Prógvhandan

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 29.06.2022

Tíðindabólkar: Tíðindi

20. juni fingu okkara næmingar í 9. flokki prógv síni.

Umframt at prógvini vórðu handað teimum 49 næmingunum, var felagssangur. Jens Marni Hansen spældi og sang eisini tveir sangir og røður vórðu hildnar.

Sum vera man bjóðaði skúlin ein góðan drekkamunn og lagkøku.

Næmingarnir hava nú gingið í skúla á Løgmannabreyt í nýggju ár, og fara nú hvør sína leið. Vit, sum eftir eru, ynskja tykkum góða eydnu á lívsleið tykkara.

Takk fyri tykkara tíð í skúlanum.