Lærarar og námsfrøðingar til Skúlan við Løgmannabreyt

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 07.05.2020

Tíðindabólkar: Tíðindi

Skúlin við Løgmannabreyt søkir eftir samstarvshugaðum og fakliga dugnaligum lærarum og námsfrøðingum til skúlaárið 2020/21.

Søkt verður eftir lærarum og námsfrøðingum, sum:
· duga at samstarva
· eru fyrikomandi og sýna ein jaligan hugburð
· dáma avbjóðingar og tora at ganga nýggjar leiðir
· hava áræði til at taka ábyrgd 

Søkt verður eftir:
· lærarum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2020/2021 fyri lærarar, sum eru í  farloyvi, vegna lækkað tímatal, barnsburð, eftirútbúgving og avlopstímar:

· 3 lærarum í tíðaravmarkað starv frá 1. august 2020
· 1 lærara í tíðaravmarkað starv frá 18. august til 18. desember 2020
· 1 lærara í tíðaravmarkað starv frá 18. august til 9. oktober 2020

Harumframt verður søkt eftir námsfrøðingum skúlaárið 2020-2021:

· 1 námsfrøðingi við setanarbroti 0,75
· 1 námsfrøðingi við setanarbroti 0,4

Endaliga tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu lærarastørvunum verður ikki ásett fyrr enn eftir 1. september 2020.

Skúlanum tørvar lærarar, ið m.a. kunnu átaka sær at undirvísa í innskúlingini, náttúru/tøkni og ítrótti/svimjing og námsfrøðingar til námsfrøðiligar uppgávur við næmingum, sum hava avbjóðingar, har arbeitt verður í flokkinum, smærri bólkum og ein til ein.

Førleikakrøv
Til størvini krevst læraraprógv ella prógv sum námsfrøðingur.

Skúlin bjóðar
· Nútímans skúla
· Starv við møguleika at bróta upp úr nýggjum
· Góðar arbeiðsumstøður
· Starvsfólkahóp, ið ikki ræðist avbjóðingar

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir hjá lærarum eru sambært sáttmálanum millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2. 

Lærarastørvini eru sáttmálasett, uttan so, at tann, ið sett/-ur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Námsfrøðingar verða løntir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Umsóknir
Umsóknir saman við avriti av prógvi, skeiðum, frágreiðingum um arbeiðsroyndir og møguligum viðmælum skulu verða Skúlanum við Løgmannabreyt í hendi í seinasta lagi hósdagin 21. mai 2020, kl.12.

Tú fært meiri at vita
um størvini frá Høgna Joensen, skúlastjóra, á tlf. 214109.

Umsóknin verður stílað til:

Skúlin við Løgmannabreyt
Postrúm 3174
110 Tórshavn
ella við telduposti: hogni.joensen@skulin.fo

Um skúlan:
Skúlin við Løgmannabreyt er 2-sporaður skúli í Hoyvík. Næmingatalið er 410 í níggju árgangum. Í skúlanum starvast 40 lærarar, 2 námsfrøðingar, skrivari, 2 húsavørðar, 6 vaskifólk og heilsufrøðingur.

Eisini er frítíðarskúli til 1. og 2. flokk knýttur at skúlanum og frítíðartilboð til 3. flokk. Har arbeiða 12 námsfrøðingar og hjálparfólk.

Virðisgrundarlag skúlans er menning, virðing og yrkisføri.