Fyrisøgn 8 (til mikudagin 27.5.)
Robinsonlegan í Vágum er av. Høgnar er júst komin aftur til Vágs. Hann er móður, tí tað hava verið strævnir dagar.
Ringast var at siga øllum børnunum farvæl, nú tey høvdu livað so tætt saman eina heila viku.
Høgnar hevur fingið vinfólk fyri lívið. Serliga væl er hann vorðin við Helgu úr Íslandi og Mattias úr Svøríki, ið bæði vóru í hansara bólki. Høgnar hevur biðið Silju og Høgna úr Sandavági koma til Vágs í summarfrítíðini. Tad vildu tey fegin, so hann gleðir seg longu. Tá ið tey koma, ætlar hann at vísa teimum Suðuroynna, sum hann er so errin av.