Norðurlendsk bókmentavika

Skrivað hevur: Birna Gaard

Útgivið tann: 07.11.2019

Tíðindabólkar: Tíðindi

Norðurlendsk bókmentavika verður hildin eina ferð um árið - í viku 46. Tá skipa bókasøvn, skúlar og aðrir mentanarstovnar fyri upplestri fyri børnum um morgunin. Tað er upplestrartiltak, tá somu bókmentir um sama evni verða lisnar upp samstundis um øll Norður- og Baltalond. 

Endamálið at breiða út kunnleika um norðurlendskar bókmentir og at virka fyri upplestri og at halda í hevd norðurlendska siðin at siga søgur.

Í ár kemur Laura Joensen at lesa søgur um Pippi fyri okkara næmingum í 1. - 4. flokki.