Grunddeildin byrjar aftur 20. apríl

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 16.04.2020

Tíðindabólkar: Tíðindi

Mánadagin 20. apríl byrja næmingarnir í 1. - 3. flokki aftur í skúla.
Í mun til vanligu skúlagongdina eru fleiri broytingar, m.a. er vanliga tímatalvan tillagað umstøðunum, og tað er ikki møtiskylda.

Skúlatíðin
Skúlatíðin er frá kl. 8 til kl.12 - eftir tað kunnu næmingarnir fara í frítíðarskúla.

Hvar verður undirvíst?
Sum tað sæst á myndini, verður undirvísingin ikki í vanligu hølunum.
1. flokkur verður í Lon 4, har sum 8. og 9. flokkur plagar at vera
2. flokkur verður í Lon 2, har sum 4. og 5. flokkur plagar at vera
3. flokkur verður í Lon 3, har sum 6. og 7. flokkur plagar at vera

(Hetta kann eisini lesast í wordskjali sí leinki HER)

Tá ið næmingarnir koma í skúla um morgunin
Dyrnar til skúlan lata upp kl. 7.50. Á myndini sæst, hvar næmingarnir skulu ganga inn. Fyri at øll ikki skulu koma í ein tronga samstundis, kunnu næmingarnir møta frá kl. 7.50 til kl. 8.30.

Tryggast er, at næmingarnir ganga sjálvir inn í skúlan, har lærarar taka ímóti. Um børnini eru ótrygg, kann serlig avtala gerast við læraratoymið. Børn, sum hava krím, eru sjúk ella hava sjúkutekin skulu ikki koma í skúla.

Fríkorter
1. fl. hevur fríkorter kl.   9.30 -   9.50
2. fl. hevur fríkorter kl.   9.50 - 10.10
3. fl. hevur fríkorter kl. 10.10 - 10.30

Hvussu nógv saman?
Hvør flokkur hevur tvær stovur at ráða yvir. Tí ber væl til at skipa fyri, at í minsta lagi 4 fermetrar eru til hvønn næming, soleiðis sum Undirvísingarstýrið hevur tilmælt.

Fráboðan um skúlagongdina hjá næmingunum
Foreldur skulu í seinasta lagi hósdag kl. 12.00 boða frá, um barn teirra kemur í skúla vikuna eftir.

Næmingar, sum eru heima
Mælt verður til, at foreldur, sum hava børn síni heima, fylgja væl við á heimasíðuni hjá flokkinum, so at til ber at fylgja undirvísingini, sum hinir næmingarnir hava í skúlanum.

Útiskúli
Av tí at mælt verður til - í so stóran mun sum gjørligt - at hava undirvísingina uttandura, verður heitt á foreldur at hava í huga, at næmingarnir eru ílatnir eftir veðrinum og hava skiftiklæði við.

Pennahús
Fyri at minka um vandan fyri smittuspjaðing er neyðugt, at øll hava síni egnu skúlaamboð við í skúla. Pennahúsið skal vera í taskuna hvønn dag, og í tí skulu vera øll tey vanligu skúlaamboðini. Límstift, saksur, litblýantar, tusjir og linjuál kunnu næmingarnir ikki læna millum sín. Felagsamboðini hjá skúlanum eru beind burtur.

Matpakkar
Børnini skulu hava matpakka við sum vanligt, t.e. ein lítlan matpakka til fríkorterið og ein til á middegi. Fyri at minka um smittuvanda eru køliskápini ikki tøk. Matpakkarnir mugu tí tola at liggja í taskuni í skúlatíðini.

Smittuverjandi atburður og fyribyrging
Í samráð við heilsufrøðing skúlans verða neyvar mannagongdir gjørdar fyri smittuverjandi atburð og fyribyrging.

Eyka vasking er í skúlanum í skúlatíð. Vaskifólkini vaska og spritta borð, handtøk, kontaktir, vesi og annað, sum nomið verður við, soleiðis sum myndugleikarnir ráða til.

Les meira í :

Vegleiðing fyri stigvísa og varliga upplating av skúlum og frítíðartilboðum 

(Coronaráðgevingin Arbeiðs- og brunaeftirlitið Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu)