Góðu næmingar,
Her fara vit at leggja alt viðkomandi tilfar og kunning í samband við munnligu próvtøkuna í enskum.
Tit fáa eitt vegleiðandi pensum nú, men tað kann vera broytt, tí próvdómarin skal góðkenna tað, áðrenn tað verður endaligt.
Byrjið endiliga at lesa uppá, tí tað er vanliga ikki so nógv, ið verður broytt. Tað er skilagott at lesa tekstin væl og gera fylgjandi:
- ger ein stuttan samandrátt
- ger ein lista við lyklaorðum (keywords)
- ger ein lista av viðkomandi evnum/tema
- ger tær tankar um tekstir at samanbera við