Hjálmar og vestar til 1. flokk

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 24.10.2019

Tíðindabólkar: Tíðindi

Sum allir aðrir næmingar í 1. flokki í Føroyum fingu næmingarnir í 1. flokki í Skúlanum við Løgmannabreyt í dag eisini ein súkkluhjálm frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, 

Næmingarnir fingu eina gjølliga frágreiðing um, hví tað er so umráðandi at nýta hjálm á súkklu. M.a. var við einum lítlum hjálmi og einum eggi víst, hvussu væl hjálmurin verjir høvdið.

Eisini fingu næmingarnir endurskinsvestar

Les eisini: Súkkluhjálmar og endurskinsvestar 

Meira um børn og sukklur: BARNIÐ Á SÚKKLU

Sí eisini myndir - og "skapimyndir" :)