Foreldraumboð skúlaárið 25/26
Kristianna (mamma Martin)
Bjørg (mamma Villiam)
Anna Elisabeth (mamma Jonu)
Katrin (mamma Magnus)
Kristianna (mamma Martin)
Bjørg (mamma Villiam)
Anna Elisabeth (mamma Jonu)
Katrin (mamma Magnus)
Spælibólkar skúlaárið 23/24:
1. Sveinur, Magnus, Gilli, Bjørg, Rebekka og Amanda.
2. Andrea, Jón, Kjartan, Kobe, Unn Grith og Sarah Isabella.
3. Rúna, Lilja, Røskva, Thea, Villam og Tjálvi.
4. Hanus, Heðin, Jóhannes, Rakul, Rannvá og Ranja.
5. Baraldur, Elin, Emma Ró, Hugin og Jóhann.
6. Viktor, Eliam, Leif, Jona, Helena og Eyð.
Vit mæla til, at spælibólkur verður hildin heima hjá hvørjum næmingi eina ferð skúlaárið 23/24. Foreldrini avgera sjálvi, nær tey bjóða heim til spælibólk.
Nú eri eg farin í barnsburðarfarloyvi, og eg fari tí at takka tykkum fyri tíðina, ið eg slapp at vera lærari hjá tykkum. Tit eru øll so sera fitt og røsk, og eg fari at sakna tykkum sera nógv! Tíbetur búgvi eg nær við skúlan, so eg trilli framvið av og á fyri at heilsa uppá tykkum. Til tykkum foreldur vil eg takka fyri sera gott samstarv. Framyvir vera tað Dorrit og Beinta, sum vera kontaktlærarar. Sí yvirlitið niðanfyri.
Bestu heilsur
Mirjam
Hey tit!
Nú nærkast, til vit fara suður til Vágs at spæla skúlafótbólt. Vit møta niðri á Farstøðini hósmorgunin 16.06.2022 kl 8.15. Smyril siglir kl 8.45.
Tað er loyvt at hava 100 kr við. Tað er til at keypa fyri á veg norður aftur. Vit keypa ikki á veg suður.
Annars skulu tey hava:
· Góð klæðir, eisini at sparka í. Tað kann vera eitt sindur kalt í Marghøllini.
· Vit eru inni í Marghøllini, so gaggir er ikki heilt neyðugar, men góðir skógvar.
· Stóran og góðan matpakka. Vit koma aftur umleið kl. 19.30.
· Um tey eiga eina FC Hoyvík ella H71 blusu ella okkurt svart, so hevði tað verið óført.
Vit fara ikki at svimja, so tað er ikki neyðugt at taka svimjiklæðir við.
Lærarar við á ferðini eru:
Mirjam 227041
Beinta 280324
Hans Karl 280335
Vit møtast á Kongabrúnni í seinasta lagi kl. 7.30.
At hava við: skiftiklæðir, handklæði, matpakka og drekkidunk. Um tit hava hug, kunnu tit hava glúp, tráðu, bólt ella aðrar leikur við. Vit hava fingið loyvi at leggja taskur oa. í húsini hjá Rannvá og Rúnu. Vit sleppa eisini at læna vesið :)
Tit kunnu taka 30 kr við ella hava bomm el. við fyri 30 kr.
Kl. 13.00 sigla vit heim aftur og eru á Kongabrúnni um 13.30 tíðina. Vit ganga saman niðan í Steinatún, og taka bussin niðan aftur í skúlan. Um onkur ynskir at koma eftir barninum á Kongabrúnni, eru tit vælkomin til tað.
Tá ein stjørna fer á flog
Tá ein stjørna fer á flog
Send títt hjartans ynski so
Skal hin stjørnuharri mikli
Hoyra teg
Tá tín trúgv av hjarta ber
Eingin bøn ov mikil er
Tá ein stjørna blonk man falla á tín veg
Lívið er
Títt egna lagnusmíð
Ið smílir hátt úr ský
Frá himmalstjørnum
Tá ein stjørna fer á flog
Er hon himmal sendiboð
Tekin um, tú fært tað,
sum tú ynskir nú
Can you feel the love tonight (endasangur)
And can you feel the love tonight?
It is where we are
It's enough for this wide eyed wanderer
That we got this far
And can you feel the love tonight
How it's laid to rest
It's enough to make kings and vagabonds
Believe the very best
Góðu foreldur.
Mánadagin 13. desember fekk eitt starvsfólk í Frítíðarskúlanum staðfest korona. Viðkomandi var seinast til arbeiðis fríggjadagin 10. desember. Landslæknin metir, at av tí, at viðkomandi fekk sjúkutekin sunnudagin, telja tey 48 tímar aftur frá tí degi, og tí skulu øll børnini í 1., 2. og 3. flokki, sum vóru í frítíðarskúla fríggjadagin 10. desember testast skjótast gjørligt og 6. dag, sum er hósdagin 16. desember. Tit bíleggja tíð til kanning á korona.fo
Viðkomandi persónur hevur verið mest knýttur at børnunum í 1. og 2. flokki og í ávísan mun at børnunum í 3. flokki.
Hevur tú spurningar ella ivamál, ið snúgva seg beinleiðis um korona, kanst tú senda ein teldupost til corona@arb.fo ella ringja á tlf.: 664400.
Vinarliga
Birita Kjærbo Mortensen
Leiðari
Mítt telefonnummar er 584080, um onkrir spurningar eru.
Her eru nakrar stuttligar rokniheimasíður, sum hoyra til roknibókina. Tvey teyð fyrstu linkini eru til 1. flokk, men kann tillagast, so tað er eitt sindur truplari.
Tey bæði seinnu linkini, eru til 2 flokk.
https://podium.gyldendal.no/mno1-4/1a
https://podium.gyldendal.no/mno1-4/1b?location=menuItem_7#menuItem_7
https://podium.gyldendal.no/mno1-4/2a
https://podium.gyldendal.no/mno1-4/2b
Góðu næmingar og foreldur
Vit hava í dag fingið fráboðan um, at ein koronatilburður er staðfestur í 2. flokki. Næmingurin var í skúla fríggjadagin.
Heitt verður tí á allar næmingar í 2. fl. um at lata seg kanna sum skjótast.
Skúlaleiðslan vil við hesum inniliga heita á foreldur og børn at vera serliga varin komandi dagarnar.
Um næmingur hevur sjúkutekin ella ábending um sjúkutekin, verður hon/hann biðin um at vera heima og lata seg kanna alt fyri eitt.
Kærar heilsanir og alt tað besta.
Skúlin við Løgmannabreyt
13.30: Unn Grith
13.45: Thea
14.00: Helena
14.15: Rannvá
14.30: Rúna
Elin: 13.30
Villiam: 13.45
Dávid: 14.00
Teitur: 14.15
Jón: 14.30
11.45 - Bjørg
12.00 - Andrea
12.15 -
12.30 - Amanda
12.45 - Magnus
13.00 - Heðin
13.15 - Jóhannes
13.30 - Sveinur
Mándagin 4. oktober:
11.45 - Jóhannes
12.00 - Eyð
12.15 - Rakul
12.30 - Ranja
12.45 - Viktor
13.00 - Eliam
13.15 - Sarah Isabella
Týsdagin 5. oktober:
15.15 - Dánjal
15.30 - Tjálvi
15.45 - Kjartan
13.30 - Røskva
13.45 - Rebekka
14.00 - Unn Grith
14.15 - Baraldur
14.30 - Gilli
14.45 - Hanus
15.00 - Hugin
15.15 - Kobe
Minnist til at hjálpa barninum at pakka taskuna. Bøkur skulu við aftur í skúla. Syrg fyri at blýantur, viskileður o.a. liggur í pennahúsinum. Bøkur, ið hava fingið klisturmerki eru lidnar, og skulu ikki við aftur í skúla. Skúlataskan kann blíva tung, um nógv óneyðugt liggur í henni.
Vit halda fram við, at øll hava eina føðingardagsgávu við fyri 100kr. Dreingir keypa til dreingir, og gentur keypa til gentur.
Reyð+gul og blá+grøn halda føðingadag saman. Ella bjóðar næmingurin øllum gentum ella øllum dreingjum í føðingardag.
6. flokkur er vinarflokkum hjá okkum. Vit gera ymisk tiltøk saman 2-3 ferðir um árið.
Yvirlitið liggur í boðklivanum. Raðfylgjan er eitt uppskot. Tað ber til at býta um við onkran annan í sama bólki. Um tað ikki liggur fyri at hava spælibólk, gev so tí næsta boð, so tað ikki steðgar upp. Tosað var um, at foreldur geva boð, um ikki ber til at støkka inn á gólvið.
Vinarliga gevið okkum boð, um barnið er sjúkt.
Eftir ætlan vera fleiri tiltøk vera í skúlanum hetta skúlaárið. Børn hjálpa børnum verður 26. november kl. 15.00-17.00 og jólahaldið verður 16. desember kl. 16.00.
Venda manglandi undirtøku, bleiv fundurin avlýstur í fjør. Fundur verður seinni í heyst og vónandi verður undirtøkan góð og øll børnini umboðað.
Katrin (Magnus)
Anna Petra (Magna og Mattias)
Anna Marita (Hanus)
Jóhanna (Lilja)
Christina (Rannvá og Rúna)
Poula (Jóhannes)
________________________________________________________________________________________________
Týsdagin 8. juni fara vit útferð til Nólsoyar. Vit fara av Havnini kl 07:45, so allir næmingarnir møta á Burstanga kl 07:30 - stundisliga.
At hava í taskuni:
Góðan matpakka og drekkidunk
Skiftiklæði
Handklæði
Svimjiklæði/okkurt at vassa í - um tit hava hug
Bomm/sodavatn ella líknandi fyri 30 kr.
Gott lag ;)
Fartelefonir eru ikki vælkomnar við á túrin! Eru átrokandi boð, hava allir lærararnir telefon.
Vit fara úr Nólsoy kl 13:00 og eru á Havnini kl 13:30. Vit taka bussin niðan aftur í skúlan, men tit eru eisini vælkomin at heinta børnini á Bursatanga.
Vit gleða okkum til ein góðan túr :)
Hans Karl, Dorrit, Beinta og Mirjam
Eg skal kunna um, at í januar, februar og mars kemur Anja Heinadóttir Hammer í starvsvenjing hjá mær sum heilsufrøðingur. Hon er skúkrarøktarfrøðingur við drúgvum royndum. Hetta er hennara seinna starvsvenjing, tí hon var eisini her í heyst, og kennir tí væl skúlan og næmingarnar. Ì hesum føri kemur hon at arbeiða meira sjálvstøðugt, tó komi eg at hava endaligu ábyrgdina fyri arbeiðinum.
Vinarliga heilsan
Kala Rajani Hansen
Heilsufrøðingur
Tlf. 562338
arb. Mánadag - mikudag
Her eru tabellsangir. Tit finna teir uttast til høgru á síðuni.
Vit fara við hesum, at kalla foreldur at børnum í bláum bólki til foreldrasamrøður. Vit byrja kl. 11.35 hósdagin 22. okt. Um tað ikki liggur fyri hjá onkrum eitt givið klokkuslett, so kunnu tit royna at býta um við onkran annan í bókinum. Riggar tað ikki, so finna vit eitt nýtt tíðspunkt.
Viðtalurnar verða í fundarhølinum, sum er við høvuðsinngongdina. (Vit plaga at kalla tað fundarhølið ímillum wc´ini)
Raðfylgjan hjá bláum bólki:
Kobe kl. 11.35
Røskvá kl. 11.50
Unn Grith kl. 12.05
Lilja kl. 12.20
Baraldur kl. 12.45
Gilli kl. 13.00
Hanus kl. 13.15
Hugin kl. 13.30
Rebekka 13.45
Vinaliga
Hans Karl
Tlf. 280335
Góðu foreldur í 1. flokki
Vit eru nú komin væl inn í fyrsta skúlaárið, og tað hevur gingið sera væl. Gott arbeiðslag er í flokkinum, og tað sýnist sum, at næmingarnir trívast.
Í føroyskum hava næmingarnir lært bókstavirnir á, l, s, í, ó, t, i, b, e, g, n, r og h. Vit fylgjast í "Súlan arbeiðsbók 1" og "Vit skriva". Í lesibókunum er ikki meiningin, at næmingarnir fylgjast, tí vit geva nýggja lesibók, tá tørvur er á tí. Firvaldsbókin eigur at liggja í skuffuni í skúlanum.
Fyri at menna lesiførleikan er tað sera umráðandi at lesa hvønn dag - eisini í heystfrítíðini.
Í støddfrøði hava næmingarnir lært at skriva tølini 1-10, og fleiri eru liðug við Rokning 1 a-b.
Eftir heystfrítíðina vera foreldraviðtalur. Nærri boð koma seinni.