Skúlin byrjar aftur hósdagin 18. august 2022

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 10.08.2022

Tíðindabólkar: Tíðindi

Farið verður aftur í skúla hósdagin 18. august.

2. - 9. flokkur møtir kl. 10.

Næmingarnir í 2. og 3. flokki kunnu fara í frítíðarskúla/-tilboð eftir at skúlagongdin er liðug kl. 11.20.

1. flokkur møtir kl. 13.

Næmingarnir í 1. flokki eru vælkomnir at vitja frítíðarskúlan saman við foreldrunum til kl. 17.

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll aftur og eru sjálvandi øgiliga, øgiliga spent at heilsa upp á børnini, ið skulu í skúla á fyrsta sinni.

Blíðar heilsanir og framhaldandi gott summar

Skúlin við Løgmannabreyt