Góðu foreldur!
Hendan vikan verður rættiliga øðrvísi, av tí at vit fara at hava evnisviku. Evnisvikan í ár verður SVL - samfelagið :D
Allir næmingarnir eru partur av SVL - samfelagnum, antin sum næmingar (1.flokkur) ella sum lærarar, bakarar, djóraansarar, bankafólk, oa (2.-9.flokkur).
Næmingarnir í 1.flokki hava sostatt partvíst vanliga skúlagongd. Vit fáa tó eldri næmingar inn í flokkin, ið hava valt at arbeiða sum lærarar hesa vikuna. Tey hjálpa til og koma at standa fyri onkrum aktivitetum eisini :D
Mánadagin verða vit bara inni í flokkinum, men týs. - frí. er SVL samfelagið opið. Vit býta tey í bólkar og tey sleppa runt at royna ymiskt saman við okkum og okkara 'eyka'lærarum.
Hetta plagar at vera ein ómetaliga stuttlig og góð evnisvika :D
Mikudagin hittust vinaflokkarnir 1. og 5.flokkur. Tey hittust í høllini og spældu ymisk spøl saman. Tey hugnaðu sær óført og tey í 5.flokki vóru sera fitt og umhugsin.
Tað eru 27 næmingar í 5.flokki, so tey flestu hava 2 floksvinir í 1.flokki. :)
Takk fyri góða uppmøting til SSP foreldrafundin. Tað, ið tit komu við, verður sent til Mirjam í komandi viku, ið leggur tað á tykkara Facebook síðu :)
Vinaliga
Toymið