Boðklivin

Foreldrasamrøðurnar verða í flokksstovuni hjá 4 flokki í lon 2.

 

Um tað ikki liggur fryi at koma til foreldrasamrøðu til ásetta tíð, vinaliga býti um tykkara millum. Tað hevði eisini verið gott, um tit sendu okkum eini boð aftaná, so vit vita um tit hava býtt um! 

 

Vinaliga

Annika og Hans Karl

Innbundnar bøkur

 

Vinaliga bindi lærubøkurnar hjá børnunum inn. Tað er komi rættuliga ofta fyri í seinastuni, at næmingarnir missa bøkur o.l. burtur. Hetta kemst partvíst av, at bøkurnar ikki eru innbundnar, og harvið heldur ikki hava nakað navn á.

 Felags foreldrafundur


 
Felags foreldrafundur verður mikukvøldið 27. september 2017 kl. 19.00

Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi mikukvøldið 27. september kl. 19.00

Skráin: 1) Vælkomin
2) Ársfrágreiðing frá skúlastýrinum
3) Fyrilestur
4) Tónleikur

Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur, heldur fyrilestur við heitinum:

"Miðlar og nýtsla av miðlum í barnaverðini, hvørjar eru avleiðingarnar?"

Ein drekkamuður verður at fáa.

Møtið fjølment!

Skúlastýrið fyri skúlan við Løgmannabreyt

Frágreiðing frá felagsforeldrafundinum

Kunning!

 

Vit skulu siga frá at Rachel er desverri vorðin sjúkramelda í 6 vikur, og at Ruth Iansdóttir Heinisen kemur at taka teir flestu tímarnar fyri hana.

Felagsforeldrafundur!

 

Felagsforeldrafundurin byrjar 6/9-17 kl. 19.00

 

Skrá:

 

- Vælkomin

- Kunning:

         - Navnalisti

         - Næmingabýti

         - Vinarbólkar

         - Floksreglur

         - Bøkur

                  - lata inn og binda um...

         - Føðingardagar

- Samtala foreldranna millum

         - Samanumtøka

- Val av foreldraumboðum

         - 4 foreldur skulu veljast

- Annað

 

 

Vit miðja ímóti at verða liðug við fundin í seinasta lagið kl 21.00, men tá er kaffimunnur og prát og annað gott eisini avgreitt.

 

Vinaliga

 

Toymi (Annika, Rachel, Hans Karl)

 

Næmingabýti

 

  

Annika (280326)  

Agnar

Atli

Benjamin

Brá

Daniel

Halla

Heiðrunn

Jógvan Elias

Katrin

Margret

Miriam

Regin

Sámuel

Sára

 

Hans Karl (280335)

Anita

Barbara

Bárður

Brian

Elna

Hanus G.

Ida Maria

John

Kristina

Maria S.

Maria N.

Marta

Monica

Rita

Saranja

Sólrun Maria

Theodor M.

Rachel (280323)

Anna

Bartal

Bjørk

Elias

Gilli

Hanus G.

Johanna

Karin

Levi

Lydia

Maria H.

Sofía

Rannvá

Rókur

Sandra

Theodor D.

 

 

 

Góðu foreldur!

Vinaliga kannið heima, um tað nakrar bøkur hjá skúlanum liggja heima. Her hugsa vit um bøkur, sum vórðu læntar áðrenn summarferiuna. Tað er av stórum týdningi, at tær verða lætnar inn ella skrásettar av nýggjum!

Matpakkaskipan!

Tað er av stórum týdningi at tit, tá tit bíleggja matpakka umvegis matpakkaskipans skúlans, eisini hyggja eftir at barnið er skrásett í røttum flokki. Tað er komi fyri nakrar ferðir í seinastuni, at matpakkarnir koma í skeiva stovu, tí tað t.d. stendur at tey enn ganga í 3. flokki.

 

Vinaliga 

 

Hans Karl

Heftir o.l.

Vit ynskja, at næmingar hava 100,- við í skúla hesa vikuna, soleiðis at vit kunnu keypa hefti o.t.. møguluga verður hesin peningur eisini nýttur til hugna í flokkinum.
    Ongar myndir

Vælkomin aftur í skúla!

 Tað er eitt stórt fet at fara úr 3. flokki í 4. flokk. Tað koma fleiri fak á tímatalvuna. Tey fáa fleiri tímar enn áður, og tað verða fleiri tekstir at lesa, eins og tey skulu rokna í eitt hefti. 

Í ár eru aðrar broytingar eisini hendar. Tað eru bara nýggir lærarar um flokkin. Enn eru vit bara tveir lærarar um flokkin, men væntandi kemur hin triði lærari í toymi um ikki so langa tíð. Lærararnir sum eru um flokkin eru Annika í Garði (280326), Rachel Eysturtún (280323) og Hans Karl Højgaard (280335).

Um tit hava eitthvørt uppá hjarta, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

 

Vinaliga

Annika í Garði

Rachel Eysturtún

hans Karl Højgaard 

 

 

 

Fyrisøgn

Tit skulu venja restina av fyrisøgnini á s. 24 í "Eg skrivi."

Tað er ikki neyðugt at venja orðini: "okkurt, ynski, spæliteldu, dýrar, Vinmaður, eigur, nógv, keypa, ella. 

Foreldraviðtalur

 

Góðu foreldur!

Í samband við viðtalurnar í vár, ætla vit at royna ein nýggjan leist, ið er, at ikki øll verða biðin at møta til viðtalu. Heldur bjoða vit teimum, ið vit ynskja at tosa við, til eitt prát. Tey foreldrini fáa boð frá okkum tann 24.03.17

Um tey, ið ikki verða innkallaði, ynskja eitt prát við okkum, eru tey vælkomin at siga kontaktlæraranum frá seinast tann 27.03.17


Blíðar heilsur
Bergtóra, Dorrit, Bogi og Maria

 

Skrímslið lítlasystir mín

Barnakonsertir við Føroya Symfoniorkestri og Eivør.

Eivør Pálsdóttir syngur og framførir ævintýrið eftir Helgu Aralds, sum hon sjálv hevur gjørt tónleikin til. Tróndur Bogason hevur útsett tónleikin fyri symfoniorkestur, og Bjørk Bjarkadóttir hevur gjørt myndirnar.

Eisini verður annar góður klassiskur barnatónleikur á skránni.

 

Fyrisøgn

Tit skulu venja fyrisøgnina á síðu 24 í "Eg skrivi." Tit skulu venja fyrsta reglubrotið, ið endar við "nógv."

Ikki er neyðugt at venja orðini: "Havnar, ein handil, keypa, okkurt, torført, allari rúgvuni, keypti, rulluskoytur, nógv. 

Minnist til at hava bókina við í skúla. 

Yvirlit yvir spælibólkar, várið 2017

Støðulýsing í støddfrøði

Í støddfrøði eru flest allir næmingar komnir so mikið áleiðis í bókini "Rokning 3a", at vit hava tikið/fara at taka hesa bókina inn til rættingar. Møguligani skulu ávísir feilir rættast og ávísar manglandi síðir rættast. Hetta verður skrivað í bókina og kunning verður løgd út á vikuætlanina.

Næmingarnir hava fingið bókina "Rokning 3b", har fyrsta evnið er "ummál og areal".

Kunnu tit vinarliga kanna eftir, at børn tykkara hava linjál, blýantar, viskileður o.a. við í skúla. 

Hey,

Vit eru partur av eini talvverkætlan. Hendan verkætlanin er framleidd av talvstórmeistaranum Helga Dam Ziska. Vit nýta støddfrøðitímarnar mikudagar til hesa verkætlan. Gransking hevur víst, at telving er mennandi fyri kognitiva førleikan hjá næmingunum; teir gerast betri at loysa logiskar uppgávur og at finna loysnir í truplum umstøðum. Talv inniheldur eisini ávísar sosialt mennandi førleikar, so sum at virða mótstøðuleikara.

Innskúlingin í øllum skúlunum í Tórshavn, Hoyvík og Argjum taka lut í hesi verkætlan, ið kemur at varða restina av skúlaárinum.

Innbjóðing til jólasølukafé tann 02.12.2016

Føroyskt

Orð at venja heima:

Nei, ein, var, sær, upp, væl, hjá, eru, dag, fær, eitt, eina, ikki, yvir, gera, bæði, hvat, illa, einki, eigur, hevði, segði, eisini, farin, hvussu.

Evnisvika

Í døgunum 24 til 28 okt. 2016 var evnisvika á skúlanum. Evnið var “Havnin millum vágirnar” ella “Gamla Havnin”.

Vit í triðja flokki gjørdu av, at vit skuldu fara út at vitja nøkur av teimum spennandi og viðkomandi støðunum, ið knýtast kunnu á “gomlu” Havnini. Eisini bóðu vit næmingarnar hava telefon, teldil ella líknandi tól við, soleiðis at tey kundu taka myndir og filmsbrot. Næmingarnir fingu eisini útvegaðan ein bókling, ið tey sjálvi skuldu “dokumentera”, tað ið tey komu at síggja og uppliva.

Teir fyrstu tríggir dagarnir gingu við, at vit fyrst fóru útferð og síðani fóru vit niðan í skúlan at arbeiða við tí, vit høvdu sæð. Mánadagin fóru vit í Býarsavnið hjá Birgar Johannesen, týsdagin vóru vit á Skansanum og mikudagin vóru vit túr í Vágsbotni og Tinganesi.

Hósdagur nýttu vit til at gera faldararnar lidnar, at samla myndirnar hjá næmingunum og somuleiðis gjørdu vit suppu. Suppan var fesk neytasúpan við eplum og rótum, ið vit sjálvi høvdu sett niður og tikið upp.

Fríggjadagin ótu vit morgunmat saman og hugdu at myndunum, ið vóru tiknar. Dagurin endaði við einum felagstiltaki, áðrenn vikuskifti var.

Myndir eru at síggja undir “Myndir”

Viðv. svimjing

Byrjað verður at svimja frá 14 sep. 2016. Helvtin av næmingunum svimja fram til heystferiuna. Hesir næmingarnir eru teir, ið hava litirnar "orange" og "pink". Hinir næmingarnir; t.e. "lime" og "turkis" hava ítrótt sum vant. Minnist til at hava svimji- ella ítróttarklæðir við, umframt handklæði :) 

Góðu foreldur!

Í smb. við føðingardagar bjóða vit enn í føðingardag eftir litbólkunum, sjálvt um vit hava fingið nýggjar kontaktbólkar. Kontaktbólkarnir eru tríggir, tí vit í ár eru tríggir lærarar í toyminum. Vit harmast um møguligar misskiljingar hesum viðv.

 

Blíðar heilsur

Maria, Bogi og Bergtóra

 

 

 

Nú verður tannbusting aftur á skránni :)

3. flokkur verður biðin um at koma til busting á skúlanum fríggjadagin 26.08.16 og 02.09.16. Kl. 08.30 skulu 6 teir fyrstu næmingarnir møta.

Minnist til at hava tannbustina við. Um tað ikki liggur fyri hjá tykkum at koma henda dagin, vinarliga sigið frá á Tannlæknastovuni.

 

Vinarliga

Tannlæknastovan

Tórshavnar Kommuna

Tlf. 302525

Kunning um ítrótt skúlaárið 2016/17:

Í ár fara næmingarnir at fáa svimjifrálæru, sum part av ítróttarundirvísingini. Hetta merkir, at helvtin av næmingunum skulu hava svimjiklæðir við, tá ítróttur er á tímatalvuni.

Kunning um hvørjir næmingar svimja og hvørjir hava ítrótt í Skúlanum við Løgmannabreyt kemur seinni.

Ítróttartoymið fyri triðja flokk hevur somuleiðis avgjørt, at allir næmingar skulu í brús eftir tíman og skulu tí hava handklæði við.

 

 

 

Góðu næmingar og foreldur í 2. flokki :) 

Sum tey flestu nokk vita, verði eg ikki á skúlanum við Løgmannabreyt komandi skúlaár. Tað hevur verið ein sonn gleði at havt tykkara fittu og skilagóðu børn í tvey ár, og eg eri eisini hørm um, at eg ikki fari at fylgja teimum víðari, samstundis sum eg eri sera spent uppá tær nýggju avbjóðingarnar, ið eru fyri framman :) 

Bestu eydnu í framtíðini øll somul, og takk fyri gott samstarv :)

Vinarliga heilsan og góða summarfrítíð

Jenny

 

 

Árligi gongutúrur

Fríggjadagin 17. juni 2016 fara vit árliga gongutúrin.

Fríggjadagin fara næmingar og lærarar skúlans árliga felags gongutúrin, sum í ár verður í Hoyvíkshagan. Veðurforsøgnin fyri fríggjadagin er góð, turt veður, sólglottar og ongin vindur.

Vit fara til gongu frá skúlanum um 9-tíðina. Gingið verður fram við ánni í Villingadal, har vit hvíla okkum við drekkivatnsbrunnin. Har er útsýni frítt og vakurt oman yvir hús og grannalag við skúlan og eystur og suður í hav. Víðari ganga vit eftir brúnni norður til fransatoftirnir í Tjúkkurð. Har eta vit matpakkan og ganga síðani heim aftur í skúlan.

Hetta er ein miðallættur gongutúrur. Veðurforsøgnin fyri fríggjadagin er sum sagt góð, men havið heit og góð gonguklæðir, ein góðan matpakka og okkurt at drekka við á túrin.

Skúladagurin hjá teimum eldru næmingunum endar, tá vit koma aftur á Løgmannabreyt um middagsleitið. Næmingarnir í 1. og 2. fl. fara í frítíðarskúla sum ein vanligan fríggjadag.

Vónandi fáa vit ein góðan og hugnaligan túr.

Síðsti skúladagur hjá 9. flokki

Í morgin er síðsti skúladagur hjá 9. flokki. Hesin dagurin er altíð eitt sindur øðrvísi enn vanligir dagar. Tí verða tit biðin um, at geva børnunum skiftiklæðir við:) 

Mikudagin 13/4 kl. 8.30 fara vit til barnakonsert í Norðurlandahúsinum. Av tí at konsertin er so tíðliga, fara vit at biðja børnini møta í Norðurlandahúsinum. Vit eru har kl. 7.50:) 

Vinarliga

Toymið

Telefon / teldupost adr.

 

Nú er tað so, at nøkur foreldur í turkis bólkinum hava sóknast eftir mínum tlf.nr. og teldupost adr. so her hava tit tað :) 

 

Tlf.nr.  280301

Teldupost adr. ss2110p8@skulin.fo

Vinarliga Súsanna Sigurðsson 

 

Boð frá frítíðarskúlanum

Enn eru tað nøkur foreldur at børnum í 2. flokki í frítíðarskúlanum , sum ikki eru í facebook bólkinum hjá frítíðarskúlanum: "frítíðarskúlin við Løgmannabreyt 2. fl. 15/16". Hesin bólkur er bert ætlaður til boð og kunning frá okkum í frítíðarskúlanum til tykkara :) So gott hevði verið, um tit komu uppí hendan bólk :)

Mikudagin 27/1 (í morgin) fara vit á skoytibreytina, so gevið børnunum góð og heit klæðir við:)

Kunning um lesivikuna 2016

Leivs kvæði (tekstur)

Góðu foreldur

Fyrst vilja vit ynskja tykkum eitt gott nýggjár :) 

Tað var deiligt at síggja øll tykkara fittu børn aftur í dag:) 

Nú er tað avgjørt, at tey fara ikki at svimja við skúlanum fyribils. Vit fara øll at hava ítrótt her á skúlanum. Tí skulu øll hava ítróttarklæðir og handklæði við hvønn hósdag.

Vinarliga 

Toymið

Hey Hey:)

Í morgin, fríggjadagin 18/12 møta næmingarnir kl. 9.00. Skúlin er tó opin frá kl. 8.00, um næmingar hava tørv á at møta tá.

 

Obs Obs!!!!!

So hava vit óbodnar gestir á vitjan. Vinarliga kembið børnunum :)

 

Sangur hjá 2. flokki at syngja til jólahaldið.

"Under the sea" er okkara høvuðssangur, tann vit skulu syngja sjálvi. Til felagssangin "Let it go", syngja vit bert við, tá tað, ið er reytt/undirstrikað verður sungið. Børnini fáa báðar sangirnir við heim í postmappuni í morgin.

 

"Under The Sea"

1. The seaweed is always greener
    In somebody else’s lake

2. You dream about going up there
    But that is a big mistake

3. Just look at the world around you
    Right here on the ocean floor

4. Such wonderful things surround you
    What more are you looking for

5. Under the sea, under the sea
    Darlin’ it’s better
    Down where it’s wetter,
    Take it from me

6. Up on the shore they work all day
    Out in the sun they slave away

7.  While we devotin’
     Full time to floatin’
     Under the sea

 

Góðu foreldur:)

Kunnu tit geva børnunum gamlar avísir við í skúla týsdagin til jólaklipp-dagin:)

SvL - teknikapping í desember :)

 

19.11.15.

Góðu foreldur!

Kunnu tit svara spurningunum í leinkjuni saman við barninum. 

Evnisvika: SvL-samfelagið

OBS!!!!!!

Vit hava fingið óbodnar gestir!!!! Vinarliga kembið tykkara barni!

19.11.15.

Góðu foreldur og næmingar!

Kunnu tit saman práta um onkrar føroyskar sangir, ið tit kundu hugsað tykkum, at vit sungu í skúlanum. Skrivið uppskotini á pappír og gevið okkum tað. Gott hevði verið, um tit kundu givið okkum uppskotini seinast týsdagin 24. nov. - annars eru uppskot eisini vælkomin seinni. ;)

Vit gleða okkum! 

Installatión í handaverki og list: Hvør eri eg? 

Tað eru nógv svar uppá tann spurningin, men spennandi hevði verið at funnið útav, hvussu míni nærmastu vildu lýst meg, um tað skuldi verið við einum luti í einari glaskrukku!

Bið mammu, babba, ommu, abba, vinkonu, vinmann, fastur, mammubeiggja, ítróttavenjaran e.o., leggja ein lut í krukkuna, ið sigur nakað um meg:  Hvat mær dámar at eta, gera, droyma um o.s.fr. Síðan taka tit krukkurnar við í skúla, har vit seta tær fram til sýnis úti í námsfrøðiliga deplinum!

Krukkan skal latast inn mánadagin 9/11!

Krukkan á myndini (Mariu´sa) kann vera tykkum til íblásturs. Har er: tøvdur bóltur, tí mær dámar at tøva, spagetti, tí eg elski pasta, hybente, rosinur, litblýantar…

Góðan arbeiðshug!

Boðklivin hjá 2. flokki

05.10.15

Felags foreldrafundur

Felags foreldrafundur fyri allan skúlan verður mikukvøldið 7. oktobur kl. 19.00. Evnið er Talgildur demensur. Sí skriv.

02.10.15

Boð frá frítíðarskúlanum

Vit hava gjørt ein afturlatnan facebook bólk, sum bert er til foreldur at børnum í 2. flokki. Bólkurin er ætlaður til boð og kunning frá okkum í frítíðarskúlanum til tykkum. Í hesum sambandi vilja vit biðja tykkum um at fara inn á facebook og biðja um at gerast limur í bólkinum Frítíðarskúlin við Løgmannabreyt - 2. fl. 15/16.

Góðu foreldur og børn í 2. flokki :)

Nú fara vit skjótt at hava floksveitslu. Hósdagin 8/10 frá 17.00 til 20.00 fara næmingar og lærarar at hugna sær á skúlanum :) Vit fara at biða tykkum taka 100 kr. við í skúla, tí vit fara at bíleggja mat og okkurt omaná til kvøldið :)

Vinarliga

Bjarma, Bergtóra, Maria og Jenny

POSTA

Vit eru aftur so heppin at sleppa at vitja eina fyritøku. Hesaferð er talan um POSTA. Vitjanin verður mikudagin tann 7/10!

18.09.15

Góðu foreldur í 2. flokki

Í viku 40 fara vit at hava foreldraviðtalur. Viðtalurnar verða týsdagin 29/9 og mikudagin 30/9, og vit byrja kl. 14.00. Umráðandi er, at tíðirnar verða yvirhildnar. Maria og Bjarma hava viðtalurnar við orange og turkis bólkarnar, og Bergtóra og Jenny hava pink og lime bólkarnar.

Frítíðarskúlin hevur trivnaðarfund hjá børnum í 2. fl. í seinni hálvu.

Um ikki ber til at møta til ásettu tíð, vinaliga býtið um við onkran annan innan sama bólk.

16. september 2015

Hey, øll somul
børn sum gomul! :0)

Vit eru byrjað at lesa bókina "Heksirnar" eftir Roald Dahl. Tjóðpallurin sýnir sama leikin í løtuni, og hevur onkur næmingur verið til sýningina og helt, at hann avgjørt var verdur at síggja.

Annars er sjálv bókin spennandi, óhugnalig og stuttlig alt í senn - og ikki kann annað sigast enn - at hon longu hevur "bitið seg fast" hjá okkum í øðrum flokki. Vit hava higartil havt tvær sera góðar og hugnaligar lesiløtur, har tað hevur verið lurtað við andakt! ;)

Niðanfyri eru leinki um leikin: 
Heksirnar í Barnaútvarpinum
Heksirnar á Tjóðpalli Føroya

Kunning

Vit kunnaðu á foreldrafundinum, at fakligu málini í støddfrøði vóru at síggja í næmingabókini Rokning 1C. Hetta er ikki rætt. Hesi eru at finna í innganginum til Lærarabókina. Sí www.snar.fo/rokning.

 

Foreldraumboðini í 2. flokki skúlaárið 2015/16:

Anna Petra Poulsen (mamma Agnar)

Rannvá Justinussen (mamma Karina)

Árni Skibenæs (pápi Thór) 

Gunnvør Jacobsen (mamma Brá)

Við vón um gott samstarv! :)

11/9 2015

Støddfrøði

Sum kunnað á foreldrafundinum í gjár 10/9, skriva vit heimasetningin í støddfrøði fyri vikuna fríggjadagar. Hetta er altið úr ROKNING 1C, ið er okkara høvuðstilfar. Kunning um hetta tilfar er á heimasíðuni www.snar.fo/rokning.

Gevið børnunum ein tóman eggjabakka (10 egg) við í skúla!  Vit skulu brúka hann at rokna við.

07.09.15

Góðu foreldur

Frítíðarskúlin boðar frá, at foreldrakaffi verður hósdagin frá kl. 15.00 til 16.30.

Góðu foreldur og næmingar! :)

Vit høvdu ein frálíkan rennidag á Tórsbreyt. Børnini vóru sera røsk og spílaðu seg út. :)

Túrurin niðan aftur av Tórsbreyt var eitt sindur strævin fyri summi, tí vit vóru so útlúgvaði. ;) Tó hjálpti tað eitt sindur upp á gongumoralin, at okkurt lekkurt var í væntu á skúlanum, og at vit fingu 12 eyka strikur á hondina fyri túrin oman og niðan. ;)

Á veg niðan aftur góvu summi dunnunumm og gæsum breyð, so ikki kann annað sigast, enn at hesar høvdu eina góða byrjan upp á vikuskiftið. ;)  

Myndir frá rennidegnum liggja á facebook og svl.fo.  

Framhaldandi gott vikuskifti. :)

03.09.15 Hey, øll somul! :) Sum sagt á vikuætlanini, verður skipað fyri árliga rennidegnum fríggjadagin 4/9. Næmingarnir møta sum vanligt kl. 08:00. 1., 2. og 3. flokkur fer oman á rennibreytina uml. kl. 08:15, og tey nýta gongutúrin sum upphiting. Teinurin oman á rennbreytina er uml. 2,5 km, og hvør umgangur á rennibreytini er 400 metrar. Rennidagurin endar kl. 11:00. Tá fara allir næmingar og árgangstoymini í flokshølið, har øll fáa okkurt "lekkurt". Skúladagurin endar kl. 11:20. Vit gleða okkum! :)

28.08.15.

Hey, øll somul! ;)

Mikumorgunin 2. sept. kl. 9 fara vit at vitja Fornminnissavnið/Náttúrugripasavnið í Brekkutúni 6. Har fara vit serliga at hugsavana okkum um hvalir og føroysku bátarnar - serliga grindahvalir, grindarakstur og grindareiðskap.

Vinarliga prátið við næmingarnar um hvalir út frá leinkjuni niðanfyri til mánadagin: 

Hvalir :)

Tað er ikki neyðugt at taka alt við, tí vit arbeiða víðari við hesum mánadagin.

Vit gleða okkum at vitja savnið við børnum tykkara! :)

28/8

Góðu foreldur og næmingar!

Næmingarnir rokna í Skygni í skúlanum. Í hesum tilfari rokna næmingarnir einsæris. Um tey hava hug, kunnu tey eisini rokna í Skygni heima. Í Rokning 1C rokna vit í felag. Hesa bókina hava tey ikki fingið enn.

Uppg. til 1. sept.

Prátið um uppg. trý heima:
Løgtingsval

Prátið - í mesti møguliga mun - út frá myndunum um, hvat tey síggja.

Áhugavert er eisini:
Barnaval
Valsending í Barnaútvarpinum ;)

Gott val, øll somul ;)

25.08.15

Góðu foreldur

Komandi mánamorgnarnar fara næmingarnir at hava nakrar stuttar framløgur fyri flokkinum. Vit byrja mánamorgunin 31. august og halda fram til jólafrítíðina. Tríggir ella fýra næmingar leggja fram hvørja ferð. Vit hava valt, at evnið hesuferð skal vera Vikuskifti, t.v.s. at tey fortelja flokkinum eitt sindur um, hvat tey hava gjørt í vikuskiftinum.

Vónandi kunnu tit hjálpa børnunum við at fyrireika seg til framløguna, t.d. práta við tey um, hvat tey skulu greiða frá. Børnini velja sjálvi, um tey hava skrivað nakað niður.

Vit hava gjørt eitt yvirlit yvir, nær hvør næmingur leggur fram, og vit koma eisini at skriva tað í vikuætlanina.

23/8-15

Góðu næmingar og foreldur! :) 

Næmingarnir hava fingið bókina "Hervør, Høgni og hini" heim við, og fara vit at lesa úr henni týsdagar og hósdagar. Tekstirnir í henni kunnu vera torførir, og tí er umráðandi, at tit foreldur lesa fyri ella saman við børnunum. Tó skulu tey altíð lesa tað sjálvi, ið tey megna. ;)  

Eisini hevði verið gott, um tit prátaðu um tekstin/myndirnar heima og eggjaðu børnunum at koma við viðkomandi viðmerkinum heima eins og í skúlanum. ;)

Í fyrstu syftu skal arbeiðsbókin til "Hervør, Høgni og hini" liggja í skúlanum, tí vit arbeiða í henni í tímunum. Er arbeiðslagið gott í skúlanum, verða eingi skúlating at gera í hesari bókini framyvir, so prátið við børnini um hesa gularótina. ;) 

Við at trýsta á leinkjuna niðanfyri síggja tit tilfarið í røðini: 

"Hervør, Høgni og hini"

Blíðar heilsur
lærararnir

Góðu næmingar og foreldur í 2. flokki!

 

Hjartaliga vælkomin í 2. flokk! Vit vóna, at tit øll hava notið eitt gott og upplivingarríkt summar :)

 

Vit hava fingið ein nýggjan næming í flokkin, ið eitur Brian. Tosið við børnini um at taka væl ímóti honum :)

 

Børnini hava í dag fingið lesibókina Hervør, Høgni og hini við heim. Vinarliga leggið pappír um bókina. Vit hava tosað um einnýtisbøkur og bøkur, ið skulu nýtast aftur.

 

Vit ætla m.a. at vitja arbeiðspláss hetta skúlaárið og vilja tí spyrja, um tað er nakað foreldur, ið hevur møguleika at fáa okkum á vitjan. Lat okkum frætta :)

 

Vinarliga heilsan, 

 

Jenny, Bjarma, Bergtóra og Maria

 

 

Vit takka 7. flokki fyri, at tey vildu spæla við okkum hetta árið - og soleiðis hjálptu til at samansjóða 1. flokk. :) Røsk og dugnalig eru tit! :)

 

Trýstið á leinkjuna niðanfyri:

 

Spæliliðið fær viðurkenning :)

 

 

 

 

19.06.15

Árliga útferðin

 

Mánadagin 22. juni 2015 fer skúlin árligu útferðina.

 

Um veðrið verður til vildar, ætla vit í ár, at felags gongutúrurin byrjar á Norðasta Horni. Vit ganga eftir rossagøtuni út til fjósini í Havnardali og niðan á Vesturvarða, har útsýnið er frítt oman yvir býin og út á hav.

 

Frá Vesturvarða verður farið eftir fjallagøtuni niðan á Kleynsvarða, har vit hvíla okkum eina løtu. Haðanífrá ganga vit víðari til Longutjørn og halda leiðina fram til drekkivatnsbrunnin í Villingadali, og ganga síðani heim í skúlan.  

 

Vit møta við busssteðgiplássið úti á Norðasta Horni í seinasta lagi kl. 8.30.

 

Fyri at avmarka ferðsluna og koyringina út í Havnardal, er ein

møguleiki at samskipa bilaflutningin. Foreldur ella grannar kunnu t.d. avtala sínámillum at fylla ein bil heldur enn at fara við einum barni í hvørjum bili. Til ber sjálvandi eisini at brúka bussleiðina.

 

Hetta er ein lættur gongutúrur. Veðurforsøgnin fyri mánadagin sær hampiliga gott út, men havið heit og góð gonguklæðir, ein góðan matpakka og okkurt at drekka við á túrinum.

 

Skúladagurin hjá teimum eldru næmingunum endar, tá vit koma aftur á Løgmannabreyt. Rokni við, at tað verður um middagsleitið. Næmingarnir í 1. og 2. fl. fara í frítíðarskúla.

 

18.06.15

Gloymd klæði

Gloymd klæði liggja frammi til mikudagin 1. juli 2015

Hetta er tíðin, tá ið vit rudda upp í klæðum, ið eru gloymd eftir í skúlanum, og sum altíð, so er tí verri væl av klæðum, sum hópa seg upp - alt frá svimjibuksum og ítróttaklæðum til troyggjur og jakkar.

Klæðini liggja á borðtennisborðinum í kantinuni til mikudagin 1. juli 2015. Gott hevði verið, um tit, ið sakna okkurt klædnapløgg, koma í skúlan at hyggja.

Ikki heintað klæði, verða latin góðgerandi felagsskapi at gera gott við.

 

08.06.15

Góðu foreldur og næmingar í 1. flokki
 

Hósdagin 11.06.15 fara vit eina útferð við flokkinum. Leiðin gongur vestur í Vágarnar. Fyrst vitja vit á flogvøllinum. Tá vit eru liðug á flogvøllinum fara vit á Hotel Vágar at fáa okkum ein bita at eta, og síðani fara vit til Sørvágs at hugna okkum á sandinum og vøllinum. Møguliga vitja vit eisini skúlan í Sørvági.

Tað er neyðugt, at børnini hava ein lítlan matpakka við til fyrra partin av degnum :)

 

Skúlin og frítíðarskúlin gjalda fyri útferðina.

 

Dagurin kemur at síggja nøkurlunda soleiðis út:

 

Kl. 8.00: Møta í skúla sum vanligt, men hava ikki skúlatasku við.

Kl. 9.00: Fara við bussi av Løgmannabreyt.

Kl. 10.00 – 12.00: Eru á flogvøllinum á vitjan.

Kl. 12.30 – 13.30: Fáa at eta á Hotel Vágar.

Kl. 13.30 – 14.30: Eru á sandinum/vøllinum ella í skúlanum í Sørvági.

Kl. 14.30: Fara við bussi aftur til Havnar.

Kl. 15.30: Eru aftur á Løgmannabreyt.

 

Vinarliga

 

Flokstoymið og starvsfólk í frítíðarskúlanum :)

Niðanfyri finna tit tekstirnar til "Tú alfagra land mítt" og "Eg veit eitt spógvareiður." 

 

Tú alfagra land mítt    ( Vel so "T-U") (Tjóðsangurin er nr. 585)

 

Eg veit eitt spógvareiður

 

Syngið/lesið teir so ofta sum gjørligt til fríggjadagin.  ;)

 

 

 

Hey, øll somul :)

 

Fríggjadagin 22.05. arbeiða vit við okkara virðisgrundarlagi. Tí heita vit á tykkum um at práta um virðini heima eisini. Hvat munnu virðini merkja? Og hví eru tey týdningarmikil? Roynið og setið orð á. :) Faldarin "Okkara virðir" finna tit undir "Skúlin, virðisgrundarlag."

 

Góðan arbeiðshug! :)

 

 

 

Góðu foreldur :)

 

26. mai fara vit at hátíðarhalda okkara "100" dag:) Vit fara ikki enn at avdúka, hvat vit fara at gera, men tað vit fara at stuttleika okkum við kostar. Kunnu tit geva børnum tykkara 100 kr við í skúla? :)

 

Vinarliga

Toymið

12.05.15

Kunningarskriv um lesiroyndir
Góðu foreldur


Sum ein liður í at meta um fakliga støðið í lesing fer Skúlin við Løgmannabreyt at gera lesiroyndir við øllum næmingum í 1., 2., 3. og 4. flokki. Lesiroyndirnar verða tiknar í tíðarskeiðnum frá týsdegnum 12. mai 2015 til fríggjadagin 12. juni 2015.
Endamálið er at meta um og neyvt fylgja við lesimenningini hjá tí einstaka næminginum og soleiðis síggja, um einstaki næmingurin lesur aldurssvarandi.
Tá ið lesiroyndirnar eru rættaðar, fær viðkomandi lærari í føroyskum frágreiðing um úrslitini hjá einstaka næminginum og samstundis ráðgeving um, hvat kann gerast í teimum førum, har tiltøk eru neyðug.
Foreldrini verða kunnað um lesiroyndina á komandi foreldraviðtalu.
Hava tit spurningar hesum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við lesivegleiðara skúlans Elina Nielsen á telefon 280311.


                                                            Blíðastu heilsanir
                                                            Skúlin við Løgmannabreyt

 

 

8/5-15

 

Hesa vikuna hava vit havt um fiskar í heimstaðarlæru. Í vikuskiftinum er eitt tiltak í Tórsgøtu, sum eitur " Á Grynnuni". Har verður høvi til at royna ymiskt úr sjónum. 

 

Gott vikuskifti :)

4/5-2015

Foreldraviðtalurnar, ið skuldu vera mánadagin 27/4, verða hósdagin 7/5 ístaðin. Klokkutíðirnar eru tær somu.

Minnist til at lesa við børnunum hvønn dag :)