Landsroyndir hjá 4. flokki 2025
Góðu næmingar og foreldur
Landsroyndirnar standa nú fyri framman, sí tíðirnar niðanfyri. Vert er at leggja til merkis, at næmingarnir møta í skúla til vanligu tíðirnar. Tá ið roynd ikki er, er vanlig skúlagongd.
Næmingar kunnu taka tilfar og bøkur, sum verða nýttar í samband við lærugreinirnar, við til royndirnar, t.d. roknibókina, Gulu bók, tabellir, notat/uppskrivingar.
Royndirnar verða gjørdar á teldu. Til ber at fara á netið í øllum lærugreinunum at finna tilfar .
Til royndina í støddfrøði skulu næmingarnir hava skriviamboð við til at gera útrokningar. Næmingurin hevur ikki loyvi at brúka lummaroknara í støddfrøði og tað er ikki loyvt at brúka lummaroknara á telduni/netinum. Heldur ikki er loyvt at nýta avritingarforrit t.d. (Photomath) til loysn av uppgávum í støddfrøði.
Næmingurin hevur loyvi til at samskifta við umsjónarfólkini/vaktirnar í royndarhølinum. Alt annað samskifti er ikki loyvt.
Vinarliga
Høgni Joensen, skúlastjóri
Tiðarkarmur til ladsroyndinina 2025, 4. flokkur
Týsdagin 08. apríl 2025
08.00 Møta
08.15 – 09.00 Lesifatan - føroyskt
Mikudagin 09. apríl 2025
08.00 Møta
08.15 – 09.00 Staviførleiki - føroyskt
Hósdagin 10. apríl 2025
08.00 Møta
08.15 – 09.00 - støddfrøði
Fríggjadagin 11. apríl 2025
08.00 Møta
08.15 – 09.00 Náttúra og tøkni
Meira um landsroyndir er at lesa her: https://provstovan.fo/folkaskulin/landsroynd/