Innskriving til skúlaárið 2020/2021

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 07.12.2019

Tíðindabólkar: Tíðindi

Vælkomin í 1.flokk í skúlanum við Løgmannabreyt.
Innskrivingin til børn, ið eftir ætlan skulu byrja í 1.flokki skúlaárið 2020/2021 er byrjað. 

Seinasta freist at skriva barnið inn er hósdagin 16. januar 2020.

Leinkjan til innskrivingina er:

https://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=158

Møguleiki er samstundis, at melda til Ljóð í Leiki saman við 1. flokki.

Innskriving verður í skúlanum við Løgmannabreyt hósdagin 9. januar 2020 kl. 17, fyri børnum saman við foreldrum. Minst til p-talið. Tá verður eisini kunning fyri foreldur. 

Sjálvt um tit hava meldað til á netinum, ber til at koma til innskrivingina í skúlanum hósdagin 9. januar. Har sleppur barnið at skriva seg inn.