Boðklivin

Diktat til 11. sep

SMÁKONFIRMANTAR Í HOYVÍKAR KIRKJU 
Góðu foreldur 
Týsdagin 1. september kl. 13.45 byrja vit aftur við smákonfirmantum í Hoyvíkar kirkju. 
Tilboðið er fyri øll børn í 4. flokki – uttan mun til, um tey seinni skulu fermast ella ikki. 
Endamálið er at geva børnunum høvi at læra meira um kirkjuna og kristna trúgv á ein hátt, sum hóskar til aldur teirra. 
Vit fara millum annað at hoyra bíbliusøgur, læra um kirkjuna og tað, sum fer fram í henni, og tosa um kristna trúgv. Samstundis leggja vit dent á, at børnini skulu hava tað gott saman. Tí verður eisini tíð til spæl og hugna, og børnini fáa ein bita at eta. 
Vit høvdu smákonfirmantar í Hoyvíkar kirkju á heysti 2024, og tá royndist tilboðið væl. Tí vilja vit fegin bjóða børnunum í 4. flokki hetta tilboðið enn eina ferð. 
Vit hittast fyrstu ferð týsdagin 1. september kl. 13.45 í Hoyvíkar kirkju. 
Øll børn í 4. flokki eru vælkomin. 
Blíðar heilsanir 
Bergtórur Hjelm Bjarkhamar og Theodor Eli Dam Olsen 
prestar í Hoyvíkar kirkju 

Rokning til hósdagin 27. aug

Rokning til mikudagin 26. aug

Flokslærarabólkar

Bólkalitir

 

    Ongar myndir

Felags gongutúrur

Útferð - seinni í summar

Vit hava avgjørt at útferðin hjá 3.fl í ár verður í Kaldbak. Dato ikki sett á enn, tí vit bíða eftir góða veðrinum :) Tit fáa tó kunning um dagin longu nú, so tit skjótt kunnu gera børnini klár at leypa avstað, tá ið veðrið verður gott.

Vit møta øll í skúla kl 08:00 og taka bussin til Kaldbaks kl 08:45. Vit eru aftur i Hoydølum kl 14:43, so tit kunnu heinta børnini í busssteðgistaðnum við Mannbrekku tá.

At hava við:
Skiftiklæði
Handklæði
Stóran, góðan matpakka
Vatndunk
Okkurt lekkurt - tó við máta.

Diktat 20.03.26

Kasper er en lille hund. Den bor i en stor have. Men en dag løber den ud af haven og hen ad vejen. Og så kommer den til en sø.

Fyrisøgn til 26. feb

Foreldraviðtalur

Hey tit :) 
So er aftur tíð til viðtalur. Viðtalurnar vera týsdagin 17. mars og mikudagin 18. mars. Hesa ferð ætla vit tó ikki at innkalla øll. Vit senda sms til teirra, ið vit ynskja at síggja til viðtalu, men hava tit tørv á at sleppa at tosa við okkum, eru tit vælkomin til tað. Sendið okkum so eini boð hesa vikuna, so geva vit tykkum eina tíð. 

Toymið :)

Fyrisøgn til 19. feb

Støddfrøði heftið. Síða 27.

Fyrisøgn til 27.11.25

Santa Lucia

Sum vanligt er, er tað 3. flokkur, sum skal lesa jólaevangeliið til jólahaldið. Vit fara komandi dagarnar at geva næmingunum setningarnar, ið teir skulu lesa. Tað er umráðandi, at børnini venja hesar setningar væl heima, so tey kenna seg trygg, tá ið tey skulu lesa framman fyri nógvum fólkum. Tá ið jólahaldið nærkast, fara vit at venja santa lucia og jólaevangeliið saman við næmingunum.

Øll fingu møguleika at lesa til jólahaldið, men tey, sum hava bjóðað seg fram eru: Freya Elena, Marin, Jóas, Sarita Maria, Lý, Ester L. William André,  Anna Sára, Luna, Helena, Bóas, Inger Paulina, Lilja Ró, Brandur.

Vinarliga tosið við børnini um, at mann ikki kann leypa frá. Um mann hevur meldað seg til, er tilmeldingin bindandi, tí tey fáa øll hvørt sítt stykki, sum tey skulu venja og lesa. 

3.fl útiskúli 2025-26     Myndir

Samandráttur av foreldrafundi 19.08.25

Útferð til Nólsoyar 20. mai 2025

Góðu tit,

 

Í samband við Umhvørvisvikuna 2025, bjóðar Margarinfabrikkin 1. til 4. flokki í skúlunum, á umhvørvisveiðu í døgunum 5. til 9. mai. Evnini í ár eru, burðardygg menning, góð heilsa og vælferð, burðardyggir býir og bygdir, og ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla.

  

Børnini fara at vitja ymiskar postar niðri í Havnini, sum viðgera evnini. Høvi verður at práta um evnið, og at svara ymiskum spurningum.

 

Túrurin tekur uml. ein og ein hálvan tíma. Minnist til at vera ílatin eftir veðrinum.

 

Morgunmatur fríggjadagur 15. des.

Mín jólabók - bíleggingarseðil (13.11.2023)

Innbjóðing til felags foreldrafund

Myndatøka sept. 2023 (19.09.2023)

Faldari: Lesing - ein góð byrjan