Spæliliðið fingið prógv

Skrivað hevur: Rói Jacobsen

Útgivið tann: 24.05.2023

Tíðindabólkar: Tíðindi

Á samkomu í Haps í gjár fingu spæliliðini í skúlunum í Tórshavnar kommunu handað prógv.


Hjá okkum í Skúlanum við Løgmannabreyt eru tað næmingar í 7. flokki, fýra gentur og fýra dreingir, sum í hesum skúlaárinum hava skipað fyri spølum saman við næmingunum í innskúlingini.


Spæliliðið er virkið í fríkorterum tríggjar ferð um vikuna, bæði uttandura í skúlagarðinum og innandura í fimleikarhøllini, har tey skiftast ímillum at spæla við næmingarnar í 1., 2. og 3. flokki.


Endamálið við Spæliliðnum er at fáa yngru næmingarnar at vera virknar kropsliga og at bøta um trivnaðin í fríkorterum. Tey fyrireika nøkur spøl at spæla, greiða næmingunum frá spælinum og royna at tryggja, at øll eru við í spælinum, hava tað stuttligt og hugna sær saman.


Næmingarnir vóru á skeiði við skúlaársbyrjan, har tey lærdu at standa fyri og skipa fyri barnaspølum. Eisini fingu tey góð hugskot, hvat ein skal leggja dent á, tá ið spælt verður við børn í innskúlingini.


Skúlarnir í kommununi hava havt spælilið í nógv ár, og staðfestast kann, at hetta er eitt tiltak, sum riggar væl, og sum yngru næmingarnir gleðast um. Sigrid av Reyni Thomassen, AKT-lærari í skúlanum, hevur øll árini virkað sum akkersfólk og hjálpt næmingunum at skipa fyri.


Vit vilja fegin takka næmingum og Sigrid fyri eitt gott og gevandi ár við Spæliliðnum.


Á myndini síggja vit: Borgarstjóran, Lilju, Fríðu, Døgg, Tummas, Jóannes, Elias, Hóra, Lilju og Sigrid.


Leinki til røðuna hjá borgarstjóranum