Altjóða dagurin til minnis um holocaust og onnur fólkadráp 27. januar 2025
Altjóða dagurin til minnis um holocaust og onnur fólkadráp nærkast nú av álvara. Sum tykkum kunnugt, seta vit í ár sjóneykuna á fólkamorðið í Kambodja nú 50 ár eru liðin, síðan Reyðu Khmerdrápini tóku seg upp. Frá 1975 og fýra ár fram kravdu drápini um 1,7 milliónir mannalív. Tey flestu doyðu í hungri og av sjúku, men stýrið avrættaði eisini nógv. Tvingsilsarbeiði, tvingsilsflutningur, píning og eftirlit vóru nøkur av amboðunum, sum stýrið brúkti at kúga fólkið við.
Í skúlanum við Løgmannabreyt
Skúlin við Løgmannabreyt verður vertsskúli í ár, og stroymt verður til allar framhaldsdeildir og miðnámsskúlar, og fólk annars, ið hava áhuga at fylgja við. Stroymt verður um opnu undirvísingarsíðuna Snar. Tað er fyrstu ferð at eitt land í Asia verður tikið upp á degnum, og fyrstu ferð at ein skúli í Havn er vertsskúli.
Fólkadráp í Kambodja
Skráin er fjølbroytt og viðkomandi. Súsanna Eikholm, søgufrøðingur, gevur eitt søguligt baksýni um fólkadrápið í Kambodja. Vit vísa ein film við fólki úr Kambodja, sum búgva í Føroyum og Turid Dyssegaard greiðir frá um tíðina, tá hon og maðurin, Áki, eitt tíðarskeið arbeiddu í landinum.
Støður, sum skapa polarisering
Fyriskipararnir av holocaustdegnum hava gjørt av, at umframt at varpa ljós á Kambodja, verður nomið við aktuellar støður, har spurningurin kann setast við, um talan er um fólkamorð. Tað fyrsta evnið verður um okkara fatan av Ísrael og støðuni í Gaza í dag. Høvið er, at ein av mest lisnu høvundum í føroyskum, Marjun Syderbø Kjelnæs, hevur skrivað skaldsøguna ”Marta Marta”, har hon hugleiðir um at vera í kibbutz í Ísrael fyri 30 árum síðan, og hvussu fólk her heima tosa um Ísrael. Vit skifta orð við Marjuna um nýggju skaldsøguna. Eisini fer sálarfrøðingurin Birita Lamhauge Jóansdóttir at greiða frá um, hvat polarisering er, og hví tað fer fram.
Sætti holocaustdagur
Altjóða Holocaust dagurin 2025 er tann sætti av sínum slag, síðan dagurin við løgtingslóg varð ásettur í 2017. Allir merkisdagarnir eru tøkir á video, og kunnu síggjast á https://snar.fo/holocaust
Tað eru Nám og Amnesty International Føroyar, sum samskipa holocaustdagin. Samskipari er Ólavur í Geil.