Føroyskt

Spurningar til kap. 6, Brennivargurin

Fyrisøgn, fríggjadagin 20. jan. 2023

Fyrisøgn til 30. september 2022

Kunning um føroyskt

tilfar og undirvísing

Í føroyskum arbeiða vit í NEM í triðja og NEM mál í triðja. NEM er ein samanrenning millum    munnligt og skrivligt arbeiði, og vit koma víða um í tekstsløgum og huglagi. 
Onkrar uppgávur leggja dent á at læra ymisk yrkishugtøk í lærugreinini, aðrar leggja dent á tað skapandi bæði innan munnliga og skrivliga frásøgn, meðan uppaftur aðrar geva næmingunum grundleggjandi kt-førleikar.
Vit hava eina lesiløtu 4 dagar um vikuna. Tá verður lisið við næmingunum og tey lesa eisini sjálvi. Næmingarnir loysa eisini krabbauppgávur (uppgávur til bøkurnar sum tey lesa) ella gera bókaummæli.
Vit hava eisini firvaldsbøkur, sum næmingarnir kunnu arbeiða í tá tey eru liðug við eitthvørt. 

Vit skriva út á vikuætlanina hvørjum vit arbeiða við. Um tað er okkurt sum tey ikki blíva liðug við í skúlanum, mugu tey gera tað liðugt heima til næsta dag. 

 

Fyrisøgn 3 í NEM - mál í triðja


Eg eiti Lív. Eg eri 9 ár og gangi í triðja flokki. Mær dámar sera væl at dansa

og sparka bólt. Beiggi mín tímir als ikki at sparka,men hann tímir at svimja.

Hann svimur ofta til kappingar, og tað er hann stoltur av. Hann hevur vunnið

nógv heiðursmerki. Onkuntíð vinna vit, tá ið vit spæla fyst, men vit hava

ongantíð vunnið FM.

Fyrisøgn 4 í NEM - mál í triðja


Her standa eini lítil hús. Hvør man búgva her?

Eg veit, at ein gamal maður býr her, men eg veit ikki, hvussu hann eitur.

Eg veit heldur ikki, hvat hann ger.

Hvat man hann gera?

Hvussu sær hann út, og hvørjum klæðum er hann vanliga í?

Hvar man hann vera?

Hvønn sært tú har?