Ókeypis STROK?

Skrivað hevur: Rói Jacobsen

Útgivið tann: 07.09.2021

Tíðindabólkar: Tíðindi

Ja, tað ljóðar næstan ov gott til at vera satt. Men tað er SATT! Allir næmingar í 4.-7. flokki fáa í framtíðini ókeypis STROK

ALLARFYRST:

Í fyrsta blaðnum hetta skúlaárið kanst tú millum annað gleða teg til at lesa um Óðin, sum er skjótasti drongur í Føroyum í sínum aldursbólki, um Hákun og Óla, sum hava sett met og eru komnir í Børnenes Rekordbog, um hvussu tað at duga mál kann geva tær vinir úr øllum heiminum, um grønasta skúla í Føroyum, tíðindi, ummæli, flovisligar søgur og mangt annað.

SO TIL YVIRSKRIFTINA:

- Løgtingið gjørdi í fjør av at hækka stuðulin til blaðútgávurnar við teirri grundgeving, at ynskiligt er, at allir næmingar í grund- og miðdeild fáa bløðini ókeypis. Saman við stuðli frá hvørjari einstakari kommunu sær røkka vit nú málinum, sum bæði Bókadeild Føroya Lærarafelags og mangir lærarar við okkum hava droymt um í nógv ár: Allir næmingar í grund- og miðdeild fáa bløðini hvørja ferð, tey koma út, sigur Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelag, sum gevur STROK og Píka7 út.

Tí tað er ikki bara STROK, sum fer ókeypis út. Eisini Píka7 verður latið øllum næmingum í forskúlum og 1.-3. flokki.

- Høvuðsendamálið við bløðunum og heimasíðunum er at geva børnum og ungum viðkomandi og spennandi tilfar úr teirra egna gerandisdegi, um teirra áhugamál og – ikki minst – á teirra egna máli. Og nú allir næmingar í grund- og miðdeildini fáa bløðini, kunnu vit endiliga røkka so at siga øllum børnum í Føroyum í hesum aldursbólki. Og tað er stórt, øgiliga STÓRT, ja, kanska tað størsta nakrantíð í søguni hjá STROK, sigur Beinta Johannessen, blaðstjóri, sum gleðir seg til at fara aftur til verka eftir eina sera spennandi tíð við umsóknum, kjaki, útrokningum, samráðingum og bíðaríi. - Nú skulu allar kreftirnar aftur brúkast til at gera gott tilfar til bløð og heimasíður.