Vikuætlan
Office 365
Orðabøkur
Matarskipan
Samband
Karlamagnusarbreyt 47
Postboks 3174
110 Tórshavn
30 24 50
Føroyskt

Snjóhvíta (tekstur)

Heimkoman, Ond eygu og Piprandi hjarta (uppgávur)

Skriva í sandin

1. Kjarnin í søguni

2. Tíð: 

  • frásagnartíð
  • søgutíð

3. Stað

4. Persónar:

  • Lýs Súna:
  • Hvussu hevur hann tað?
  • Lýs sambandið, ið hann hevur við foreldrini
  • Lýs Trónd

 

Í seinasta brotinum í søguni stendur:

      "... hann átti at skrivað tey orð, sum skulu til, skrivað tey í sandin og latið havið sogið tey í seg og skolað tey inn á hvørja strond í øllum heiminum".

5. Hvat mann tað vera, ið Súni ynskir at skriva í sandin?

6. Afturvendandi evni

7. Greið frá rithøvundanum

8. Skrivingarlag

 

Í søguni stendur skrivað:

"Tróndur, seinasta hálva árið hevur alt verið Tróndur"

"Tróndur, alt er Tróndur"

"Tróndur, alt kann ikki longur vera Tróndur"

9. Hvussu skal hetta skiljast?

10. Sig tína hugsan um stuttsøguna.

https://danski9.skoleblogs.dk/files/2014/08/Det-første-møde-Tove-Ditlevsen-FN.pdf

Skriva í sandin - Marjun Syderbø Kjelnæs (tekstur)

Í kirkjutíð

Greiningarfrymilin punkt 1-7

- Mótsetningar

- Hvussu ávirkar sanatoriið lívið í Dalinum

- Finn brot í tekstinum har deyðsótti og ta døkka og dapra eru

- Hvat er samviskubit

- Hví kennir Páll seg útihýstan

- Hvat kemur Páll fram til eftir tilburðin við dunnuunganum

Hví er heitið "Í kirkjutíð"

 

Greiningarfrymil til yrkistekstir

1. Tekstaslag:

2. Samandráttur:

3. Brellbiti:

- Er brellbitin hóskandi og kunnandi

4. Yvirskrift og "undir yvirskrift"

- Hvussu hóskar yvirskriftin og undir yvirskriftin til høvuðstekstin

5. Evni

6. Sendari

- Hvør er sendarin

- Við hvørjum endamálið er greinin skrivað

- Í hvørjum miðli er teksturin givin út

- Hvat er evnið, ið sendarin ynskir at kunna um

7. Móttakari

- Hvør er móttakarin

- Eru innihald og tekstur lagað til móttakaran

8. Er greinin løtt at lesa

- Hvussu er orðavalið og setningsbygnaðurin

9. Partleys ella partísk

10. Er hetta ein góð og áhugaverd grein?

11. Er mynd í greinini? Hvussu ávirkar myndin

 

 

Tuberklar í Føroyum https://foroysksoga2.sbok.nam.fo/index.php?id=318

Spurningar Sellofan

· Lýsið Elina og gerandisdagin.

· Hvønn leiklut hevur mamma Elina? Og hvussu eru viðurskiftini teirra millum ?

· Hví sigur Elin við mammu sína “Eg livi tín dreym”? Hvat sipar hon til?

· Hvørjum tráar Elin eftir? Hvat er umráðandi í hennara lívið?

· Hvussu við Páll sum Elin er gift við ? Hví hoyra vit onki um hann?

· Hvørjar broytingar og góð ráð hava tit til Elina, so familjan fær ein góðan gerandisdag?

· Hvussu lýsir leikurin tað at verða kvinna í einum nútíðarsamfelgið?

· Hevur javnstøða ein prís kvinnur mugu bøta fyri?

· Hví man leikurin hava heitið Sellofan?

link til ljóðbókina er her: Summardáar

Bolli í Grágerði (tekstur)

Snarljós uppgávur

Stutt mállæra

trýst á leinkið: Stutt mállæra

Fyrisøgn til 4. september

Um einar tvær vikur fara vit norður til Klaksvíkar at ferðast til mammubeiggja mín. Tað verður stuttligt, og eg gleði meg, til vit fara. Einaferð fyrr havi eg verið í Klaksvík, men tað er so langt síðan, at eg nú bara minnist heilt lítið til tað. Tá búði eg hjá eini konu, sum æt Ragna. Hon eigur tríggjar gentur og ein drong, og vit plagdu at spæla so væl saman. Tá ið eg nú fari norður aftur, fari eg eisini at vitja tey, og eg vóni, tað fer at vera so gott veður, at vit kunnu spæla úti alla tíðina. Annars mugu vit sita inni, og hóast tað ikki bilar, um tað bert er eina lítla løtu, so kann tað vera heldur keðiligt í longdini.

Myndaviðger frá Rúna

Ábal - spurningar

1. Samandráttur (10-15 reglur)

2. Tíðin:

  • Nær fer søgan fram? - vís á dømi.
  • Hvussu long er søgutíðin?

 

3. Umhvørvi:

  • Greið frá muninum ímillum bóndahúsini, sum Ábal kemur í, og heimið hjá Ábali.
  • Hví vil mamman ikki hava Ábal at siga nakað um heimið?

 

4. Persónslýsing:

  • Lýs Ábal.
  • Lýs Heina.
  • Hví segði Heini onki um reyða skjúrtið?
  • Hví vildi Heini ikki eta kjøtið av tarvinum?

 

5. Evni:

  • Hvørji evni viðger søgan? - greið frá hví.

 

6. Boðskapur:

  • Hvør er boðskapurin til lesaran?

 

7. Samanberið við annað tilfar.

  • Vísið á annað tilfar (tekstir, filmar, myndir o.a.), sum viðgera somu evni sum søgan um Ábal. 

Málningurin "Minni um ommu mína"

Málningurin "Koloni"

Málningurin "Koloni" - uppgávur

Gunnar Havreki -  syrgileikur í 3 pørtum

1. Hvørji evni verða umrødd í leikinum?

2. Nevn mótsetningar í leikinum, og hvussu teir eru mótsetningar.

3. Lýs ein marmennil (tú kanst leita á netinum)

4. Lýs ein sjódregil (tú kanst leita á netinum)

Ljóðbókin Rannvá

Eitt sindur um Rannvá

Kvæðið, ið vit skulu læra okkum

Koyr til helvitis - Marianna Debes Dahl

1. Tekstaslag (Minist til at siga, hvat eyðkennir tekstaslagið).

2. Nevn allar fimm persónarnar. (Lýs tveir teirra).

3. Endurgev eina náttúrulýsing á s. 49.

4. Endurgev tvær samanberingar, sum byrja "Allar fýra hurðarnar í senn ..." s. 48.

5. Bókstavarím koma ofta fyri í yrkingum, men tað kemur meira enn so fyri, at tey eisini eru at finna í øðrum tekstum. - Finn dømi í brotinum "Beinta og Hjørdis máttu ..." s. 46 og í brotinum "Tá ið tær komu úr aftur ..." s. 46

6. Hvønn boðskap heldur tú, at søgan hevur?

Sundur og saman kap. 12

1. Hví heldur tú, at Niklas kastar knívin út á sjógv?

2. Hví heldur tú, at Niklas ynskir at senda handlinum, har hann stjól knívin, pengar?

3. Greið frá forsíðuni.

4. Hvat heldur tú um bókina? Grundgev!

Sundur og saman kap. 11

1. Hvussu hevur Niklas tað, tá ið hann vaknar?

2. Hvat ynskir Niklas, at foreldrini skulu gera?

3. Hvat sær Niklas í speglinum?

4. Funnu mamman og pápin útav, at Niklas hevði drukkið vodka?

5. Niklas hugsar um at siga pápanum alt. Hví velur hann kortini ikki at siga nakað?

6. Hvat geðir Niklas seg til, nú skúlavikan byrjar aftur?

Sundur og saman kap. 10

1. Vís á 5-7 brot í kap. 10, har vit fáa eina kenslu av, at Niklas og Símun eru ein og sami persónur.

2. Hvussu kennir Niklas seg eftir at Símun hevur drukkið vodka? (kropsliga og kensluliga)

 

Sundur og saman kap. 9

 

1. Hvat heldur Niklas nú um Símun? (s. 70)

2. Hví er Niklas so illur við Símun?

3. Hví sigur Símun, at hann eisini eigur pengarnar?

4. Hví fór Niklas við í Viðarlundina?

5. Hvat fær mammuna at siga: "Niklas er ikki ónormalur"? (s. 76)

6. Hví hevur mamman ringa samvitsku?

7. Hvat er Niklas bangin fyri, tá ið hann er barnagenta?

Fyrisøgn 11. juni 2018

 

Kaga upp í himmalin, sært tú fuglin har?
Frælsur vil hann flúgva mong túsund míl frá tær.
Hann breiðir sínar veingir út, veittrar tær farvæl,
tá ferðin er at enda, tú aftur fuglin sær,
tá er hann komin heim til Føroyar.


Á køldum, opnum havi spjaddar liggja tit.
Grønar, vakrar oyggjar, hetta landið eiga vit.
Tú dregur, tú argar, tað er títt sinnalag.
Títt freka, blíða lyndi, sjarmerandi er tað,
soleiðis kenna vit teg Føroyar.

Fyrisøgn 23. mai 2018

 

1. Eg smáttu veit á grønu ong,

har fuglar syngja vakran song,

og hoyrist heimligt áarsuð,

tann smáttan rennur mær í hug.

 

2. Tvey hjørtu sláa inni har,

so trúgv sum trøll, so rein og kær,

so góðskufull, alt uttan grið

í móðurbarmi, faðirs við.

 

3. Har inni eg í vøggu lá,

og fyrstu bøn eg lærdi tá;

har leikti eg í góðum frið?

mín fyrsta dreym eg droymdi við.

 

4. Um mær var boðin størsta høll,

og hon var skrýdd í gulli øll,

tó faðirs smátta mær er meir,

tí hon er einans, ikki fleir.

Fyrisøgn 2. mai 2018

Um eg nú seti meg hjá tær,

Vilt tú so syngja fyri mær,

Tí mær leingist so at hoyra teg,

Siga tú enn elskar meg!

 

Ongantíð tú sigur meir:

“Kom babba góði balla meg,

Sig mær eina søgu og signa meg,

Jesu pápin verjir teg og einglar teir!”

 

Hjarta mínum leingist so at finna inn til tín,

Lítli eingil mín, syng fyri mær,

Sig mær títt goymistað,

So eg kann finna inn,

Skilja tínar tankar

Sig mær hví tú goymir teg,

Eg vil so fegin tað,

At tú og eg vit syngja sama lag.

 

Babba kom og set teg her,

Og eg skal syngja fyri tær,

Um eitt lítið hjarta sum er mær nær,

Eingin er sum tú í hesi verð!

Í huga mínum altíð tú,

So tá eg tekni, tekni eg,

Lítla heita hjartað, sum varðir meg,

Og vita skalt tú at eg elski teg!

Tey standa og vagga og tráa

(Orð: Hans Andrias Djurhuus)

1.      Tey standa og vagga og tráa

á akrinum standandi øks

og deila hin bjartoygda dáa,

ið upp millum teirra vóks.

 

2.      “Vit áttu at plágað og pínt teg

og altíð at stungið tær skør,

vit áttu at køvt teg og týnt teg,

tú stendur á okkara jørð.

 

3.      Og alla tøðuna átst tú

– og royndi at gera mein.

Og altíð so prangandi stóðst tú

– tú voldi, at vit eru sein”.

 

4.      Men dáin stendur í iva,

og hann hevur ymsan lit:

“Eg havi væl loyvi at liva

her líka so væl sum tit”.

 

5.      Tá verða tey øks at tagna,

tí tað segði dáin satt:

hvønn vøkstur Gud hevur fagnað,

og hvør eigur lívsins rætt.

Føroyar

Kaga upp í himmalin sært tú fuglin har

frælsur vil hann flúgva nógv túsund míl frá tær

hann breiðir sínar veingir út, veitrar tær farvæl

tá ferðin er at enda, tú aftur fuglin sær

tá er hann komin heim til Føroyar

 

Á køldum, opnum havi spjaddar liggja tit

grønar vakrar oyggjar, hetta landið eiga vit

tú dregur, tú argar, tað er títt sinnalag

títt freka, blíða lyndi, sjarmerandi er tað

soleiðis kenna vit teg Føroyar

 

Flúgva fagrir fuglar byggja reiður her

og fiskur er í sjónum so langt sum eygað ber

at vitja fjallatindar mangur gleðir seg

og spríkja goymdar keldur um vit bora ígjøgnum teg

og verða vit ríkari tá Føroyar

og hvør verður ríkari tá Føroyar?

 

Hvat heldur tú um okkum, vit rópa okkum tjóð

á flaggdegi, um várarnar, tá tjøldur setast móð

hvar eru tey, sum lovaðu at lekja tíni sár

sum misprýða og vanvirða ár eftir ár eftir ár eftir ár

hvat heldur tú um føroyingar, Føroyar?

 

Við guitara og sangi eg spæli nú mítt lag

sum um Føroyar var mín móðir og bað meg skriva tað

so eggilig og gomul hon teskar barnið mítt

eg vildi at mítt ríkidømi so væl varð býtt

ímillum tey sum búgva her í Føroyum

ímillum tey sum búgva her í Føroyum

so javnt millum føroyingar Føroyar

Fyrisøgn 11. apríl 2018

Karin

1.      Kavin var júst bráðnaður og sólin hugdi fram

Tann dagin lítla Karin ein ring á vegnum fann

Ein ring við eini perlu, hon glað til húsa rann

Og mamman segði: Karin góða, hvør mann eiga hann

 

2.      Karin spurdi genturnar og konur har umkring

Men ongin kundi kennast við hendan vakra ring

Við tí dýru perlu, sum hon á vári fann

Sum mamman helt at Karin nú kundi eiga hann

 

3.      Stolt og ovurfegin við ringi Karin gekk

Á tumlinum og onkuntíð í hálsbandi hann hekk

Mamman segði: “Karin góða goym nú ringin væl,

tí tá tú verður størri á ringfingur hann skal”

 

4.      Tá Karin fylti seytjan, kom eitt fólk á gátt

ein lítil gomul kona og hárið tað var grátt

hon segði: “góða genta tú onga gávu fær,

Í tíggju ár tú borið hevur gullringin hjá mær”

 

5.      “Eg onki vildi siga, tá tú ein dagin stóð

Í gongini og spurdi meg so fitt og eygagóð

Tú vísti mær á ringin á tínum lógva lá

Men eisini dýrar perlur eg í tínum eygum sá”

 

6.      Tú kanst leita víða eftir gulli um tú vilt

savna alskins prýði, stás og annað gylt

Tó ikki alt sum glitrar er eydnan her í verð

Men lívið er ein dýrgripur vit sjálvi evna her

Fyrisøgn 7. mars 2018

Vit liggja undir Tinganesi og bíða eftir, at Ove fer frá landi. Umframt útvarpið liggur her ein hópur av blaðfólkum við myndatólum og bíðar eftir Ova. Allastaðni eru nógv videotól at síggja. 

Tað er nú stúgvandi fult av fólki. Vit frættu í áðni, at tað er ikki dagur, síðan SMS er latið upp, at tað hevur verið so lítið av fólki og bilum at sæð. Tað skilja vit, sum eru her, tí alt fólkið er her í dag. Tey klappa fyri Ova og floyta, nú Ove leggur frá landi.

Tað koma framvegis fleiri fólk. Nú eru flestu handlarnar latnir aftur, og fólk hava kanska verið við hús og etið døgurða. Tað er helst tað, sum ger, at Ove dregur tíðina út. Hýrurin er ógvuliga góður á fólki. 

Fyrisøgn 21. feb. 2018  

Sólva hevur verið sjúk. Hon hevur ligið í songini í fleiri dagar. Mamman situr hjá henni. Hon hevur sitið hjá henni alla tíðina. Sólva hevur havt nógvan fepur og hon hevur gramt seg um pínu í hálsinum. Hon hevur næstan ikki lyft høvdinum seinastu dagarnar, hon hevur einki etið. Læknin hevur verið hjá henni, og hann bað hana geva tol og vera í songini, til fepurin var burtur. 

Fyrisøgn 7. feb. 2018

32. Torgrímur tók sær øks í hond,

so fór hann til sjóvarstrond.

  

33. Torgrímur talar til sveinar sín':

"Gullringur Sigmunds skal vera mín!"

  

34. "Dreingir, tit haldið mær í hans hár,

meðan eg gevi honum banasár.

  

35.  Dreingirnir hildu í hans hár,

meðan hann gav honum banasár.

  

36. Gullringin bóru teir heim til hús,

men kroppin gróvu teir í sand og grús.

 

37. Ein slíkan enda Sigmundur fekk,

hans líki ei í Føroyum gekk.

Fyrisøgn 31. jan. 2018

26.Vit vóru saman í mangari ferð,

ei mín frændi, skiljast vit her."

 

27. Sigmundur var í orðum trygg',

hann legði Tóra á sín rygg.

 

28. Brimið tað brýtur sum boðaslóð,

Tað Tóra niður at botni dró.

 

29. Tá hann hevði svomið tann veg so lang,

hann legði seg stillan niður í tang.

 

30. Torgrímur hugdi mót tara út:

"Eg meini, eg síggi ein reyðan klút."

 

31. Ein stórur maður í tara lá,

ongum líkari enn Sigmund' at sjá

Fyrisøgn 24. jan. 2018

 

19. Svimja teir tríggir við miklari ferð,

sum streymur harður á firði er.

  

20. Tórur aftur um seg sá:

"Nú tekur Einar at dragna frá."

  

21. Sigmundur gjørdi sær tann ómak:

hann legði Einar á sítt bak.

  

22. Tórur rætti Sigmundi hond:

"Nú hevur Einar givið upp ond."

  

23. Sigmund slepti Einar' av,

Suðuroyarfjørður varð hans grav.

 

24. Tórur legði seg bylgju ímót.

"Nú eri eg givin í hond og fót."

 

25. Tú svim til lands, legg einki í meg!

Eg eri farin, men redda teg.

Fyrisøgn 17. jan. 2018

9. So sigldi Tróndur Skúvoyarfjør,

skútan bognaði sum ein gjør.

  

10. Sigmundur vaknar úr svøvni brátt:

"Hvør brýtur inn á meg í nátt?"


11. "Hann, sum brýtur tínar dyr,

tað er tann maður, tú háaði fyrr.

  

12. Sigmund helt sítt svørð ímót,

fimm fullu høvur á Tróndar fót.

 

13.Tróndur hann var til ilsku fús:

"Tit setið nú eld á Sigmunds hús!"

  

14.Sigmundur talar til frænda sín:

"Nú má eg rýma av húsi mín'."

  

15. Sigmunds hústrú stendur við vegg:

"Tú hoyr meg, Tróndur Gøtuskegg.

  

16. Stríðist tú móti konu og børn,

so ert tú grískari enn ein bjørn."

  

17. Sigmundur flýddi á oynna norð,

Tróndur hevði tá manndómsorð.

  

18. Sigmundur kastaði í havið seg,

Einar og Tóri sama veg.

 

fyrisøgn 11. jan. 2018

1.
Í Føroyum búðu høvdingar tveir,
Tróndur og Sigmundur itu teir.
 
Noregs menn! dansið væl í stillum;
stillið tykkum allar,
riddarar, Noregs menn!
dansið væl í stillum.

2.
Sigmundur búði Skúvoy á,
Tróndur búði við Gøtuvág.


3.
So grammur var Tróndur, hann hugsar ilt:
Sigmundur hevur vár’ veitslu spilt.

4.
Tróndur hann situr í sínari lon:
“Tit heintið mær Sjúrða Tollaksson.

5.
Tit heintið mær Gutta og láa Tór.”
Snarliga boð eftir teimum fór.

6.
Inn komu garpar og søgdu so:
“Hvat vilt tú, Tróndur, tú sendi oss boð?”

7.
“Eg havi sent tykkum boðini tey,
at tit skulu hjálpa til Sigmunds deyð.

8.
Tit hvessið spjót, tit hvessið knív;
tað skal galda Sigmunds lív.

9.
Hetta mítt ráð man vera gott:
Vit skulu herja á hann á nátt.”

10.
Teir samlaðu saman sveinar og menn
og gingu til strandar allir í senn.

Fyrisøgn 6. des.

6. flokkur í Fuglafjarðar skúla hevur arbeitt við ævintýrum. Hanna hevur verið í bólki saman við einari aðrari gentu og tveimum dreingjum. Tey hava gjørt hugarok um persónar og søgugongd, og Hanna hevur teknað ævintýrbrúnna.

Dreingirnir hava litað brúnna, og Hanna og Maria, sum hin gentan eitur, hava klipt og límað persónar, dýr og lutir á hana.

Tey hava øll trý skrivað lyklaorð á brúnna, tí at so er lættari at fara í holt við at skriva. 

Flokkurin heuvr lisið mong ævintýr, so tey kenna eyðkennini. Tey fýra í bólkinum hava eisini tikið vanligu eyðkennini við. Tey hava ikki skrivað ævintýrið enn, men tey hava hugsað alla søgugongdina. Tey eru samd um at byrja soleiðis: "Einaferð var tað ein kongur og ein drotning..."

Fyrisøgn 22. nov.

Í besta veðri hittast allir 6. flokkar í Føroyum á Svangaskarði á Toftum. Tað er mikudagin 6. mai. Várið er um at vera av, og summarið er í hondum. Blómurnar eru farnar at spretta, og lombini eru komin.

Høgni og Silja eru saman við umleið 600 øðrum børnum á vøllinum á Svangaskarði, har ítróttadagurin í morgun varð settur.

Teirra flokkur er komin í bólk saman við flokkum úr Vági, Klaksvík, Fuglafirði og teimum smáu bygdunum í Norðstreymoy.

Tey hava longu runnið um kapp og kastað spjótkast. Onkur bólkur hevur lopið hæddarlop, og onkur annar hevur svomið. Tey, sum fyrst hava spælt fótbólt, hava gingið úr Runavík til ítróttadepilin á Toftum, men hetta er eingin langur teinur.

Høgni heldur tað vera løgið at sita á Svangaskarði og hyggja oman á vøllin í Runavík, samstundis sum hann sær tveir vøllir á Toftum. 

Fyrisøgn 1. nov. 2017

 Í morgun fóru vit tíðliga upp, tí vit skuldu inn í Eysturoynna til ítróttadagin í Runavík og á Toftum.

Vit fóru við bussinum klokkan sjey. Tíbetur er nú undirsjóvartunnil ímillum Vágoy og Streymoy, men mamma tosar altíð um, hvussu strævið tað var at fara úr oynni, áðrenn hann kom, tí tá máttu øll ferðast um Vestmannasund við ferjunum Sam og Terjuni. 

Tá vit komu til rundkoyringina í Kollafirði, sóu vit, at onkur hevði hundavenjing við Royndarstøðina. Tað kundu eg hugsað mær at sæð. Bussurin steðgaði við Streymin. Har komu børnini úr Vìk og Tjørnuvík upp í okkara buss. Tey vóru ikki so mong í tali. Silja kennir eina av gentunum. Hon eitur Ása. Tær hava verið á legu saman í Vatnsoyrum. Tá ið vit koyrdu millum Fjarða, fortaldi lærarin okkum um gamla tingstaðin í Eysturoynni, Stevnuvál. Mær dámar væl søgu, so eg lurtaði væl eftir.

Hann fortaldi okkum eisini søgnina um Rinkusteinarnar og vísti okkum vegin til Oyndarfjarðar. Eg havi verið har og haldi tað vera løgið, at steinarnir standa soleiðis og ridla.

Vit koyrdu eisini fram við longsta firðinum í Føroyum, Skálafirði. Fram við øllum firðinum liggja bygdir. Tær eru næstan vaksnar saman. VIt vóru á Toftum klokkan 9.00. Bussurin koyrdi okkum niðan á Svangaskarð. Mær dámar væl at sleppa undan at ganga niðan, tí fyri framman var helst ein strævin dagur. 

Fyrisøgn 27. sep. 2017

Høgni gleðir eg, tí í morgun segði lærarin teimum, at allir skúlar júst hava fingið teldubræv, ið sigur, at allir 6. flokkar nú kunnu tekna seg til árliga ítróttadagin, sum verður í mai mánaði.

Ítróttadagurin hevur verið hildin í nógv ár, og næmingar hava sum oftast latið væl at degnum.

Høgni hevur altíð verið íðin í ítrótti. Hann hevur spælt bæði fótbólt og hondbólt og hevur eisini runnið nógv. Ítróttin hevur tikið tað mesta av hansara frítíð, so hann ætlar sær við.

Ítróttadagurin hevur verið hildin ymsastaðni í Føroyum. Høgni minnist, at hann einaferð varð hildin í Vágum. 

Í ár verður ítróttadagurin í Runavík og á Toftum.

Høgni heldur, at tað er stuttligt at hitta næmingar úr øðrum bygdum í Føroyum. Hann hevur altíð tímað væl at hitt nýggj fólk. Tá er øðrvísi við tvíburasystrini, Silju, sum altíð hevur verið so smæðin, men Høgni veit, at eisini hon hevði fegin viljað torað betur.

Silja hevur íðkað nógvan ítrótt. Hon hevur í mong ár spælt flogbólt við Drátti, og hon hevur eisini riðið nógv. 

Høgni og Silja hava tosað um ítróttadagin, og tey eru samd um, at flokkurin so avgjørt eigur at fara við. 

Fyrisøgn 20. sep. 2017

Góða dagbók!

Nú má eg aftur skriva í góðu dagbók mína. Eg siti í mínum besta stóli inni á kamarinum og skrivi. Eg eri júst komin aftur úr føðingardegnum hjá Jógvani. Vit høvdu tað stuttligt og fingu nógv gott at eta. 

Jógvan vísti mær sítt kamar. Tað var lítið, men vakurt og hugnaligt. Aftaná vísti hann mær bøkur sínar. Honum dámar væl at lesa. Eg lovaði honum at sleppa at síggja mínar bøkur eisini, tí eg eigi fleiri, sum hann ikki eigur.

Eg ætli mær eisini at vísa honum mítt kamar. Tað er eitt sindur størri enn hansara, men hansara er líka vakurt sum mítt. 

Okkara hús standa nær við skúlan, so eg fari at biðja hann koma beint eftir skúlatíð í morgin.

Nú má eg fara at leggja bøkur mínar í skúlataskuna og taka klæði míni fram til í morgin. Eg veit, at eg altíð havi so ringa tíð um morgunin. 

Hanna

Fyrisøgn 31. august 2017

Góða dagbók!

Nú er seint, so eg fari skjótt at leggja meg. Eg siti í songini og skrivi, meðan eg lurti eftir nýggjastu fløguni hjá mær. Eg haldi, at tað er gott at lurta eftir tónleiki, áðrenn eg fari í song, ti so sovni eg altíð beinanvegin. Annars plagi eg onkuntíð at lesa, áðrenn eg leggi meg. Veitst tú hvat hendi í dag? - Eg má siga tær tað. So veit eg, at tað verður okkara millum. Jógvan í 7. flokki, sum eg havi so góðan hug á, bjóðaði mær í føðingardag hjá sær í morgin. Hvat heldur tú? Eg eri einasta genta í 6. flokki, sum er boðin við. Nú rokni eg við, at hann eisini leggur eitt sindur í meg. Eg gleði meg so nógv til í morgin. Eg skrivi aftur í annaðkvøld. Tá verður helst okkurt spennandi at skriva um.

Hanna

Fyrisøgn 9. juni 2017

leygardag, spældi, hugdi, fótbólti, bygdunum, fyrst, sóu, kvikaði, verða, veðrið, meðan, væl, skjótt, høvdu, dysturin, tá ið, kvøldið, 

 

Minnist til at hesi sernøvn byrja við stórum:

Beinta, Havn, Tvøroyrar, Porkeri, Hovi, Øravík, Trongisvág, Tvøroyri, Smyril, Krambatanga, Lítlu Dímun, Stóru Dímun, Skúvoynna, Sandoynna, Nólsoynna, Gundadal, VB, Vági, Høgnar.

 

Fyrisøgn 19. mai

fyrst, stuttligt, gleði, útferð, heilsanir, brævið

Fyrisøgn 5. mai 2017

Vit tríggjar fáa tíð at eta bollar og drekka kakao heima hjá Ritu, áðrenn vit fara í svimjihøllina. Eg fái greitt Unnur frá, hvussu kedd eg havi verið um, at hon mundi halda, at eg hevði verið við í telefonballaduni, men hon er ikki kedd. Tað tykist sum tað, sum Janus las fyri okkum úr hennara stíli, hevur givið henni luft fyri tí, hon hevur verið kedd av leingi.

- Eg visti væl, at tað ikki var tú, Drós. Heldur tú ikki, eg havi sæð, hvussu Jóna hevur gjørt hesi árini?

Fyrisøgn 21. apríl 2017

Brádliga sær alt ljósari út í myrkrinum. Løgið sum mánin kann lýsa upp, tá hann kemur undan skýnum, og løgið sum tankin um ein mjúkan og heitan hest, kann ugga. Eg klúgvi upp um hegnið og renni móti svarta skugganum, sum byrjar at ganga móti mær. Hvat um hatta ikki er Strok? Eg fái bara tíð at hugsa tankan, so eri eg hjá honum og leypi um hálsin á honum. Tárini rulla úr mínum móðu eygum og inn í heita feldin. 

(Lat eisini meg, s. 58)

Fyrisøgn 31. mars

Tey líkjast eitt sindur, har tey standa tigandi og stara illbrýnt inn í eyguni á hvør øðrum. Munurin er bara, at Bartal hevur valt at vera framligur á ein frekan og keðiligan hátt, sum fær alt at frysta, standa fast, meðan Rita, í sínum verumáta, tykist sum ein frískur vindur, ið hvirlar dust og deytt leyv upp av vegnum. Fær alt at skifta lit og skifta pláss.

- Kom nú, Bartal. Ver ikki so súrur! Hvat kanst tú brúka tað til?

Fyrisøgn 24. mars

So er tað hatta, at tey einki skilja, tað kundi eg sagt við tey, men tankarnir eru um at fløkjast í høvdinum á mær, og knúturin í búkinum bara veksur, tí hvussu kann eg vita, at tey einki skilja, tá eg ongantíð havi sagt teimum, hvussu eg havi tað? Heldur havi eg látist, sum alt er í lagi, at eg ikki rættiliga havi funnið nakran, sum eg tími at fylgjast við, og tá mamma er farin at tosa um tær genturnar, eg plagdi at fylgjast við í fyrstani, so havi eg sagt, at tær tíma ikki tað sama sum eg, og onkur av teimum eisini er flutt.

Fyrisøgn 15. mars 2017

Knappliga verður so friðarligt. Tað er orðafloymurin frá mammu, sum er steðgaður, og friðurin fær meg at venda mær frá mínum egnu sorgarbundnu tonkum og hyggja at henni, har hon situr tigandi og hyggur at mær. Og ikki fyrr enn tá varnist eg, at hond mín, við gaflinum við seinasta frikadellubitanum, er steðgað á hálvari leið upp til munnin, meðan eg bara havi sitið og start fram fyri meg. 

- Nú fari eg altso at tosa við Tóru at vita, um nakað er galið í flokkinum! (Lat eisini meg, s. 23)

Fyrisøgn 8. mars 2017

Spakuliga vendi eg mær og skundi mær inn í kamarið. Hoyri mammu tosa við sama lag, meðan hon klamsar frikadellur, kenni meg illa at vera rýmd úr køkinum. Men eg orki bara ikki, tað gevur onga meining fyri meg at fyrireika nakra skúlaferð. Eg orki ikki at vera saman við hasum børnunum í ein dag, hvussu skal eg klára at vera saman við teimum í eina heila vikum uttan yvirhøvur at sleppa heim? Eg kasti mín deyðalúgvaða kropp á songina (Lat eisini meg, s. 18-19).

Fyrisøgn 15. februar

Vundu upp síni silkisegl, út í havi ganga: so er sagt, at kongurin hann stýrdi Orminum langa.

Hetta frættist víða um land, at Noregs menn teir sigldu; Danimarks kongur og Svøríkis kongur ráðini saman hildu.

Danimarks kongur og Svøríkis kongur ganga saman í ráð, hvussu teir skuldu Noregs kong skjótt av døgum fáa.

Senda boð til Eirik jall - vænur er borin í evna: "Hann skal fylgja ferðini við, sín faðirs deyð at hevna.

Eirikur gongur for kongar inn við brynju og reyðum skjoldi: "Ólavur kongur av Norwfi mín faðirs deyða voldi."

Jallurin stendur á hjállargólvi, blankt bar spjót í hendi: "Ólavur kongur síggja skal, eg hvast mót hvøssum vendi."

Fyrisøgn 8. februar

Fróir og glaðir sveinar mæltu "Harri, vit skulu tær fylgja, um enn tú fert í frið ella stríð, vit óttast ei brattar bylgjur."

Har kom maður á bergið oman við sterkum boga í hendi: "Jallurin av Ringaríki hann meg higar sendi."

Kongurin so til orða tekur bæði við gleði og gamni: "Sig mær satt, tú ungi maður, hvat ert tú nevndur at navni?"

"Einar skalt tú nevna meg, væl kann boga spenna; Tambar eitur mín menskur bogi, ørvar drívur at renna."

"Hoyr tú tað, tú ungi maður, vilt tú við mær fara, tú skalt vera mín ørvargarpur Ormin at forsvara."

Gingu teir til strandar oman, ríkir menn og restir, lunnar brustu og jørðin skalv: teir drógu knørr úr nesti.

Fyrisøgn til 1. februar 2017

 

Kongurin letur snekkju smíða har á sløttum sandi; Ormurin langi størstur var, sum gjørdist á Noregs landi.

Knørrur var bygdur á Noregs landi, gott var í honum evni: sjúti alin og fýra til var kjølurin millum stevna.

Forgyltir vóru báðir stavnar, borðini vóru blá, forgyltan skjøld í toppi hevði, sum søgur ganga frá.

Kongurin situr á hásæti, talar við sínar dreingir: " Vit skulu sigla tann salta sjógv, tað havi eg hugsað so leingi."

Berið nú fram tey herklæðir við brynjum og blonkum brandi, síðani leggið frá landi út, og siglið frá Noregs landi!

Fyrisøgn til 11. januar 2017

 

Fyrst - stuttligt - hevði - síðan - niðan - verið - væl - gleði - kærar - heilsanir - Fuglafjørður - Fuglafjarðar

Orð til fyrisøgn - 23.11.16

Høgnar, gjár, flokkinum, Kirkjubø, gjøgnum, Havnar, Havn, tveir, koyrdu, fram, við, tað, vøkur, kirkja, veg, Velbastað, sóu, yvir, Hest, Koltur, vakrar, bussurin, nøkur, Sandoyar, Múrinum, maður, greiddi, okkum, hesum, segði, søguna, Gæsu, Sverra kong, frálíkur, Klaksvík, blíðar, Beinta

Fyrisøgn til 11. novembur

liðugur, fyrst, kortið, ynskja, meðan, borðs, lænt, etið, systir, føðingardagurin, gingu, fylgdi, einsamøll, heilsanir

Orð til fyrisøgn til tann 2. novembur

Høgnar, takk, fyri, fekk, gjár, flokkinum, Kirkjubø, gjøgnum, Havnar, kirkja, veg, koyrdu, Velbastað, Hest, Koltur, nøkur, Sandoyar, við, Múrinum, maður, greiddi, okkum, segði, Gæsu, Sverra kong, frálíkur, Blíðar, Beinta

 

 

 

Orð til fyrisøgn 21.09.16

Havnar, bussinum, keypir, fløgur, ørindi, bæði, ferð, býtta, gerð, skundaði, áðrenn, etur, drekkur, liðugur, matarhøllina

Fyrisøgn 7. septembur

noyðist, rúkandi, bilførarin, tamarhaldið, rýma, ferðini, fingið, meiðslað, fartelefon, lært, sjúkrabilurin, sjúkrahúsið, gremur

Fyrisøgn til 24. august 2016

summarið - stuttligt - longu - kvøldini - høvdu - hoyggjhúsið - brotsspark - bjargaði - kvøldið - annað - bóltspæl

Fyrisøgn til 7. mars

Tað kvøldið, sum boðað varð í Skorarnar, fór Baldur tíðliga til songar. Og pápi hansara hevði neyvan opnað kamarsdyrnar um morgunin, tá var Baldur longu klárvakin. Tá ið hann hevði latið seg í, fór hann at eta morgunmat. Baldur var sera spentur at fara í Skorarnar.

Fyrisøgn til 29. februar

Í skúlanum hava vit hoppað, runnið, sitið, lisið, roknað og skrivað. Mær dámar best at lesa og at rokna. Í fríkorterinum høvdu nøkur børn gjørt fortreð, tey høvdu kastað skógvar í ánna. Eisini hevði onkur fingið ein undir vangan. Ì morgin skulu vit útferð, tað gleði eg meg til.

Fyrisøgn til 22. februar

Vit hava fingið nýggjan granna. Hon eitur Lena og eigur ein stóran hund. Ein sovorðnan hevði eg viljað átt. Eg fór ein dagin á bókasavnið at læna mær bøkur um hundar. Eitt kvøldið fór eg túr við grannahundinum, hann eitur Brosi. Tað er nokk so strævið, tí Brosi hálar í bandið alla tíðina, hann kundi hugsað sær at verið leysur. Brosi og eg eru vorðnir góðir vinir, og eg hevði so fegin viljað átt hann.

Fyrisøgn til 18. januar

Gevið ljóð og lýðið á,

meðan dagur líður,

kvæði um Leiv Øssursson,

tann hin garpin fríða.

 

Stígum fast á várt gólv

sparum ei vár skó

Gud man ráða, hvar vit drekka onnur jól

 

Leivur vaks hjá Tróndi upp

bæði vænur og vitur,

vaksin var hann menniliga,

og fagur var hans litur.

Orðafyrisøgn til tann 25.11.15

hevði, segði, legði, sum - ið, hann, hon, okkum, tykkum, morgun, mær, tær, sær, var, fáa, mugu, kunnu, koma, fær, fjall, barn, maður, tí at, tí, eg, meg, teg, seg, altíð, ongantíð, onkuntíð, nakað, fingið, øllum, hugsaði, kláraði, gekk, hjá, ferðir, fer (sagnorðið at fara) hann fer ein túr, ferð (navnorðið ein ferð) við fullari ferð, fekk, hekk,    

Fyrisøgn til tann 11.11.15

Innfyllingarfyrisøgn - fyrireikið tykkum upp á orðini, sum eru skrivaði niðanfyri:

Anna, hava, tíma, nú, vit, skriva, bræv, sum, vil, Tað, langt, frá, tær, so, at, tú, pápi, eitt, veit, er, stutt, tíð, eftir, aftur, er, nógv, vita, hann, eta, tit, her, hevur, vinir, eg, meg, mær, nakað, sær, bók, kann, lesa, ár, eisini, og, fekk, ikki, við, til, stuttligt, var, enda, sindur, Bára 

 

Fyrisøgn til 28. sept. - les tey orð, sum eru skrivaði við feitari skrift

Mær dámar væl at fara til Havnar, tí at tá veit eg, at eg sleppi inn í ein handil at keypa okkurt leika. Tað er bara so torført at velja sær eitt leika burtur úr allari rúgvuni. Seinast, vit vóru har, keypti eg mær einar rulluskoytur. Eg havi brúkt tær nógv.

Nú kemur veturin, so eg vil heldur hava okkurt, eg kann spæla við inni. Eg ynski mær eina spæliteldu, men tær eru so dýrar. Vinmaður mín eigur eina teldu og nógv spøl.

Kanska fari eg at keypa mær lego ella perlur. Mær dámar væl at byggja ymiskt. Serliga perlur, tá ið eg havi mynstur at leggja eftir.

Fyrisøgn til tann 21.09.15

Næmingurin fyrireikar tey orðini, sum eru skrivaði við feitari skrift. Hetta er ein innfyllingarfyrisøgn frá Landsroyndini í 2009.

 

Í dag hevur verið ein so góður dagur í skúlanum. Longu tá ið eg vaknaðivisti eg, at okkurt gott fór at henda. Pápi vakti meg, og tá ið hann dró gardinurnar frá vindeyganum í kamarinum, sá eg, at sólin skein bæði oman og niðan. Eg leyp á føtur og fór út í baðirúmið og vaskaði mær og bustaði tenn, og so át eg morgunmat saman við familjuni. Tá ið eg hevði etið, skundaði eg mær at renna yvir til bussin.

Vit syngja altíð morgunsang í fimleikarhøllini. Í morgun sungu vit "Nú skínur sólin bjarta". Aftan á at vit høvdu sungið, segði skúlastjórin, at allur skúlin skuldi fara útferð. Tað kom rættiligt róp í, og øll ætlaðu at leypa avstað, men fyrst skuldu vit fara inn í okkara skúlastovu og fáa nærri boð um, hvussu vit skuldu bera okkum at. Hans er flokslærari hjá okkum, so hann kom við okkum inn í stovuna. Hann segði okkum, at hvør flokkur fór saman við sínum flokslærara.

Hans hevði verið hjá bakaranum í morgun og keypt breyð og onkran viðskera, so fyrst smurdu vit okkum ein matpakka at hava við. Hann hevði eisini keypt saft.

Vit fóru niðan á Stórafjall, og tað er ein langur túrur, men sjálvt um tað var tungt at ganga niðaná, so er tað vakurt har uppi, at tú gloymir møðina. Vit sóu nógvan fugl, og vit sóu eisini nógvar blómur. Eg sá eisini eina haru; Hans segði, at tað var Helena hara.

Nú eri eg móður og ætli mær skjótt í song, men eg vildi ynskt, at fleiri skúladagar vóru sum hesin.

Fyrisøgn til 13.09.15

Eg eiti Beinta, og eg eri 11 ár. Eg eigi nógvar vinkonur. Okkum dámar væl at spæla hondbólt og lurta eftir tónleiki. Eg eigi nógvar fløgur. 

Fyrr spældu vit nógv við dukkur, men nú eru vit stórar gentur og eru givnar við tí. Mær dámar væl at fáa nýggj klæði. Í gjár fekk eg tvær nýggjar blusur og tvær nýggjar troyggjur frá mammu. Eg var ógvuliga glað fyri hesar góðu gávur.