Gamla Lotta – arbeiðsspurningar
1. Hví munnu foreldrini krevja, at Maria giftir seg?
2. Hvør hugburður kann fjala seg í tí kravinum? Hava foreldrini rætt til at krevja hetta av Mariu?
3. Hví man Maria ikki vilja gifta seg?
4. Hvørjar forðingar sær Maria í at gifta seg?
5. Er tað ein forðing at vera ung einsamøll mamma? Hvussu við útbúgving?
6. Hvønn týdning hevur Gamla Lotta fyri Mariu?
7. Hví skilir Gamla Lotta støðuna Maria er í?
8.Hvørjum halda tit Maria skal lurta eftir? Sær sjálvari ella foreldrunum? Hví?
9.Gamla Lotta gjørdi sum foreldrini søgdu, tá hon var ung. Hvørja ávirkan hevur tað havt á lív hennara?
10. Hví vildu foreldrini hava, at Gamla Lotta skuldi gifta seg við Arna og ikki Jóhann?
11. Hví valdi hon ikki Jóhann?
12. Lýsið tíðina tær báðar liva í.
13. Greiðið frá muninum ímillum tíðina tá Gamla Lotta var ung og tá Maria var ung.
14. Hvør hugburður og hvørji lívsvirði vóru galdandi í hesum báðum tíðum?
15. Hava kærleiki og fríur vilji altíð verið kjarnin í einum hjúnarlagi?
16. Hvønn týdning hava ættarbond og ognir í samband við hjúnarlag? Hví?
17. Hvat er kjarnin í einum lukkuligum hjúnarbandi?
18. Hvussu stóran týdning hevur kærleikin?
19. Hvussu stóran týdning hava pengar og fíggjarligur tryggleiki?