Hesa vikuna gekk leiðin aftur niðan eftir Løgmannabreyt, niðan í Klingruna og so út í Hoyvíkshagan. Har var gott at ganga. Vit sóu eina haru, hon spelaði avstað, sum um hon visti, at tað var 2. november, sum er fyrsti haruskjótidagur. Vit tosaðu eisini um Eystnes, Stongina, Borðuna og Glyvursnes, um Eysturoy, Strendur, Selatrað og Kaldbak. Skjótt gekk at ganga og áðrenn vit vistu av vóru vit komin oman til nýggju rundkoyringina á Hvítanesi. Vit gingu yvir um vegin og løgdu leiðina oman í Sandvíkar, har nú skjótibreyt er. Vit fóru har, tí at har var góð lívd fyri ættini, umframt at sólin sá á sjálvt nesið á Sandvíkum. Hóast veðrið var fínasta slag, komu eisini nøkur æl. Men tað bilti einki, tað sett lit á, eisini bókstaviliga, tí beint uttan fyri okkum stóð fagur ælabogi.
Sigast má at vitjanin á Sandvíkum var sera hugstoytt. Hetta fyrr so náttúruvakra øki er fullkomiliga oyðilagt. Grót er lagt omanyvir fjøruna, lendið er grópað upp, staðið er als ikki til at kenna aftur. Eisini vóru skør frá leirdúgvum at síggja allastaðni. Og tað er ikki bara skjótibreytin, sum órógvar, tí lendið omanfyri verður so nógv taðað, at bæði áir og hyljar eru grálitað og lukta sera illa. So tað var um at sleppa sær avstað aftur - og skjótt vóru vit á veg heim aftur.
Á veg til bussin gingu vit gjøgnum Hvítanes bygd. Seinasta teinin fingu næmingarnir spurningar at spyrja hvønn annan um fuglar og um seyð. Og tað tímdu teir væl. Vit tóku 2'aran niðan til Løgmannabreyt og við Hoyvíkskirkjuna fangaðu vit 1'aran niðan í skúlan.