Skúlasálarfrøðingur

Skúlasálarfrøðingur

Skúlin við Løgmannabreyt er farin undir eina royndarverkætlan at bjóða næmingum møguleika at koma at tosa við skúlasálarfrøðing.

Í hesum sambandi er tíðaravmarkað avtala gjørd við Herborg Haraldsen, sálarfrøðing, nevniliga tíðarskeiðið 1. feb. og restina av skúlaárinum. 

Orsøkin til, at farið verður undir verkætlanina er viðurskifti, sum í løtuni gera seg galdandi í millum børn og ung, ið stríðast við sálarheilsu, trivnað, skúlaaftran o.s.fr.

Skúlin sær tað sum ein framíhjárætt at fáa henda møguleika.

Endamálið við tilboðnum er at gera eina meting um teir ágóðar, sum ein staðbundin sálarfrøðingur í skúlanum kann hava við sær. Tilboðið er ætlað at betra um sálarheilsuna og at stuðla upp undir trivnað hjá næmingunum.

Næmingar, sum ynskja at koma í samband við skúlasálarfrøðingin kunnu venda sær lærarar, førleikastovuna, heilsufrøðingin ella beinleiðis til skúlasálarfrøðingin.