Felags missur
Hevur næmingur verið leingi burtur vegna sjúku ella annað
- Flokslærarin/toymið tosa saman og tosa við foreldrini fyri at kunna seg um støðuna
- Avtala kann verða gjørd við foreldur um kunning inni í flokkinum
- Flokslærari kunnar flokkin og starvsfelagar
- Tosað verður við teir flokkar, har tann sjúki hevur systkin
- Flokslærari ella annar lærari, sum eru tætt knýttur at næminginum, skipar fyri tiltøkum – t.d. vitjan á sjúkrahúsi ella heima, senda brøv/tekningar og føðingardagsgávu
- Gera vitjanarlista í samráð við foreldrini
- Næmingurin verður kunnaður um tað, sum fyriferst í skúlanum, so hann alla tíðina kennir seg knýttan at hópinum
- Flokslærarin kunnar toymið og hinar lærararnar við hóskandi millumbili um støðuna
- Flokkurin ger tiltøk, tá ið næmingurin kemur aftur, t.d. hugnatíma