Samrøðubólkur

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 23.08.2022

Tíðindabólkar: Tíðindi

Góðu foreldur!

Eins og undanfarin ár er møguleiki hjá børnum hvørs foreldur eru farin hvør frá øðrum at koma í samrøðubólk. Hetta er tíggjunda árið, at børn í Skúlanum við Løgmannabreyt fáa hetta tilboðið, og hava øll børnini verið ómetaliga glað fyri tíðina í samrøðubólkinum.

Í Skúlanum við Løgmannabreyt leggja vit stóran dent á, at børnini trívast og hava tað gott, og ynskja vit at gera nakað munagott fyri at tryggja hesum.

Hjúnaðarskilnaður er ein av teimum avbjóðingunum, ið nógvar familjur møta í dag. Alt fleiri børn í Føroyum uppliva, at mamman og pápin fara hvør frá øðrum, áðrenn tey eru 18 ár. Familjubrotið førir fyri tey flestu eina stóra sorg við sær og nógvar tankar. Óansæð um hjúnaðarskilnaðurin hevur verið lagaligur ella merktur av stríði, vísir tað seg, at børnini ganga runt við nógvum ósvaraðum spurningum, ið tey høvdu havt gleði av at práta um í einum tryggum og óheftum umhvørvi.

Skúlin við Løgmannabreyt hevur valt at gera nakað ítøkiligt við hetta. Heilsufrøðingurin (Kala Rajani) og AKT – lærarin (Sigrid Thomassen) hava tí verið í Danmark, har tær hava tikið eina útbúgving á “Center for Familieudvikling” í at hava samrøðubólkar fyri børn, hvørs foreldur eru farin hvør frá øðrum.

Kala og Sigrid hava fyribils havt níggju samrøðubólkar. Børnini hava her fingið møguleikan at seta orð á tankar og kenslur viðvíkjandi skilnaðinum við javngomul, ið eru í somu støðu. Børnini hava verið sera glað fyri samrøðubólkarnar og verður tí hildið áfram við at hava samrøðubólkar.

Tað er tagnaðarskylda í bólkinum. Tað vil siga, at bólkaleiðararnir ikki bera persónligar upplýsingar víðari til onnur, hvørki skúlaleiðslu ella foreldur.

Samrøðubólkurin er ætlaður at vera eitt fyribyrgjandi tilboð. Talan er ikki um terapi, men heldur at geva børnunum møguleikan at seta lívsumstøður teirra í eitt størri høpi og geva teimum ítøkilig amboð at handfara sínar kenslur og hugsanir. Royndir vísa, at børn læra sera nógv av at spegla sær í javngomlum. Samrøðubólkurin er eitt stað, har tey fáa høvi at hitta onnur, ið hava upplivað nakað líknandi, og kann hetta geva teimum eina kenslu av, at tey ikki eru ‘einsamøll’, ‘skeiv’ ella ‘løgin’.

Samrøðubólkurin hittist eftir skúlatíð eina ferð um vikuna í 8 vikur, 1½ tíma hvørja ferð. Samrøðubólkurin verður hildin í hølinum hjá heilsufrøðinginum. Bólkurin byrjar eftir heystfrítíðina. Tilboðið um luttøku í samrøðubólkinum fevnir um øll børn, hvørs foreldur eru farin frá hvør øðrum, og er sostatt ikki treytað av, um skilnaðurin fór fram fyri stuttari tíð síðani ella fyri mongum árum síðani. Tilboðið hetta skúlaárið er til 5., 6. og 7. flokk. Tey, ið vilja vera við, kunnu skriva til kalar@gigni.fo ella sigrid.thomassen@skulin.fo ella ringja á tlf. 562338 (Kala) ella 280315 (Sigrid). Seinasta freist at melda seg til er mánadagin 12. september 2022. Møguleiki er at lesa um “Center for familieudvikling” á www.familieudvikling.dk.

Um tit hava spurningar ella viðmerkingar, eru tit vælkomin at venda tykkum til bólkaleiðararnar, ið eru Kala Rajani (562338) og Sigrid Thomassen (280315).

Vinaliga

Skúlin við Løgmannabreyt