Nú verður vanlig skúlagongd

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 03.09.2020

Tíðindabólkar: Tíðindi

Nú støðan viðvíkjandi koronu er batnað munandi, verður farið undir vanligu tímatalvuna frá mánadegnum 7. september.

Næmingarnir skulu tó halda fram at nýta brandhurðarnar í flokkunum, tá ið komið verður í skúla.

Smittuverjandi atburður og fyribyrging
Hildið verður eisini fram at fylgja tilráðingunum um smittuverjandi atburð, m.a. at halda frástøðu og vaska/spritta hendur og ikki minst, at venja seg at halda hendurnar frá andlitinum.

Pennahús
Fyri at binda um heilan fingur viðvíkjandi smittuvanda, er tað framvegis galdandi, at næmingar ikki skulu læna skúlaamboð frá hvørjum øðrum. Hvør næmingur skal hava sín egna pennahúsa við, og í honum skal vera í minsta lagi: blýantur, viskileður, spískari, límstift, saksur, litblýantar/tusjir, linjuál og vinkulmátari.

Útiskúli
Hildið verður fram at miða í móti, at hava undirvísing uttandura – í tann mun tað ber til. Heitt verður tí á foreldur at hava í huga, at næmingarnir eru ílatnir eftir veðrinum og hava skiftiklæði við.