Stuðulsbólkur
Skúlin skal altíð hava ein stuðulsbólk. Í honum sita 3 - 5 áhugaðir lærarar, umboð fyri leiðsluna og heilsufrøðingurin. Ein av lærarunum er formaður í bólkinum.
Uppgávan hjá stuðulsbólkinum er
- at virka sum stuðul, har tørvur er á tí
 - at taka saman um og eftirmeta tiltøk í árinum, sum fór
 - at fylgja við, hvat kemur út av viðkomandi tilfari og á annan hátt halda við líka og nema sær nýggja vitan um evnið
 - at dagføra tilbúgvingarætlanina og heimasíðuna
 - at kunna nýggjar lærarar um tilbúgvingarætlanina
 - at kunna heimini um tilbúgvingarætlanina
 - stuðulsbólkurin skal hava regluligt samband við sóknarprest hava eina sorgarbók, har hendingar verða skrivaðar í, dagfestingar o.a. Uppgávan er at fylgja við í teimum einstøku førunum (minnast ársdagin). Formaðurin í bólkinum hevur høvuðsábyrgdina av, at bókin altíð er dagførd
 
Stuðulsbólkurin kann eisini
skipa fyri fundum, fyrilestrum ella evnisdøgum
kunna aðrar lærarar um nýtt tilfar, skeiðstilboð o.s.fr.
 
Uppgávan hjá leiðsluni
- syrgja fyri, at flaggið verður vundið í hálva stong
 - syrgja fyri, at dagførdar “telefonketur” eru fyri hvønn flokk og lærarar
 - taka sær av møguligum samskifti við fjølmiðlar
 - senda blómur/krans
 - ringja til heimið og greiða frá, hvat hendir í skúlanum t.d. til minningarløtuna