Á samkomu í Bowlinghøllini fyrr í juni fingu spæliliðini í skúlunum í Tórshavnar kommunu handað prógv. Nú hava skúlarnir í Tórshavnar kommunu havt spælilið í nógv ár, og hetta er eitt tiltak, sum riggar væl, og sum yngru næmingarnir gleðast um. Tað eru eldri næmingar í sjeynda flokki, sum skipa fyri spølum við yngru næmingunum ávís fríkorter.
Teir eldru næmingarnir hava verið á skeiði fyrst í skúlaárinum og lært, hvussu teir kunna samskifta við yngri næmingar, hvussu tú kann bera teg at soleiðis, at teir yngru næmingarnir lurta og geva tí gætur, sum tú greiðir frá, t.d. í sambandi við eitt spæl, ið tú setir í gongd.
Haraftrat hava teir fingið hugskot til og lært ymisk spøl, sum hóska væl til aldursbólkin í grunddeildini og stuðla undir samanhald í fríløtunum. Og starvsfólk í skúlunum siga frá, at tað er sera stuttligt at síggja, hvussu væl næmingarnir duga at skipa fyri og fáa øll við.
Borgarstjórin segði í stuttari røðu fyri børnunum, at tey veruliga taka ábyrgd og standa á odda fyri virkseminum ávís fríkorter hjá yngri næmingum. Í grundini er talan um sjálvboðið arbeiði, og tað er gott fyri eitt samfelag, bý ella eina bygd, at borgarar – í hesum føri næmingarnir sjálvir - vilja átaka sær ymsar uppgávur, ið eru til gagns fyri onnur.
- Endamálið við Spæliliðnum er at fáa næmingar at røra seg meir og verða kropsliga virknar. Dentur verður lagdur á at fáa teir yngru næmingarnar at spæla í skúlagarðinum í fríkorterunum. Aftrat hesum eru spæliliðini við til at bøta um trivnaðin við at fáa øll børnini at taka lut og hava tað stuttligt saman.
- Allir skúlar í Tórshavnar kommunu hava Spælilið og akkersfólk, sum stuðlar teimum í teirra virksemi. Støddin á skúlunum er ymisk, og tað er tí ymiskt, hvussu nógv manna spæliliðini, men vanliga eru millum tveir og 12 næmingar í spæliliðunum, sum skipa fyri í fríkorterunum.
Myndirnar eru frá www.torshavn.fo