Fyrsti 9.fl. næmingurin liðugur

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 13.06.2022

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í morgun varð farið undir próvtøkurnar til seinastu lærugreinina, sum í ár er enskt. Frammanundan hava verið próvtøkur í føroyskum og landafrøði. Fyrsti næmingur, sum kom út úr próvtøkuhølinum í morgun, var Rógvi Lorenzen Persson.

Sum siður er, stóð skúlastjórin fyri honum og handaði Rógva eitt blómutyssi. Eisini er siður, at næmingurin skal vinda Merkið í húnarhátt.

Mikudagin verða teir seinastu næmingarnir lidnir við próvtøkurnar, og ynskja vit øllum góða eydnu tað, sum er eftir av próvtøkutíðini.

Prógvhandanin verður mánadagin 20. juni kl. 16.

Umframt, at prógvini verða handað, verður felagssangur og tónleikur. Røður verða hildnar og floksmynd verður tikin. Eisini bjóðar skúlan ein góðan drekkamunn. 

Skúlin takkar næmingum og avvarðandi fyri gott samstarv hesi níggju árini, ið næmingarnir hava gingið í Skúlanum við Løgmannabreyt, og vit ynskja øllum blíðan byr og eydnu í framtíðini.