Føroyskt

Fyrisøgn til 31. mai 2024

Fyrisøgn til 19. apríl 2024

Fyrisøgn til 12. apríl 2024

Lesing fram til summarfrítíðina

Av tí at tað verða fleiri frídagar, og vit fara túrar og til tiltøk, so er tað ikki vist, at vit klára at lesa við øllum hvørja viku fram til summarfrítíðina. Grundað á tað, hava næmingarnir fleiri bøkur heim við hvørja ferð.


Um tað skuldi hent seg, at onkur hevur lisið allar bøkurnar, og tað gongur ov long tí til tey fáa nýggjar, so eru tit vælkomin at biðja barnið siga tað við okkum ella tit senda eini boð til kontkatlærarin.

03.04.2024

Fyrisøgn til 5. apríl 2024

Fyrisøgn 3 Pippi til 08.03.2024

Fyrisøgn 2 Pippi til 01.03.2024

Fyrisøgn 1 Pippi til 23.02.24

Fyrisøgn til 24/11-23

Lesing fram til summarfrítíðina

Av tí at tað verða fleiri frídagar, og vit fara túrar og til tiltøk, so er tað ikki vist, at vit klára at lesa við øllum hvørja viku fram til summarfrítíðina. 

Grundað á tað, hava næmingarnir fleiri bøkur heim við hvørja ferð. Tað er av týdningi, at barnið lesur somu bók, til tað dugir hana, ger krabbaugávuna/bókaummæli og so skiftir til næstu bók.

Um tað skuldi hent seg, at onkur hevur lisið allar bøkurnar og gjørt krabbauppgávurnar/bókaumælini,  sum hoyra til bøkurnar, so eru tit vælkomin at senda eini boð til kontkatlærarin.

 

12.04.23

Lesing fram til summarfrítíðina

Av tí at tað verða fleiri frídagar, og vit fara túrar og til tiltøk, náa vit allarhelst bara at lesa við næmingunum eina ferð um vikuna fram til summarfrítíðina.

Grundað á tað, hava næmingarnir 3-5 bøkur heim við hvørja ferð, onkur kanska meiri, tí tey mangla at gera krabbauppgávur. Tað er av týdningi, at barnið lesur somu bók, til tað dugir hana og so skiftir til næstu bók.

Tað er ikki ætlanin, at tað skulu hava lisið allar bøkurnar hvørja ferð, men heldur lesa somu bók fleiri ferðir, so tað dugir væl at lesa hana.

 

21.04.22

Les hvønn dag

Vit vilja minna tykkum á at lesa heima hvønn dag. Viðheft er mynd, hví tað hevur týdning at lesa hvønn dag.

Ráðini eru úr faldaranum "Lesing - ein góð byrjan", sum allir næmingarnir fingu heim við 24/9-21.

Vit vilja mæla tykkum at lesa faldarin.

25.10.21

 

Kunning í sambandi við lesing
Í dag hava allir næmingar fingið eina lesibók og eitt lesikort heim við.

Lesibók:
Mælt verður til, at barnið lesur heima 10 minuttir um dagin í lesibókini, sum tey hava heim við. Í dag hava allir næmingarnir fingið somu bók, men hetta verður ikki framyvir, tí hvør næmingur fer at lesa sum einstaklingur.

Um barnið ivast í orðunum, so skulu tit spyrja, hvussu bókstavurin ljóðar og ikki, hvussu hann eitur. Tað ger lesingina lættari. Tað er gott at lesa hvørja opnu 3 ferðir.

Vit miða ímóti, at næmingarnir lesa minst 2 ferðir um vikuna í skúlanum fyri okkum. Um tykkara barn, hevur havt eina bók leingi av onkrari orsøk, er tað umráðandi, at tit siga okkum frá, so barnið kann fáa eina nýggja bók. Tey skulu lesa somu bók í minst lagi 3 ferðir, um mett verður, at tey megna at lesa hana, fær tað eina nýggja bók. Bókin verður ongantíð lisin ov ofta. 

Lesikortið:
Tað hevur stóran týdning, at tað, sum barnið lesur heima og í skúlannum verður skrivað í lesikortið, so vit (lærara og foreldur) vita, hvat barnið hevur lisið. Dømi: Súlubók S.4-8 2 ferð.

Sum tíðin líður kann tað koma fyri, at næmingurin fær skúlating skrivka í lesikortið, um tað er okkurt vit meta, at næmingurin skal venja. Tað telur, so við í teir 10 minuttirnir teir skulu lesa heima.

Lesikortið SKAL altíð liggja í bókini.

7. september 2021