Smittutilburður staðfestur hjá næmingi

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 04.09.2021

Tíðindabólkar: Tíðindi

Dagføring 5. september kl. 13.30

Nú eru 6 næmingar í 9. flokki og ein næmingur í 8. flokki, ið hava fingið staðfest korona.

 

Góðu næmingar, foreldur og onnur avvarðandi.

Í dag, leygardagin 5. september 2021, fekk skúlaleiðslan fráboðan um, at ein næmingur í 9. flokki hevur fingið staðfest korona.

Skúlaleiðslan hevur verið í samband við landslæknan og fingið nágreiniliga vegleiðing um, hvussu vit skulu bera okkum at viðvíkjandi íkomnu støðuni.

Viðkomandi næmingur, ið hevur fingið staðfest Covid 19, hevur ikki verið í skúla síðani týsdagin 31. august 2021.
Í fyrstu atløgu hava allir næmingar í 9. flokki fingið boð um at lata seg kanna sum skjótast. Foreldur og onnur avvarðandi eru kunnað.

Eisini hevur eitt starvsfólk í frítíðarskúlanum fingið staðfest korona, men helst er einki samband millum hesar tilburðir. Her hava foreldur fingið boð frá frítíðarskúlanum um, at øll børn í 1.,2. og 3. flokki skulu lata seg kanna sum skjótast.

Skúlaleiðslan vil við hesum inniliga heita á allar næmingar, øll foreldur og onnur avvarðandi at vera serliga varin komandi vikuna.
Um næmingur hevur sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, verður hon/hann biðin um at vera heima og lata seg kanna.

Hava tit spurningar ella ivamál hesum viðvíkjandi, eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við Høgna Joensen, skúlastjóra, á tlf. 214109.