Evnisvika

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 22.10.2020

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í komandi viku verður evnisvikan SVL samfelagið og hetta er í samráð við koronaráðgevingina.

Vit gera alt fyri at halda koronatilmælini.

Skúladagurin verður soleiðis

Mánadag kl. 8.00-12.35,
týsdag og mikudag kl. 8.00-13.20, 
hósdag og fríggjadag kl. 8.00-11.20, tó fer 1.flokkur í frítíðarskúla kl. 11.20 mánadagin.

Næmingarnir mugu hava matpakka og pennahús við. Næmingarnir í 1. flokki hava skúlataskuna við sum vanligt.

Um tit eiga eitt hvørt av hesum, sum tit ikki longur brúka og vilja lata skúlanum tað, so mangla vit:

neglalakk, tógvrestir, stokkar, gløs/hørð plastikk gløs/koppar, vafflujørn, hjól til kassabilar, kortspøl ella brettspøl, hárelastikk, pískarar.

Næmingarnir kunnu taka tað við í skúla helst í morgin, ella mánadagin.

Næmingarnir skulu møta í tí skúlastovu, sum fyritøkan heldur til alla vikuna. Teir skulu ikki møta í tí vanligu skúlastovuni.

Tónleikaorkestir - í tónleikastovuni

SVL poddvarpið - í frírúminum (uppi á loftinum í lon 2)

Pitsa 188 - í skúlakøkinum

Príðisstovan - í handarbeiðsstovuni

Bindikafe'in - í handarbeiðsstovuni

Bankin - í 5.flokki

SVL biografurin - í stóru tónleikastovuni

1. flokkur- í 1. flokki

Lærarar og námsfrøðinar - í 1. flokki

Spælibarr - í 7. flokki

Listafólk - í myndlistastovuni

Djóralív - tey halda til í 2. flokki, men møta við tølt høllina í Havnardalið, (ovast uppi).

Fun Park - í fimleikahøllini

Livandi bókasavn - í bókasavninum

Kassabilar - í n/t stovuni

Vakurleikastovan - í 3.flokki

SVL news film - í 4. flokki

SVL news skriva - í 6. flokki

Ferðavinnan - í 8. flokki

Vaffluhúsið - í 9. flokki