tað eru somuleiðis hvønn dag eini 10 - 30 næmingar, ið ikki gera heimaarbeiði. Hetta órógvar sjálvsagt undirvísingina ómetaliga nógv, tá ið heimaarbeiðið er grundarlagið undir tí, ið vit skulu gera í skúlanum.

Veitslan: Vit vilja takka foreldraráðnum fyri, at tey enn eina ferð hava brúkt tíð og orku at skipa fyri hugnaði fyri næmingunum. :) Nógv varð gjørt burturúr til veitsluna. :D

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

5/2-16

Góðu foreldur!

Mánadagin er føstulávint og gleða vit okkum sera nógv at síggja allar tær stuttligu, kulu, óhugnaligu, fittu og flottu grýlurnar. :D Eftir at vit hava sligið tunnu, er ætlanin at fara inn í flokkarnar at hugna okkum saman. Her er tað tit koma inn í myndina ;)

Er tað nakar, ið kann baka føstulávintsbollar?

Um 2-3 bjóða seg, er talan um at gera eini 20 bollar í part. :) Um nakar ynskir at hjálpa við hesum, vinaliga sendið eitt sms á 280315. 

 Vinaliga

Toymið :)

 

Góðu foreldur!

Í komandi viku fara vit at hava eina undanlandsroynd. (Sí niðanfyri) Umráðandi er, at næmingarnir skilja, at hetta er ein undanroynd og at denturin hesa ferð verður lagdur meiri á at finna útav tí praktiska, um skipanin koyrir nóg væl, um næmingarnir duga at rita inn, osfr., heldur enn á úrslitini hjá næminginum.

Minnið børn tykkara á at lesa hvønn dag í í minsta lagi 20 min.

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

 

Góðu foreldur :)

Vit eru við at fáa gomlu vinabólkarnar avgreiddar, áðrenn næmingarnir skulu í nýggjar bólkar. Nakrir av bólkunum eru lidnir, men í trimum bólkum mangla tvey at halda + í einum bólki mangla trý at halda. Deiligt hevði verið, um allir bólkarnir vóru lidnir 12. feb. 2016. :) Um onkur av eini ella aðrari orsøk ikki hevur møguleika at halda vinabólkin, er tað sjálvsagt í lagi. :) 

Vit hava aftur lesiviku - so minnið børn tykkara á at hava eina bók klára hvønn morgun. :)

 

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

 

 

15. jan. 2016

Góður foreldur

Í 5. flokki avgjørdi toymið, at næmingarnir ikki sleppa at nýta telefonir, teldlar og aðrir skermar í skúlatíðini, og at teir tískil skuldu leggja hesi í skápið til skúladagurin var liðugur. Hesa avgerð hava vit verið sera glaðar fyri, av tí at næmingarnir eftir hesa avgerð fóru at spæla saman og práta saman, heldur enn at hyggja á hvør sín skerm, ella á skermin hjá einum øðrum.

Vit vilja nú bert kunna um, at hendan avgerð stendur við í 6. flokki, og at um næmingur ikki leggur telefonina í skápið, verður hon tikin frá næminginum og løgd niðan á skrivstovuna hjá varastjóranum, har tit foreldur verða noydd at heinta hana. Um varastjórin er farin heim, tá ið tit koma at heinta telefonina, kunnu tit heinta hana dagin eftir. - Besta loysnin er sjálvsagt, at næmingurin leggur telefonina í skápið, ella letur hana liggja eftir heima. :)

Lesivikan byrjar mánadagin. (Sí skriv niðanfyri) :)

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

 

 

 

8. jan. 2016

Góðu foreldur

Vit vilja ynskja tykkum eitt gott nýggjár og takka fyri gott samstarv í farna ári. :D

Sjónleikurin er nú farin aftur um bak, og eru vit sera ernar av, hvussu ófør børn tykkara/okkara vóru. :D

Nú verða vit tó noydd av álvara at fara í gongd við at arbeiða aftur í ymisku lærugreinunum. :) Nógvir tímar fóru til venjing heldur enn lesing o.a., so vit hava eitt sindur at vinna innaftur. :)

Tað eru alt ov mong, ið nærum einki hava lisið teir síðstu tveir mánaðirnir. Landsroynd verður í mai mánaði, og er lesing ein partur av hesi royndini. Góðu tit, fáið børn tykkara at lesa heima. Hóast tað ikki stendur í vikuætlanini, skulu næmingarnir lesa heima hvønn dag í 20 min. Hetta er avgerðandi fyri at gerast ein góður lesari.

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

 

 

 

Jólahaldið 2015 - Listin frá foreldraráðnum :)

Góðu næmingar og foreldur :)

Vit vilja ynskja tykkum eitt gott nýggjár og takka fyri gott samstarv í farna ári. :) Vónandi hava tit øll havt eina sera góða jólafrítíð. :)

Vinaliga

Toymið

 

4. desember

Góðu foreldur

Vit nýta framvegis nógva tíð uppá leikin, og tað gongur væl. Fleiri av búnunum eru ikki uppá pláss enn, og hevði tað verið ein ómetaliga stór hjálp, um tit kundu roynt at hjálpt við hesum - so vit ikki skulu taka okkum av 50 búnum. ;) Her hugsa vit ikki, at tit skulu keypa búnar, men t.d. um tit kundu kanna um til ber at læna klæðir frá onkrum, ið tit kenna. :) Um tit ikki koma nakran veg við tí, mugu vit royna at finna uppá okkurt her. :)

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

 

27. november

Góðu foreldur

Eins og tit síggja á vikuætlanini og óivað eisini hoyra frá næmingunum, nýta vit sera nógva tíð uppá sjónleikin. :) Næmingarnir eru óførir at spæla sjónleik, so tit hava nógv at gleða tykkum til. :D Umráðandi er, at næmingarnir venja nógv heima, og at tey fáa hjálp frá foreldrum ella systkjum. Viðvíkjandi búnum: Sí "Ymiskt" týsdagin seinnapart. :)

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

 

                                          

Hugnakvøld :)))

Týskvøldið 24. november kl. 18 fara næmingar í 6. flokki at hugna sær saman í Bowlinghøllini á Hálsi.

Vit fara at bowla og aftaná fáa vit burgara, kips, sodavatn og ís.

90 kr pr barn.

Vinarliga Foreldraráðið :)

20. november

Góðu foreldur

Næmingarnir hava nú fingið at vita hvønn leiklut tey hava í jólaleikinum, og hava somuleiðis fingið leikritið við heim. Tað er av stórum týdningi, at tey lesa væl uppá heima, saman við tykkum foreldrum. :) Tey flestu kláraðu seg sera væl í dag, tá ið leikirnir vóru tiknir ígjøgnum. Tað vóru tó nøkur, ið ikki høvdu lisið uppá, og tað var trupult hjá teimum. Um leikurin skal blíva so góður, sum vit ynskja og vóna, er týdningarmikið, at øll gera sítt til at fáa tað at ganga væl. :)

Jólahaldið verður 16. desember og vóna vit, at tað liggur fyri hjá tykkum øllum at koma. :)

Frá foreldraráðnum:

Viðvíkjandi hugnakvøldinum týskvøldið :)

Vit møtast í bowlinghøllini kl. 17.45, so vit eru klár at bowla kl. 18.

Næmingarnir syrgja sjálvir fyri at koma til og frá Bowlinghøllini.

Gott buss samband er oman: 2'arin fer kl. 17.30 frá Klingruni/Løgmannabreyt, men heimaftur er nakað av bíðitíð: 3'arin fer av Hálsi kl. 21.16.

Umboðini í foreldraráðnum verða sjálvandi við í Bowlinghøllini.

Síggjast :)

Vinaliga Foreldraráðið

 

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

 

 

 

 

2. okt. 2015

Góðu foreldur!

 

Vit høvdu ein sera hugnaligan morgun fríggjamorgunin og vilja vit takka teimum, ið tóku sær stundir at baka bollar til morgunmatin. :)

 

Mikukvøldið verður foreldrafundur fyri øll foreldur skúlans, har sera áhugaverdur og viðkomandi fyrilestur um talgildan demens er á skránni. Sí meiri kunning á forsíðu skúlans. Vónandi eru tað fleiri, ið taka sær stundir at koma. 

 

Gott vikuskifti :)

 

Vinaliga

Toymið

 

 

 

 

"Eg veit ein góðan seyðamann"

25. sept. 2015

 

Góðu foreldur!

 

Vit hava nú lagt bólkarnar (litirnir) undir "Ymiskt", so til ber at bjóða einum ella tveimum bólkum í føðingardag, um hugur er til tess. Minnist bara til, at gul og reyð eru saman og grøn og blá eru saman.

 

Fleiri mangla enn at binda bøkur inn. Vinaliga kannið eftir um allar bøkurnar eru bundnar inn hjá barni tykkara. Báðar enskt bøkurnar skulu bindast inn í ár.

 

Vinabólkarnir eru farnir í gongd, so tað er deiligt. :D Minnist endiliga til at siga tí næsta frá, um ikki liggur fyri at hava vinabólkin, tá ið ein eigur.

 

Vit vóru ein túr á Vísindavøku í iNOVA í dag eftir matarsteðgin. Studentaskúlanæmingar og lærarar teirra høvdu nógv stuttlig "eksperiment", ið næmingarnir kundu síggja, nerta við, drekka og royna. :D Møguleiki var eisini at práta við ymiskar granskarar. Ein sera góður túrur. :)

 

Minnist til viðtalurnar mánadagin, týsdagin og mikudagin. Sí "Ymiskt".

 

Gott vikuskifti :D

 

Vinaliga

Toymið

 

18. september 2015

Góðu foreldur!

 

Takk fyri ein sera góðan og jaligan foreldrafund. Ein serlig tøkk til foreldraráðið, ið skipaði fyri einum deiligum drekkamunni. :) Somuleiðis vilja vit takka foreldraráðnum fyri árið í fjør. :)

 

Foreldrafundurin:

 

Heilsufrøðingurin:

Kala Rajani tosaði um sálarligu heilsuna hjá barninum.

 

Samrøðubólkur:

Samrøðubólkur verður aftur í ár fyri børn, hvørs foreldur eru farin frá hvør øðrum. Tilboðið er í ár til børn í 6., 7., og 8. flokki.

 

Lærugreinarnar:

- Umráðandi er at næmingarnir lesa meira og venja tabellina.

- Næmingarnir læra seg nú at nýta roknimaskinu. Ein góð roknimaskina er:

 Texas instruments TI-30xs Multiview.

 

Trivnaður:

- Vit halda áfram at hava vinabólkar. Umráðandi er, at ein vaksin er til staðar, tá ið vinabólkur er, at tryggja, at øll hava tað gott. :)

- Ein góður háttur hjá foreldrum at stuðla undir trivnaðinum í flokkinum, er at bjóða heim í føðingardag. :) Eins og prátað var um á foreldrafundinum, ber nú til at bjóða heim á øðrvísi hátt enn áður. Vit hava valt at reyð og gul eru saman og grøn og blá eru saman.

Møguleikarnir at bjóða heim, um ein t.d. hevur ein drong í reyða bólki eru sostatt hesir:

 

1) Øll :D

2) Allir dreingirnir

3) Øll í reyða bólki

4) Allir dreingirnir í reyða bólki

4) Øll í reyða og gula bólki

5) Allir dreingirnir í reyða og gula bólki

 

Vónandi kunnu tit út frá hesum døminum rokna út, hvørjar møguleikar júst tykkara barn hevur, hóast talan ikki er um ein drong í reyða bólki. :D

(Bólkarnir liggja undir "Ymiskt")

 

Foreldraráðið 2015/16:

Martin D. Brodersen (pápi Jón og Kristinu)

Beinta Hermannsdóttir (mamma Elin Døgg)

Elsa Torkildshøj (mamma Fíu T.)

Eyðgunn Hansen (mamma Rannvá)

Julia F. Zachariasen (mamma Rakul)

 

Gott vikuskifti :)

 

Vinaliga

Toymið

 

15. september 2015

Góðu næmingar og foreldur! 

 

Í søgu/samtíð fara vit at arbeiða við evninum flóttafólk. Lesið tekstin niðanfyri og svarið spurningunum saman. Umráðandi er, at tit foreldur hjálpa næmingunum, um teir skulu leita á netinum, so teir ikki koma fram á alt ov ógvusligar myndir. 

 

Flóttafólk

Eitt evni, ið hevur fingið nógva umtalu í miðlunum seinastu tíðina, er flóttafólk, sum koma til Evropa. Sambært marknaeftirlitinum í ES komu 107.500 fólk til Evropa í juli 2015. Flestu flóttar, sum koma til Evropa, eru úr Sýria, Afganistan og Eritrea. Kannið í atlasi ella á netinum, hvar hesi lond eru?

 

Blíðar heilsur

Bergtóra 

 

 

Góðu foreldur!                                                                                                            2. sept. 2015

 

Vinabólkarnir eru gjørdir, (sí niðanfyri) og vilja vit heita á tykkum, um at byrja beinan vegin. ;)

 

Vit vilja somuleiðis minna tykkum á at skráseta tykkum av nýggjum, tá tit bíleggja mat í matarskipanini, soleiðis at flokkurin, sum barn tykkara gongur í, verður rættaður. :)

 

Næmingarnir vóru óførir at renna fríggjadagin og fingu vit eitt flott miðaltal á 13,1 km/næming.

 

Felags foreldrafundurin verður mánakvøldið 14. sept. kl. 19 - 21.

 

Gott vikuskifti :)

 

Vinaliga

Toymið

 

Góðu foreldur!

 

Vit gleða okkum at síggja tykkum mánakvøldið kl. 19 - 21 til foreldrafund. :)

Á skránni er:

- Heilsusysturin prátar um "Tað góða samskifti".

- Heilsusysturin og AKT - lærarin kunna um samrøðubólk

- Lærugreinar

- Landsroyndir

- Samskifti foreldranna millum

- Velja foreldraumboð

 

Gott vikuskifti :)

 

Vinaliga

Toymið

 

Søga/samtíð til fríggjadagin 28/8-15

 

Ger uppgávu trý í leinkjuni niðanfyri:

 

http://snar.fo/tema/samfelag-og-soega/loegtingsval/hadeild/valid-2015-valplakatir/

 

Veljið síðani 2 uppgávur sjálvi (úr leinkjuni omanfyri), ið tit práta um heima - saman við

                                                            einum vaksnum. :)

 

 

 

Góðu næmingar og foreldur!

 

So eru vit av álvara byrjaði aftur, og vilja vit minna á at hyggja inn á vikuætlanina hvønn dag. Harumframt vilja vit heita á tykkum at fáa børn tykkara at lesa hvønn dag í 20 min.

 

Minnist til:

At gjalda 100 kr.

At binda skúlabøkurnar inn.

At kanna eftir at pennahúsið er í lagi.

At vita um ein svørt ella blá plastmappa liggur heima. (blá og svørt til føroyskt + svørt til enskt).

At tekna hald til Strok - um tit hava hug :)

 

Gott vikuskifti :)

 

Vinaliga

Toymið :)

Góðu næmingar og foreldur :)

 

So er langa og vónandi góða summarfrítíðin av og vit gleða okkum øll at byrja aftur í skúla :D - ella í øllum førum at síggja hvør annan aftur ;) Næmingarnir hava fyribils fingið tímatalvuna og eitt strokblað. Harumframt hava tey fingið eitt pappír, har tað stendur, hvussu til ber at tekna eitt hald av Strok blaðum. Gott hevði verið, um øll gjørdu hetta á netinum. ;)

 

Næmingarnir fáa týsdagin tær flestu bøkurnar og umráðandi er, at hesar verða bundnar inn sum skjótast.

 

Vit fara aftur í ár at biðja tykkum gjalda 100 kr í part, ið fer til hefti, mappur, leikur og hugna. Vinaliga gjaldið peningin sum skjótast, nú vit longu hava keypt hefti og mappur. :)

 

Næmingarnir vera í sama bólki (liti) í ár sum í fjør, men í ár verða tað grøn + blá og reyð + gul, ið hava enskt og N/T saman.

 

Brynhild Nolsøe er ikki flokslærari longur í flokkinum, men heldur tó tíbetur áfram bæði í føroyskum og donskum. :) Ása í Jákupsstovu er komin í hennara stað og bjóða vit henni at vera hjartaliga vælkomin. :D Ása fer at undirvísa í H/L og er somuleiðis inni í støddfrøði og í føroyskum.

 

Tað verða Eydna og Sigrid, ið hava viðtalurnar hjá grønum og reyðum, og Guðrun og Ása, ið hava viðtalurnar hjá gulum og bláum. :)

 

 

Vinaliga

Toymið :)

 

5. juni 2015   Góðu næmingar og foreldur :)

 

Niðanfyri síggja tit leinkjuna til brævið um seturskúlan. :D Lesið endiliga alt brævið, og minnist til at gjalda í seinasta lagi týsdagin.

 

Hóast vit øll gleðast um, at summarfrítíðin nærkast, so er umráðandi at næmingarnir framvegis minnast til at gera skúlating ;)

Vit hava savnað bláu mappurnar inn, har næmingarnir skriva í, hvussu nógv teir lesa hvønn dag. Út frá mappunum sæst, at flestu næmingarnir lesa alt ov lítið. Eins og vit nevndu til viðtaluna, so er lesingin grundarlagið undir øllum, og sostatt alneyðug at raðfesta fyri at tryggja barninum eina góða skúlagongd. 

 

Vinaliga

Toymið :)

29.05.15  Góðu næmingar og foreldur!

 

Vit hava tikið avgerð um at fara á seturskúla 11. juni. Vit fara til Viðareiðis og sova har eina nátt. Tit fáa meiri kunning um hetta í komandi viku. 

 

Vinaliga

Toymið :)

22.05.15  Góðu næmingar og foreldur!                 

 

Í samband við at skúlin hevur fingið eitt virðisgrundarlag, fingu næmingarnir fríggjadagin ein faldara, o.a. við heim. Lesið endiliga faldaran saman við barni tykkara. Vit høvdu ein sera góðan evnisdag fríggjadagin um virðini. Vit arbeiddu serliga út frá orðinum "Virðing".

Brynhild og Sigrid eru á skeið mikudagin - fríggjadagin.

 

Gott vikuskifti og góðan frídag mánadagin :)

 

Vinaliga

Toymið

Góðu næmingar og foreldur!

 

Tríggir mans koma í starvsvenjing í 5.flokki í viku 21 - 22. :) Teir eru læraralesandi á fyrsta ári. Talan verður mest um eygleiðing, men eisini fara teir at standa fyri eitt sindur av undirvísingini. Teir vera við í støddfrødi, føroyskum, ítrótti og søgu.

 

 Vinaliga

Toymið

Seinasti skúladagur hjá 9.flokki

 

Hósdagurin 21. mai er seinasti skúladagur hjá 9.flokki.

 

Í hesum sambandi hevur 9. flokkur lagt eina fjølbroytta skrá fyri dagin.

1. og 2. tíma er vanlig skúlagongd.

3. og 4. tíma verður undirhald og skemt í námsfrøðiliga deplinum og aftaná verður fótbóltsdystur í móti lærarum :)

Ítróttur

 

Í ítróttartímanum í dag sótu fleiri næmingar og hugdu heldur enn at vera við. Minnist til at geva barni tykkara ein seðil við, tá ið tey ikki kunnu luttaka í undirvísingini.

 

Vinaliga

Toymið