Vikuætlan
Office 365
Orðabøkur
Matarskipan
Samband
Karlamagnusarbreyt 47
Postboks 3174
110 Tórshavn
30 24 50
Boðklivin

Vit síggjast í skúlanum við høvuðsdyrnar kl 9. 

Árligi gongutúrurin

Fríggjadagin 17. juni 2016 fara vit árliga gongutúrin.

Fríggjadagin fara næmingar og lærarar skúlans árliga felags gongutúrin, sum í ár verður í Hoyvíkshagan. Veðurforsøgnin fyri fríggjadagin er góð, turt veður, sólglottar og ongin vindur.

Vit fara til gongu frá skúlanum um 9-tíðina. Gingið verður fram við ánni í Villingadal, har vit hvíla okkum við drekkivatnsbrunnin. Har er útsýni frítt og vakurt oman yvir hús og grannalag við skúlan og eystur og suður í hav. Víðari ganga vit eftir brúnni norður til fransatoftirnir í Tjúkkurð. Har eta vit matpakkan og ganga síðani heim aftur í skúlan.

Hetta er ein miðallættur gongutúrur. Veðurforsøgnin fyri fríggjadagin er sum sagt góð, men havið heit og góð gonguklæðir, ein góðan matpakka og okkurt at drekka við á túrin.

Skúladagurin hjá teimum eldru næmingunum endar, tá vit koma aftur á Løgmannabreyt um middagsleitið. Næmingarnir í 1. og 2. fl. fara í frítíðarskúla sum ein vanligan fríggjadag.

Vónandi fáa vit ein góðan og hugnaligan túr.

spyrjitími kristni/landafrøði sunnukvøldið og mikukvøldið kl.19

Ongar fílur

Ymiskt í samband við synopsuna í Føroyskum!

Vísandi til skemaði niðanfyri; so møta øll til fyrireiking í Landafrøði og Kristni. Bólkarnir eru sum vanligt. 

Gevið gætur, at tit mugu bíða eftir boðum frá lærarunum í einstøku lærugreinunum at vita, hvussu tit skulu møta, tí øll møta ikkií senn til kr, alis og la.

Men øll møta í senn til fø.

Spyrjitími í kvøld kl 20.00, tí vit skulu upp í støddfrøði í morgin :-)

 


Tit mugu siga frá áðrenn mánadagin, um tit vilja hava nakað aftur av tí, sum tit hava latið inn. Arbeiðsskjøl og logbøkur o.l.

Vit útflýggja mánadagin.

vh lærararnir

Felags kunning!!!

Hóskvøldið 25.02.2016 hava miðnámsskúlarnir eitt felags kunningartiltak á Skúlanum við Løgmannabreyt kl. 19-21.

Hvør skúli hevur tríggjar framløgur, og tí hava tit høvi til at hoyra fleiri, um tit eru í iva um, hvat tit skulu velja.

Framløgurnar vera kl. 19:00, 19:30 og 20:00.

tiltakið er ætlað bæði foreldrum og næmingum, og vit vóna, at nógv koma.

Týdningarmikið

Hesari videovegleiðing mugu tit hyggja at, áðrenn tit fara í roynd.

http://svar.fo/vegleidingar/videovegleiding_til_framseting.mp4

um leinkjan ikki riggar, so finst vegleiðingin í svar.fo, undir "vegleiðingar".

Lurtið bara væl, ein sera fittur jólamaður greiðir frá ':-)

Vit hava verið í haganum og skorið torv. Vit fngu karm, men vit høvdu ein frálíkan túr. Heimferðin er framskundað eitt sindur, tí at túrurin, sum vit ætlaðu at taka er avlýstur. Tí sigla vit av Skopun kl 12.30.

 

Vh lærararnir

Kunning frá J&K Petersen um spreinging í grannalagnum