5. flokkur vann skúlaleikir

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 12.06.2022

Tíðindabólkar: Tíðindi

Felagsskapur og rørslugleði fyri øll. Tað er endamálið, og tað er av sonnum tað sum næmingar og lærarar hava upplivað við "Skúlaleikum" og einum braki av eini landsstevnu fríggjadagin.

Nógv hepp, spenningur til tað seinasta og vælnøgdir næmingar og ítróttalæarar.

4. flokkur og 5. flokkur høvdu vunnið seg víðari og tað gekk sera gott. Serliga gott hjá 5. flokki, sum vann kappingina. 

Næsta ár fara flokkarnir aftur til skúlaleikir. Tá verða "skúlaleikir" fyri 4., 5. og 6. flokki.