1. skúladagur hjá 1. flokki

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 18.08.2022

Tíðindabólkar: Tíðindi

Fyrsti skúladagur hjá 1. flokki
 
24 glað og spent børn møttu í miðhøllini, har skúlastjórin bjóðaði foreldrum og næmingum at vera hjartaliga vælkomin í okkara skúla. 

Skúlastjórin heilsaði upp á næmingarnar, áðrenn teir hugagóðir fóru í skúlastovuna saman við Sigrid og Ásu, ið verða teirra lærarar og dagliga vera um flokkin hetta fyrsta skúlaárið.

Vit ynskja okkara 1. floks næmingum at vera hjartaliga vælkomnar í skúlan við Løgmannabreyt.